Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. oktober 2015 · Nr. 123 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kveikja áhuga fyri línuveiði Seinasta hósdag skipaði Sunda Sløkkilið saman við dagstovninum á Flatunum fyri undirvísing í eldsløkking. Hetta var fyrsta tiltak av hesum slag, men ætlanin er at ferðast runt til allar stovnar og skúlar í kommununi 9 – Tað hevur stóran týdning fyri føroyskan búskap og vinnu, at makrelfiskiskapurin kemur undir støðug viðurskifti í framtíðini, sigur Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri Semja er nú gjørd um fiski­ skapin eftir makreli fyri 2016 og tey næstu árini. Strandarlondini Føroy­ ar, ES og Noreg gjørdu fríggja­dagin semju um fiski­skapin fyri 2016 og næstu árini. Samráðingarfundurin var í Clonakilty í Suður­ír­ landi, og semjan er gjørd inn­an karmarnar av makrel­semjuni frá 12. mars 2014 í London. – Tvinnir høvuðstættir eru í nýggju semjuni. Tal­ an er um eina langtíðar um­sitingarstrategi fyri makrelin og felags sam­ starv millum strandar­ lond­ini um eftirlit við fiski­ skap­inum eftir makreli og øðrum uppsjóvar­fiska­ sløgum í 2016. Fiskimálaráðið vísir á, at sambært langtíðar um­ sit­ingarstrategiini verður heild­arkvotan í 2016 ásett til 895.900 tons. – Føroyska makrelkvot­ an verður samsvarandi býtis­lyklinum í makrel­ semj­uni frá 2014 ásett til 112.892 tons í 2016. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoy­dal, fegnast um, at tað hevur eydnast und­ ir føroyskum for­mans­ skapi at finna semju um eina langtíðar um­sit­ingar­ strategi fyri makrelin. – Tað hevur stóran týdn­ing fyri føroyskan bú­ skap og vinnu, at makrel­ fiskiskapurin kemur und­ir støðug viðurskifti í fram­ tíðini, sigur Høgni Hoydal. Størsta veður­ lambið (mynd), sum er flett í Nólsoy í heyst, vigaði heili 47 pund Tvær søgur og ein sjúka Undirlívsbólkurin hjá Krabbameins­ fe­lagnum skipar í kvøld klokkan 19 fyri almennari hugnaløtu í hølunum hjá Krabba­meins­ felagnum á Grøn­ landsv­egnum í Havn. Systrarnar, Dagmar og Beinta Chlotier, fara at siga frá - onnur um tað at vera sjúk og hin um at vera avvarðandi at sjúkari systir. Á hugnaløtuni verður eisini drekkamunnur og prát. Samband fæst við Krabba­meins­ felagið um luttøku á tlf. 317959. vilmund@sosialurin.fo 112.892 tons av makreli í 2016 Vilmund Jacobsen Leygardagin verður eitt til­ tak, sum neyvan nakran-tíð er roynt áður. Tá verð­ur nevniliga bjóðað til fiski­túr við línuskipinum, Sands­hav­ inum. Sandshavið hevur í ár ver­ið heimahoyrandi á Sandi í fimm ár, og hesa tíð­ ina hevur skipið - umframt at royna undir Føroyum - eisini drigið fisk at borði undir Grønlandi, Íslandi og á Flemmish Kap. Leygardagin verður so høvi hjá fólki, sum ikki eru kunnug við línuveiði, at sleppa ein túr við Sands­ havinum og síggja, hvussu arbeiðsgongdin er umborð á einum vanligum línutúri. Farið verður úr havnini úti í Støð klokkan 12 og út at seta ein stokk av línu. Stokkurin verður drigin aft­ur, meðan gestirnir enn eru umborð, og harvið fáa fólk høvi at kunna seg um línuveiði. – Vit vóna við hesum til­taki at kunna økja um kunnleikan hjá fólki - og vísa á týdningin, sum ar­ beiðs­plássini á sjónum hava fyri samfelagið. Eisini kveikjandi Stigtakararnir til oktober­ hugnan vísa á, at endamálið við “línutúrinum” eisini er at kveikja áhugan hjá ungdómi fyri línuveiði. – Tiltakið er ókeypis, og tað er hugnin umborð á Sandshavinum eisini. Túr­ urin tekur umleið tveir tímar, og plássið um­borð er avmarkað, siga Sands kommuna, Ung­mann­a­fe­lag­ ið Virkið og B71, sum standa aftanfyri oktober­hugnan á Sandi. – Eitt av endamálinum við túrinum er at kveikja áhugan hjá ungdómi fyri línuveiði, siga fyrireikararnir av oktoberhugnanum á Sandi Tá oktoberhugni verður á Sandi fríggjadagin og leygardagin, 30. og 31. oktober, verður nógv ymiskt og forvitnisligt á skránni, bæði til børn og vaksina