Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. oktober 2015 · Nr. 123 Poul Jóhan Djurhuus gjaranes@gmail.com Tær vóru ímillum tey mongu tús­und flóttafólkini, van­ liga rópt báta­flótt­ ar, sum flýggjaðu úr Saigon, tá heim­land teirra varð yvirtikið av komm­unistunum á sumri 1975 og Ameri­konsku hermenninir farnir úr landinum. Hetta útloysti ein streym av flóttafólki úr Suður- Vietnam, sum royndu at koma sær burtur sjóvegis við teirri vón at finna betri lagnu. Millum flóttafólkini (bátafólkini) var ein mamma, sum var vorðin einkja eitt ár frammanundan, og hennara sjey børn. Trý av hesum systkjum, systrarnar Lw, Lieu og Linh hava valt at vitja í Rituvík í hesum døgum til tess at siga frá síni undurfullu bjargingarsøgu, sum heilt avgjørt hevur við Rituvík og Olsen-navnið at gera. Flýggja Systirin Linh, sum hevði fyrilestur í Løkshøll í kvøld, greiðir frá, at mamman og hennara sjey børn fóru umborð á eitt farmaskip, sum lá í havnini í Saigon, saman við tús­ undavís øðrum flóttum. Hon sigur, at fólkið var stúvað saman umborð á hesum millumstóra farmaskipi, sum sild í tunnu. Linh var 19 ára gomul tá, og systrarnar LE og LIEU vóru ávíkavist 9 og 4 ára gamlar. Komin út á tað Suður-Kinesiska havið, millum Suður-Vietnam og Filipin­urnar, kemur skipið í stórar trupulleikar, og umborð eru fleiri enn 3.000 flóttar, sum bæði eru svangir og tystir. Linh greiðir frá, at skiparin sendir út neyðarkall og biður um hjálp beinanvegin. Linh sigur, at tá tey sóu tað stóra bláa skipið, sum kom heilt tætt til neyðstadda skipið, vaknaði vónin hjá fólkinum, og tað vísti seg, at stóra bláa skipi gjørdist teirra undurfulla bjarging; og Linh sigur við einum brosi um and­litið, at skiparin kallaðist Anton Olsen. Hendan dagin bjarg­aði hann 3.628 neyðstøddum suður­viet­nam­es­ ar­um, og millum hesi vóru tær tríggj­ar systrarnar, Linh, Lieu og Le, sum í dag búgva í Danmark og hava fingið eitt eydnusamt lív sum danskir statsborgarar. Bjargingin fór fram 2. mai 1975. 40 ár liðin Tað eru í ár 40 ár síðani bjarg­ing­ artilburðurin fór fram, og í hesum sambandi hevur Rituvíkar bygd reist eina standmynd til minnis um heimskenda bragdið hjá bygd­ ar­manninum Anton Olsen. Minn­is­ varðin varð avdúkaður kl 17.00 í dag, har tann eina av systrunum segði nøkur orð, hóast veðrið í dag als ikki var at líkna við vietnamesiskt veður. Tá avdúkingin var liðug, varð farið í Løkshøll, har hátíðarhaldið helt fram við drekkamuni, køkum, røðu, fyrilestri, myndaframsýning og eini filmupptøku fyri 40 árum síðani. Elsta systurin Linh hevði ein ógvuliga rørandi og áhugaverdan fyrilestur um støðuna áðrenn og aftan á bjargingina; og yngra syst­urin, Lieu, sum bert var 4 ára gomul tá, greiddi frá løtuni, sum hon minnist væl, tá hon og mamman fóru grulvandi eftir bjarg­ingarnetinum, sum var spent millum skipini bæði. Vara­borg­ meistarin Torbjørn Jacobsen hevði eitt sera áhugavert innlegg um kríggi í Vietnam og um Anton Olsen. Linh hevur skrivað bók um syrgi­ligu lagnuna hjá familjuni, og hvussu lagna teirra vendist til lukku, tí ein skipari valdi at venda við, tá hann hoyrdi neyðarkallið. Bókin er nýliga komin út og var løgd fram í Løkshøll í kvøld, har fólk hevði høvið at ogna sær bókina og eisini at fáa rithøvundan at signera bókina. Bókin eitur REJSEN TIL FRIHED. 132 síður við nógvum doku­mentariskum myndum. Bók­ in kostaði 149 krónur at keypa í Løkshøll í kvøld. Hon er væl egna sum jólagáva. Borgmeistarin Magnus Ras­mus­ sen var í Løkshøll í kvøld. Undir drekkasteðginum tók hann sær høvi at heilsa upp á systrarnar, sum brosandi síggjast á myndini sam­an við borgmeistaranum. Tað var nógv fólk, sum møtti upp bæði til avdúkingina og til hátíðarhaldið í Løkshøll, hóast oysandi regn Tríggjar systrar vitja – bjargaðar undan vátari grøv Sunnukvøldið 25. oktober var stór løta í Løkshøll í Runavík, tá tríggjar Suður-Vietnamesiskar systrar vitjaðu Systrarnar Linh, Lieu og Le saman við borgarstjóarnum Magnus Rasmussen í Løkshøll í kvøld VIÐMERKINGAR