Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. oktober 2015 · Nr. 123 ítróttur Nýggja kappingarárið í borðtennis fór av bakkastokki leygardagin, tá ið skipað var fyri fyrsta GP-umfari í Hoyvík Tróndur Arge Eftir ein styttri summar­steðg hava føroysku borð­tennis­ leikararnir nú funnið battini framaftur. Tað, sum fyllir mest í kappingarskránni er sum vera man Grand Prix-kappingarnar, tí tær eru heilar seks í tali. Tann fyrsta í røðini var í høllini í skúlanum við Løg­manna­ breyt leygar­dagin, har 28 borð­tennis­leikarar vóru savn­aðir. Í fremsta bólkinum vóru tað veteranurin Peter H. Niclasen og føroyameistarin Pætur Albinus, sum vóru í tætt­ari kapping. Báðir høvdu teir báðir vunnið sínar fýra fyrstu dystir, tá ið teir hittust í ein­um dysti, sum bleiv av­ ger­andi fyri hvør skuldi vinna kappingina. Dystin vann Peter H. Niclasen, og tað er tískil hann, sum hevur lagt best frá landi og er á odda í samlaðu GP-kapping­ ini. Í hinum bólkunum vóru tað einamest tey ungu, sum gjørdu seg galdandi. Eitt nú B-bólkinum, har 10 ára gamli Høgni Heinason vann á øll­um og nú hevur spælt seg upp ímillum tær stóru kanón­ir­nar í A-bólkinum. Peter vann fyrstu kappingina Høgni Heinason og Julian Frankieson vunnu ávikavist bólk B og C borðtennis Bólkur A: 1 Peter Niclasen, TÓR 2 Pætur Albinus, TÓR 3 Knútur Jóannesarson, TÓR 4 Anna Mikkjalsdóttir, TBF 5 Sveinur Nolsøe, TÓR 6 Durita F. Jensen, TÓR Bólkur B: 1 Høgni Heinason, TÓR 2 Helgi Ólavsson, TBF 3 Rói Hjaltason, TÓR 4 Aron Frankieson, TÓR 5 Ári F. Jensen, TÓR 6 Olivur Thomsen, TBF 7 Jannick Dalfoss, TBF 8 Anja Wongwai, TBF Bólkur C: 1 Julian Frankieson, TÓR 3 Hjalgrím Højgaard, TBF 3 Victoria Debes, TBF 4 Hjalmar Hammer, TBF 5 Bára Guttesen, TBF 6 Marin Elisab. Poulsen, Royn 7 Ninna Holm, Royn 8 Rebekka Debes, Royn Bólkur D: 1 Britt Michelsen, TBF 2 Hansa Højgaard, TBF 3 Leivur Joensen, TÓR 4 Beinta D. Joensen, TBF 5 Rakul T. Rúnadóttir, TBF 6 Josvá Højgaard, TBF Úrslit, 1. GP-umfar: