mánadagur 26. oktober 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. oktober 2015 · Nr. 123
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VIÐMERKINGAR
Zakarias Wang
Tað frøddi meg al
mikið,
at
Eirikur
Ludvigsen í Álaborg
hevði viðmerkingar
í
Sosialinum
til
mína
grein
um
fólkaatkvøðuna
14.
september
1946. Tað er ikki á hvørjum degi, ein
danskur løgfrøðingur tekur hetta
svarta blaðið í søgu Danmarkar
upp á tunguna.
Tíverri er greinin ikki serliga
væl frágingin. Hann leggur fyri við
at siga, at á fólkaatkvøðuni bar til
at atkvøða ja ella nei fyri stjórnar
uppskotinum.
So var ikki.
Á atkvøðuseðlinum vóru tveir
møguleikar. Annaðhvørt skuldi
atkvøðast fyri stjórnaruppskotin
um, og hin møguleikin var at at
kvøða fyri loysing.
So sigur hann, at uppskotið
um loysing var vegleiðandi. Men
hann tekur ikki ta avleiðing av
hesum, at atkvøðan um stjórnar
uppskotið harvið somuleiðis var
vegleiðandi. Heldur ikki nevnir
hann, at professarin dr. juris Alf
Ross í apríl 1946 hevði skrivað til
stjórnarskráarnevndina, at polit
iskt var í einum demokratiskum
samfelag eingin munur á veg
leiðandi og avgerandi fólkaatkvøðu.
Løgfrøðingur sigur, at fólka
atkvøðan av røttum varð annuller
að. Tað hevði sjálvandi verið áhuga
vert at hoyrt frá einum løgfrøðingi,
hvørjar rættarreglur heimila annul
lering av eini fólkaatkvøðu. Men
her er tøgn.
Hann sigur, at loysingarflokk
urin eftir valið í 1946 fekk 25% av
tingmonnunum.
Tingmenninir
vóru 20, og 25% ella fjórðingurin
av 20 er sum kunnugt 5. Men
loysingarflokkurin Fólkaflokkurin
fekk sambært almenna valúrslit
unum 8 menn valdar.
Tá
Eirikur
fer
at
umrøða
friðarsáttmálan í Kiel, avdúkar
hann, at hann tosar um nakað sum
hann ikki hevur forstand uppá.
Hóast hann sigur seg hava lisið
sáttmálan, sigur hann, at Føroyar
ikki eru nevndar í honum. Hann
hevur tí eftir øllum at døma lopið
um fjórðu grein í sáttmálanum,
sum sigur, at Svøríki skal hava alt
Noreg, men at Grønland, Føroyar
og Ísland eru frátiknar. Hann kann
tí ikki hava lisið ta viðgerð, hesin
spurningur fekk í rættarmálinum
í Haag 1933.
Tað var Orwell, sum segði í síni
bók 1984, at valdshavar liva høgt
uppá, at óvitska er megi. Tað er
hetta sum hesin løgfrøðingurin
hevur tikið til sín. Í einum heimi,
har har ein og hvør unglingi kann
finna fram til veruleikan, ber ikki
altið til at hjálpa valdsharrunum
við at duva upp á reseptina, Orwell
gav.
Ludvigsen og 14. september 1946
Majbritt Mohr
forkvinna í Heilsurøktarafelagnum
Heilsurøktarafe
lagið harmast við
gerðina, ið málið
um starvssetanina
í økistænastuni í
Sandoy hevur fing
ið. Funnist verður at, at leiðarin
ikki er sjúkrarøktarfrøðingur men
heilsurøktari.
Eftir okkara tykki er málið illa
lýst - millum annað tí kringvarpið
ikki hevur upplýst, at helvtin av
settu økisleiðarunum í Føroyum als
ikki er sjúkrarøktarfrøðingar, men
hevur aðrar útbúgvingar.
Fyrsta januar í ár yvirtóku
kommunurnar
eldraøkið
frá
landinum.
Í
hesum
sambandi
vórðu átta økissamstørv stovn
að:
Suðuroy,
Sandoy,
Vágar,
Norðuroyggjar,
VEKS,
Fugla
fjarðar- og Eysturkommuna, Skála
fjarðarsamstarvið og Tórshavnar
kommuna. Í fýra út av hesum átta
kommunalu samstørvunum eru
sjúkrarøktarfrøðingar settir sum
leiðarar. Í hinum eru leiðarar við
øðrum fakligum førleikum settir.
Forkvinnan
hjá
føroyskum
sjúkrarøktarfrøðingum førdi í tíð
indunum í gjár fram, at sjúkra
røktarfrøðingar
kunnu
koma
at standa í eini tvístøðu, tá per
sónur við lægri útbúgving enn
tær, er leiðari - hetta orsakað av
loyalitetsskyldu!
At
hugsa,
at
ein heilsurøktari, sum er leið
ari, skal kunna finna uppá at
geva einum sjúkrarøktarfrøðingi
ordrar til at útføra okkurt, sum
kann gera, at autorisatiónin hjá
sjúkrarøktarfrøðinginum
kemur
í vanda, er óseriøst og ljótt. Slíkt
sáar ógrundaðan iva um leiðslu
førleikarnar hjá øllum á eldra
økinum, ið ikki eru sjúkrarøktar
frøðingar. Somuleiðis er hetta
tekin upp á manglandi vitan um
fakligu førleikarnar hjá heilsu
røktarum, sum annars eisini hava
autorisatión.
Í úttalilsi fyri Skopunar komm
unu leggur Bjørn á Heygum, advo
katur, dent á, at persónligir og fak
ligir førleikar eru samanhildnir
soleiðis, at tað eru samlaðu kvali
fikatiónirnar, sum hava verið av
gerandi fyri, hvør bleiv settur í
starv. Tí kann ein starvssetan av
einum persóni við sonevndari
»lægri
fakligari
kompentencu«
saktans forsvarast við støði í
áðurnevndu samlaðu førleikum at
vera leiðari á einum stovni.
Heilsurøktarafelagið ivast ikki í,
at Randarsól Kristiansdóttir er væl
skikkað til starvið sum økisleiðari
í Sandoyar sýslu. Vónandi fær hon
nú frið at skína.
Latið heilsurøktaran fáa frið at arbeiða
Jógvan Skorheim
Formaður nýtt Sjálvstýri
Nýtt Sjálvstýri hev
ur í dag lagt eitt upp
skot fyri løgtingið,
sum kann frítaka
grønar hitaskipanir
fyri MVG. Talan er
um eitt lógarbroytingaruppskot
í lógini um meirvirðisgjald, og
hetta er eitt týdningarmikið fet á
kósini ímóti eini grønari framtíð í
Føroyum.
Seinastu tíðina hava vit hoyrt
nógv góð tíðindi frá SEV um grøna
orku í Føroyum, og hetta uppskotið
er í beinleiðis tráð við visjónina um
einar grønari Føroyar í framtíðini.
– Tað hevur stóran týdning
fyri samfelagið, bæði í Føroyum
og øllum heiminum, at vit stemba
eftir eini grønari framtíð, tá ið tað
kemur til orkunýtslu, sigur Jógv
an Skorheim, formaður í Nýtt
Sjálvstýri og leggur afturat, at
hendan lógarbroytingin ger tað
nógv lættari og bíligari hjá før
oyingum at velja grønar hitaskip
anir framum olju í framtíðini.
Í viðmerkingunum til upp
skotið skriva løgtingslimirnir eitt
nú, at tað er ein sannroynd, at
heimurin stendur yvirfyri risa
stórari avbjóðing, tá tað kemur til
orkunýtslu. Fyri at tryggja kom
andi ættarliðum eina góða og reina
framtíð, er neyðugt hjá verandi
ættarliðum at seta ítøkilig átøk í
verk fyri at minka um útlátið av
veðurlagsgassum.
Hetta er galdandi fyri Føroyar
og fyri restina av heiminum. Í
2009 samtykti Løgtingið at skerja
føroyska útlátið av veðurlags
gassum. Tá varð dentur millum
annað lagdur á, at Føroyar vilja
fíggjarliga stuðla og skunda undir
menning, royndir og uppsetan av
alternativum orkuskipanum. Orku
skipanir, ið byggja á varandi orku
keldur, og sum kunnu gagnnýtast
heima ella úti í heimi.
Hóast hetta var niðurstøðan,
er lítið og einki hent á hesum øki
síðani. Men nú taka vit eitt týðandi
stig á vegnum, við at framseta hetta
uppskotið.
Grønar hitaskipanir skulu gerast bíligari
Tíðindaskriv frá MBF
Á eykaaðalfundi 21. oktober hevur
Meginfelag teirra, ið bera brek
gjørt broytingar í viðtøkum fe
lagsins.
Á aðalfundi í mai 2015 varð
navnið á felagnum broytt frá Meg
infelag teirra brekaðu í Føroyum
til Meginfelag teirra, ið bera brek
í Føroyum – stytt MBF. Hetta varð
gjørt fyri at tillaga navnið eftir
teimum málsligu broytingunum,
sum orðið “brek” hevur verið fyri
seinastu árini. T.d. eru tey, ið bera
brek ikki longur brekað. Nýggja
orðingin vísir á, at fólk bera brek,
og eru ikki brek, sum fyrra orð
ingin leggur upp til.
Í nøkur ár hevur starvsnevndin
í MBF tosað um at broyta viðtøkur
felagsins soleiðis, at tær gerast
meira tíðarhóskandi. Serliga er
tað orsaka av, at bygnaðurin í
MBF seinastu árini er broyttur. Nú
var tíðin so komin at gera hesar
broytingar.
Ein av nýggju broytingunum
er, at teir fýra bólkarnir, sum
fyrr hava verið grundarlagið
fyri, hvussu starvsnevndarlimir
verða valdir, eru tiknir av. Starvs
nevndarlimirnir skulu nú vera
úr fýra ymiskum feløgum, og við
broytingini verður tað lættari hjá
einstøku limafeløgunum at peika
á og avgera, hvønn tey ynskja at
umboða seg í starvsnevndini.
Onnur broyting er, at for
kvinnan/-maðurin
á
komandi
aðalfundi í apríl verður vald/
ur fyri trý ár í mun til tvey ár.
Tíðarskeiðið verður longt við tí
grundgeving, at tvey ár er rætti
liga stutt tíð hjá forkvinnu/-
manni at seta seg inn í fleirtáttaðu
avbjóðingarnar á brekøkinum. Við
hesum verður longri tíð og harvið
eisini friður at arbeiða.
Aðrar broytingar eru, at dag
ligi leiðarin nú er aðalskrivari, og
eisini er greiðari staðfest, hvat
starvsnevndin ger, og hvør upp
gávan hjá skrivstovuni er.
Broyttu viðtøkurnar liggja nú
inni á mbf.fo
Broytingar í viðtøkunum hjá MBF