mánadagur 26. oktober 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. oktober 2015 · Nr. 123
ítróttur
fótbóltur
nøvn Jesus, Coca Cola og
Pelé. Á 75 ára degnum stað
festi Pelé, at hann hevur
havt eitt gott og ríkt lív, og
hann hevur verið stórliga
ríkaður aftur, aftaná at hava
ríkað mong við upplivingum,
tá hann varð ein aktivur fót
bóltsspælari.
Heldur seg verða
tann besta
Pelé hevur hóast mongu
árini framvegis eina góða
heilsu. Hann íðkar á einari
heilsumiðstøð,
og
spælir
nakað av fótbólti við vin
monnum framvegis. Pelé er
púra samdur í, at hann er
tann besti fótbóltsspælarin
í heiminum nakrantíð, og
hann hevur torført at fáa
eygað á nakran, sum spælir
nú á døgum, sum er líka góð
ur, sum hann varð á sinni.
Pelé heldur heldur ikki, at
tað eru nakrir spælarar, sum
spæla í dag, sum eru líka
góðir, sum Franz Becken
bauer, George Best, Johan
Cruyff og Zinedine Zidane
vóru.
– Messi er framúr, inteli
gentur, og tann besti spæl
arin vit hava í dag. Men
Messi er ikki góður í luftini,
og hann er ikki líka góður við
báðum beinum, staðfestir
Pelé, sum eisini dregur fram
David Beckham og Cristiano
Ronaldo, sum tveir góðar
spælarar.
Tó heldur Pelé, at um
Neymar mennir seg, so kann
koma uppá eitt støðið, har
Neymar verður næstan líka
góður, sum Pelé sjálvur varð
á sinni. Pelé harmast um
afturgongdina hjá brasilska
landsliðnum,
sum
hann
heldur haltar aftaná teim
um bestu evropeisku lands
liðunum. Pelé harmast eisini
um, at Brasil er sokkið so
nógv í støði, at eingin óttast
fyri at spæla ímóti Brasil
longur.
Sjálvur
sat
Pelé
heima og sá 1-7 HM hálv
finalutapið ímóti Týsklandi
á heimavølli ífjør, og hann
dylur ikki, at hann varð
skelkaður um hvussu vána
ligt brasilska liðið varð í hes
um dystunum.
Ein fullkomin spælari
Pelé
er
ímyndin
av
tí,
sum brasiliumenn nevna
»futebol-arte« – tann vakri
fótbólturin. Og í Brasil stað
festa tey, at eingin hevur
spælt fótbólt vakrari enn
júst Pelé. Tann fullkomni
spælarin, Pelé hevði eitt
yvirblikk á vøllinum, sum
eingin annar kundi kappast
við. Við einum ótrúligum
bóltførleika
og
teknikki,
sum kundi ørkymlað sjálvt
teir bestu verjuspælararnar
vísti Pelé framúr dygdir við
góðum skotum, fintum, og
saksaspørkum. Pelé varð eins
fimur við vinstra fóti, sum
hann varð við høgra fóti. Og
sjálvt um hæddin bert segði
ein metur og 73 sentimetur,
so varð Pelé betri enn teir
flestu í loftsspælinum. Pelé
hevði eina ótrúliga spring
megi, sum gjørdi, at hann
vann bóltarnar í luftini.
Fyrrverandi
brasilski
landsliðsvenjarin,
Joao
Saldanha segði einaferð um
Pelé: – Um tú spyrt meg
hvør er tann besti bakk
urin, besti vongurin, ella
besti miðvallarin, so svari
eg Pelé. Og hann er uttan iva
eisini okkara besti málverji
nakrantíð. Pelé er ein spæl
ari, sum heimurin ongantíð
hevur sæð áður, og ongantíð
kemur at síggja aftur, stað
festir Joao Saldanha.
Mál nummar 1.000
varð serstakt
Spurdur um hvat av teimum
1.282 málunum hann minnist
best, staðfestir Pelé, at mál
nummar 1.000 varð sertakt.
125.000
áskoðarar
vóru
møttir á kenda Maracana
leikvøllinum í Rio de Janeiro
tann 19. november í 1969, tá
Pelé skuldi spæla fyri Santos
ímóti Vasco da Gama.
– Eg stóð skrivaður at
hava skotið 999 mál áðrenn
dystin, og allir áskoðararnir
bíðaðu
eftir
tí
søguliga
málinum, greiðir Pelé frá.
Knappliga bríkslar dómarin
fyri brotssparki, og øll eygu
vóru snaraði ímóti brots
sparksblettinum,
málverj
anum og Pelé. – Eg skoraði
mítt »Milesimo« (mál nr.
1.000), og dedikeraði málið til
gøtubørnini í Brasil. Tað má
verða Gud, sum bestemmaði,
at eg skuldi skora mítt mál
nummar 1.000 á Maracana
leikvøllinum, og ikki í einum
HM-dysti. Tí hugsi tykkum,
um eg hevði skorað mál
nummar 1.000 uppá eitt
saksaspark, eitt fríspark, ella
ein stútara, so høvdu mong
ikki fingið málið við. Nógvir
áskoðarar høvdu etið popp
korn, og høvdu tosað við
síðumannin,
undirstrikar
Pelé.
Landsliðið í 1970
varð tað besta
Pelé er ikki í iva um, at besta
landsliðið hjá Brasil nakran
tíð varð liðið, sum vann HM-
endaspælið í Meksiko í 1970.
Pelé heldur eisini, at talan er
um besta suðuramerikanska
landsliðið nakrantíð. Á ótrú
liga evnaríka liðnum vóru
eisini spælarar, sum Gerson,
Tostao og Jairzinho.
– Eg minnist, at eg bað
til Gud áðrenn dystin. Eg
bað tó ikki um, at vit skuldu
vinna finaluna. Vit bóðu
fyri teimum sjúku, teimum
veiku, teimum sjúku, og fyri
heilsuni hjá okkara nærm
astu, greiðir Pelé frá í sam
røðu við norska TV2.
Tó undirstrikar Pelé, at
HM-endaspælið í Svøríki í
1958 eisini varð stórt. – HM-
sigurin í 1958 varð tann
fyrsti HM-sigurin hjá Brasil,
og eisini hjá mær. Vit høvdu
fantastiskar spælarar á lið
num tá, sum Garrincha, Didi
og Nilton Santos. Fyri meg,
sum ein bert 17 ára gamal
unglinga varð tað ótrúligt
at sleppa at spæla HM-
finaluna, og at skora mál. Eg
minnist aftaná HM-finaluna,
sum vit vunnu 5-2, at eg varð
so glaður og stoltur, at eg
vildi sleppa at ringja heim til
pápa mín.
Tá kundi fólk bara fylgja
við í útvarpi, og eg visti ikki,
um pápi mín hevði fylgt við
dystinum, greiðir Pelé frá.
2. oktober í 1974 gavst Pelé
at spæla við Santos í bestu
brasilsku
fótbóltsdeildini,
fyri at kunna taka trý góð
ár við New York Cosmos. Í
1977 gavst Pelé, sum yrkis
fótbóltsspælari, og hevur
síðani tá roynt seg, sum bæði
forrætningsmann, politikk
ara, og sum sendiharri fyri
ST. Pelé hjálpti eisini til at
reika
fyri
HM-endaspæl
inum, sum varð í Brasil,
summarið í 2014.
Ein 74 ára gamal leirvík
ingur, sum sá Pelé í einum
dysti í Evropa í 1960-unum
tók soleiðis um Pelé:
– Hann varð ótrúligur at
síggja, beinini á honum vóru
sum tvær sildatunnur.
heris@sosialurin.fo
Pelé í HM-finaluni í
móti Svøríki í 1958