mánadagur 26. oktober 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. oktober 2015 · Nr. 123
ítróttur
hvussu óskiljandi hann metir
tað vera, at valið ongantíð er
fallið á eina multi-høll.
– At man ikki hevur tikið
við leistinum um at byggja
eina miðstøð, komi eg nokk
ongantíð at skilja. Heldur
velur man her í Føroyum at
byggja stórar hallir til hvørja
einstaka ítróttargrein. Og tá
sigur tað seg sjálvt, at onkur
er fremstur í røðini og onkur
er aftastur í røðini. Eg havi
sagt tað fyrr, at Tórshavnar
kommuna hevur gjørt eitt
gott arbeiði at uppstiga
ítróttargreinar í kommununi.
Men nú tykist stígur at vera
komin í og kommunan hevur
ikki loyst trupulleikarnar hjá
eitt nú bogaskjóting, judo og
borðtennis. Hetta kanst tú
jú ikki loyva tær sum komm
una, ið skal vera um allar
borgarar og allar ítróttar
greinar. Lyftið um hølisloysn
stendur við, og við hesum
stendur lyftisbrotið eisini
við, sigur Peter.
Kann doyggja
Borðtennis í høvuðsstaðnum
er í lívsvanda og hevur tørv á
bráðfeingis hjálp. Tørvur er á
einari høll, sum nøktar tørvin
viðvíkjandi eftirspurningi til
venjing,
venjingarumstøð
um, felagsskapi og mongum
øðrum fyrimunum, sum í
dagsins ítróttarheimi í stór
an mun eru sjálvsagdir.
– Lækkandi luttakaratalið
boðar týðiliga frá, at nú er
eitt lágmark rokkið, ið ikki
skal lækka meir, tí annars
doyr
borðtennisítróttin
í
Tórshavnar kommunu, sigur
Peter bersøgin og droymir
um betri umstøður:
–
Betri
hølisumstøður
høvdu givið møguleika fyri
fleiri venjingum um vik
una. Eisini kundu vit skip
að venjingina øðrvísi, t.d. í
minni og fleiri bólkum, sum
høvdu ymisk krøv til venjing
og ymsar fyritreytir til venj
ing, metir Peter, sum venur
unglingar í ymsum árgang
um á ymiskum støði í trong
ligari skúlahøll.
– Eisini hevði verið høvi
at havt foreldra-borðtenn
is, sum so aftur kundi givið
tilfeingi til fleiri leiðarar í
felagnum, ið kundu tikið sær
av ymsum uppgávum so sum
at útvega pening til felagið
o.s.fr. Í búskaparmáli tosar
man ofta um multiplikator
effekt ella ringvirkningar av
einhvørjum búskaparligum
átaki, ið verður sett í verk.
Henda myndin haldi eg vísur
best, hvussu betri hølisum
støður høvdu havt jaliga
ávirkan á borðtennisítrótt
ina í Tórshavnar kommunu,
sigur Peter.
Eiga tørn
Eftir hondini eru leikarar
og venjarar ikki nógvir í
tali í borðtennisfelagnum
í Havn, og tískil er tað ein
upplagdur spurningur, um
menniskjaliga tilfeingið í
felagnum hevði megnað at
rikið tað virksemið og tær
uppgávur, sum krevjast fyri
at hava egna høll.
– Vit hava ikki fingið
roynt okkum í at svara has
um spurningi, tí vit hava ikki
møguleika at hava so nógvar
leikarar til venjingar við
teimum umstøðum, sum eru.
Sjálvandi seta nýggj og størri
høli krøv til felagið, men vit
eiga í øllum førum at fáa
møguleikan at svara hasum
spurningi, heldur Peter.
Hann
er
sannførdur
um, at borðtennis og aðrar
smærri ítróttargreinar nú
eiga tørn.
– Sum áður sagt, so eru
flestu ítróttargreinar upp
raðfestar, og nú haldi eg, at
tær fáu smáu ítróttargreinar,
ið eftir eru, eiga tørn. Tað er
sera einfalt í mínum huga
heimi. Annars stýrir tú sum
kommuna hvørji ítróttar
tilboð skulu vera, og soleiðis
haldi ikki at tað eigur at vera.
Kommunur
skulu
skapa
karmar, meðan ítróttarfeløg
geva
ítróttartilboðunum
innihald í teimum kørmum,
sum kommunan skapar, sig
ur Peter H. Niclasen at enda.
albinus@sosialurin.fo
borðtennis
Ítrótta-
anlegg í
Føroyum
Íðkandi: 15.633
Fótbóltsvøllir: 22
Sparkivøllir: 107
Ítróttarhallir: 16
Fimleikahallir: 4
Skúlahallir: 37
Svimjihyljar: 19
Rennibreytir: 2
Ríðibreytir: 4
Skjótibreytir: 3
Tennisvøllir: 3
Bogaskjótibreytir: 0
Judohøll: 0
Borðtennishøll: 0
Golfvøllur altj.: 0
Kelda: ÍSF (juni 2015)