mánadagur 26. oktober 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. oktober 2015 · Nr. 123
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Gull og steyp við
aftur á klettarnar
Føroyska U21 landsliðið í hondbólti vann um vikuskiftið IHF Trophy kappingina,
sum var hildin í Bulgaria. Fleiri av føroysku spælarunum stóð seg framúr væl.
Millum annað bleiv Áki Egilsnes kosin til virðismiklasti spælarin í kappingini
Tróndur Arge
Føroyska
U21
landsliðið
hevði ikki stórvegis trupul
leikar við at vinna IHF
Trophy kappingina, sum er
fyri smátjóðir í hondbólti.
Sterkastu mótstøðuna fingu
vit í dystinum móti Kap
Verde, sum bleiv vunnin við
trimum málum.
Annars varð talan um
tryggar sigrar, har okkara
vunnu við upp til tjúgu mál
um, og ongantíð við minni
enn tíggju.
Longu undan seinasta
dystinum móti Tahiti var
greitt, at føroyska liðið fór at
vinna kappingina.
Helgi setti hol á
Í fyrsta dystinum var mót
støðuliðið Kolumbia, sum
er ein stolt ítróttartjóð. Tó
skuldi tað skjótt vísa seg, at
tað ikki heilt er tilfeldið við
víkjandi hondbólti. Kolumb
iska liðið tveir avbera góðar
spælarar, sum skutu 17 av 20
málum hjá mótstøðuliðnum,
men annars var talan ikki
um góðar spælarar.
Fyri føroyska liðið var
Helgi H. Hoydal sera væl
upplagdur. Hann skoraði
ikki færri enn tólv mál í dyst
inum, sum endaði við 32-20
sigri til Føroyar.
Kap Verde
lykladysturin
Síðani vunnu okkara 32-22 á
Usbekistan, áðrenn vit møttu
sterkastu mótstøðuni. Longu
undan dystinum var greitt,
at hetta var eitt sterkt lið,
sum vit skuldu spæla ímóti.
Her vóru serliga tveir
spælarar, sum vóru sjónligir
á
máltalvuni.
Rói
Berg
Hansen úr Neistanum og
Áki Egilsnæs úr VÍF. Rói Berg
Hansen varð valdur til ársin
ungi spælari í føroyskum
hondbólti í fara kappingar
ári.
Hini úrslitini lagaðu seg
soleiðis, at føroyska liðið
longu hevði vunnið kapping
ina undan dystinum móti
Tahiti. Her settu okkara
trumf á, og vunnu 38-18.
Áki virðismiklastur
Eftir dystin vóru tríggir før
oyskir leikarar, ið høvdu
orsøk at frøðast enn meir.
Rói Berg Hansen varð vald
ur til besta vinstra vong í
kappingini, Pætur Thomsen
besti høgri vongur og Áki
Egilsnes varð valdur til besta
høgra bakk. Eisini vann Áki
Egilsnes heiðurin sum virðis
miklasti spælarin í kapping
ini.
trondur@sosialurin.fo
U21-landsliðið hondbóltur
Føroyar - Tahiti: 38-18 (22-11)
Helgi Hildarson Hoydal 6, Áki Egilsnes 6, Allan Norðberg 5,
Rói Berg Hansen 4, Eirikur Simonsen 4, Hanus Christophersen 3, Julian Olsen 3,
Fríði Hammer Weyhe 2, Pætur Thomsen 2, Tróndur Arge 1, Pætur Johansen 1,
Kjartan Johansen 1
Málmenn:
Niklas Simonsen: Spældi 40 minuttir og hevði eitt bjargingarprosent á 57%.
Tóraldur Kollsker: Spældi 20 minuttir og hevði eitt bjargingarprosent á 17%
Føroyar - Kap Verde 27-24(11-7)
Rói Berg Hansen 9, Áki Egilsnes 7, Allan Norðberg 3, Eirikur Simonsen 2,
Helgi Hoydal 2, Kjartan, Johansen 2, Pætur Thomsen 1, Julian Olsen 1
Málmenn:
Niklas Simonsen: Spældi 45 minuttir og hevði eitt bjargingarprosent á 33%.
Tóraldur Kollsker: Spældi 15 minuttir og hevði eitt bjargingarprosent á 13%.
Føroyar - Usbekistan 32-22 (14-11)
Rói Berg Hansen 7, Áki Egilsnes 7, Allan Norðberg 6, Hanus Christophersen 5,
Julian Olsen 3, Helgi Hildarson Hoydal 2, Fríði Hammer Weyhe 1,
Kjartan Johansen 1
Málmenn:
Tóraldur Kollsker: Spældi 30 minuttir og hevði eitt bjargingarprosent á 35%
Niklas Simonsen: Spældi 30 minuttir og hevði eitt bjargingarprosent á 48%
Føroyar - Kolumbia 32-20 (18-13)
Helgi Hildarson Hoydal 12, Áki Egilsnes 7, Rói Berg Hansen 7,
Pætur Thomsen 2, Eirikur Simonsen 2, Allan Norðberg 1, Kjartan Johansen 1
Málmenn:
Niklas Simonsen: Spældi 30 minuttir og hevði eitt bjargingarprosent á 35%.
Tóraldur Kollsker Spældi 30 minuttir og hevði eitt bjargingarprosent á 53%