mánadagur 26. oktober 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. oktober 2015 · Nr. 123
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Borðtennis
líður
undir vána
umstøðum
Til eina borðtenniskapping leygardagin vóru 28 leikarar møttir til kapping.
Tað er tað lægsta luttakaratalið síðani 1980. Støðugt er luttakaratalið
svunnið frá omanfyri 100 niður í næstan einki. Hóast hópin av lyftum
frá Tórshavnar kommunu um betri umstøður, so er einki hent, og nú livir
borðtennis ikki leingi afturat. – Lækkandi luttakaratalið boðar týðiliga frá,
at nú er eitt lágmark rokkið, ið ikki skal lækka meir, tí annars doyr borð
tennisítróttin í Tórshavnar kommunu, sigur Peter H. Niclasen, ímynd av
føroyskum borðtennis og eldsál í borðtennisfelagnum í høvuðsstaðnum
Pætur Albinus
Tað er ikki tí at føroyskt
borðtennis ikki hevur betri
uppiborið.
Lítla
ítróttar
greinin, sum hon eftir hond
ini er vorðin til, var annar
ítrótturin í Føroyum, sum
smoygdi sær úr dunnuhyl
inum. Borðtennissamband
Føroya var nevniliga numm
ar tvey í røðini, tá ið tað
snúði seg um at fáa altjóða
viðurkenning og fekk lima
skap í altjóða borðtennis
samgonguni.
At vísa andlit Føroya
úteftir hevur heldur ikki
trotið. Ótroyttiligir borð
tennisleikarar hava ár undan
ári erpnir umboðað Merkið í
altjóða høpi – tað veri seg
oyggjaleikir, EM, HM og
seinastu árini eisini arktiska
millumlandakappingin sam
an við Grønandi og Íslandi.
Tað er ikki neyðugt at
nevna, at øll mótstøðulond
ini hava egnar borðtennis
hallir og í minsta lagi rími
ligar umstøður. Tað hava
íslendarar og grønlendarar
eisini. Føroyar er í ólukkumát
eftirbátur á hesum øki, sum
staðfestingin hjá ÍSF-forset
anum herfyri varð orðað.
Orsøkin
At luttakaratalið í føroysku
borðtenniskappingunum
seint og trygt er svunnið
burtur í tað, sum minnir
um null, er ein sannroynd.
Leygardagin
valdaði
ein
larmandi tøgn í kappingar
høllini, sum var ein leigað
skúlahøll, og tá ið støðan er
somikið álvarslig, er stundin
komin til at gera upp.
Hví heldur luttakaratalið
áfram við at lækka? Er tað
einans vánaligu umstøður
nar? Valla er nakar betur egn
aður at svara hesum spurn
ingi enn Peter H. Niclasen,
sum hevur verið partur av
borðtennis í høvuðsstaðnum
í fleiri enn 30 ár.
– Tað er ein avleiðing, ja.
Ov lætt hevði verið at sagt,
at einans vantandi hallar
umstøður hava alla skuldina
av minkandi luttøkuni, men
tingini hanga onkursvegna
óloysiliga saman. Skilt á tann
hátt, at hallarumstøður og
luttakaratal stimbra undir
hvørt annað, sigur Peter og
lítur aftur á gamlar dagar, tá
ið umstøðurnar vóru betri
enn tær eru í 2015.
– Tá ið borðtennisfelagið
Tór á sinni varð sett á stovn
í septembur 1994, húsaðust
vit í einum hølum einar 220-
250 m2 til støddar, ið bert var
til borðtennis og har 10 borð
stóðu. Opið var frá kl.17 á
degi og omanfyri 100 leikarar
vóru til venjingar millum kl.
17 og 22 hvørt kvøld, greiðir
Peter frá.
Brotin lyfti
Verandi umstøður hjá borð
tennis í høvuðsstaðnum eru
vánaligar. Tvey og upp til
fýra kvøld um vikuna leigar
borðtennisfelagið seg inn í
ymiskar skúlahallir, har nógv
tíð fer við at seta borð upp og
at taka tey niður aftur. Ein
ans 14 spælarar kunnu venja
í senn, og tað nøktar als ikki
eftirspurningin.
Samanhaldið er svikaligt,
tí – hinvent flest øllum øðr
um ítróttargreinum – so eig
ur borðtennis einki stað at
vera.
Tórshavnar
kommuna
hevur lovað betri umstøður,
men so hvørt sum árini
ganga og lyftini verða brotin
eitt fyri og annað eftir, so
er álitið á býráðspolitikarar
fokið við vindinum, tilveran
er svikalig og framtíðin er
ógreið.
– Setningar sum »nú fara
vit í gongd«, »nú fara vit at
byggja« ella »nú loysa vit
tykkara hølistørv« havi eg
hoyrt á fundum við Tórs
havnar
kommunu
síðani
2006, sigur Peter H. Niclasen.
– Tá var eg á fundi saman
við umboðum fyri Havnar
Badmintonfelag. Hetta var
í kjalavørrinum av, at vit
høvdu
byrjað
samastarv
um felags finaludag saman
við badminton. Seinni kom
judo við í samstarvið. Hetta
var byrjanin til eina drúgva
fundarrøð, ið nú við jøvnum
millumbilum hevur verið í
níggju ár, sigur Peter.
Har kappingarneytarnir
hjá føroysku borðtennisleik
arunum venja, er einamest
tann eina og sama úrslita
góða loysnin at síggja.
– Vit vístu tá á eina felags
loysn – allarhelst við íblást
uri frá ferðum okkara á
oyggjaleikum, har eitt nú Isle
of Man, Guernsey og Hetland
hava eina sokallaða multi-
høll– ella miðstøð, har fleiri
ítróttargreinar vóru undir
sama taki. Hesin leistur
gevur jú møguleikar fyri
synergi millum venjararnar í
ymsu ítróttargreinunum, har
teir kunnu práta saman um
venjingar o.s.fr. Harumframt
er møguleiki fyri stórum
sosialum felagsskapi, heldur
enn um tú bara ferðast ímill
um fólk úr egnari ítróttar
grein, sigur Peter og peikar á
borðtennis
Lægsta luttakaratal í 35 ár:
Peter H. Niclasen hevur verið føroyameistari 16 ferðir