mánadagur 26. oktober 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. oktober 2015 · Nr. 123
ítróttur
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Í blaðnum í dag hava vit sett fokus á borðtennis, sum
í hvørjum nærkast deyðanum. Hølistrupulleikar er
stóri syndarin, nú bara 28 spælarar møttu til kapping
um vikuskiftið. Kappingin var hildin í leigaðum
skúlahølum, og luttakaratalið hevur ikki verið lægri
síðani 1980.
Í greinini verður tosað við 16-falda FM vinnaran
Peter H. Niclasen.
– Vit vístu tá á eina felags loysn – allarhelst
við íblásturi frá ferðum okkara á oyggjaleikum,
har eitt nú Isle of Man, Guernsey og Hetland hava
eina sokallaða multi-høll– ella miðstøð, har fleiri
ítróttargreinar vóru undir sama taki. Hesin leistur
gevur jú møguleikar fyri synergi millum venjararnar
í ymsu ítróttargreinunum, har teir kunnu práta
saman um venjingar og so framvegis. Harumframt
er møguleiki fyri stórum sosialum felagsskapi,
heldur enn um tú bara ferðast ímillum fólk úr egnari
ítróttargrein, sigur Peter í greinini.
Her klári eg væl at fyglja honum. Vit hava eisini
tosað um tað sama viðvíkjandi hondbólti og flog
bólti. At fáa alt undir eitt tak gevur fleiri fyrimunir,
heldur enn at byggja einkultar hallir, ella leiga
einkult høli til tær ymisku ítróttargreinarnar.
Tað verður nú uppgávan hjá øllum, sum fáa við
hesar ítróttargreinarnar, at tryggja at komandi
býrásval kemur at snúgva seg um framtíðarloysnir
fyri allan ítrótt.
Vit hava sum mál at fáa oyggjaleikirnar hendan
veg, og vit ynskja at klára okkum væl í ítrótti kring
heimin. So mugu vit eisini tora at hugsa størri og
betri, enn at hava borðtennis kappingarar í einum
leigaðum skúlahøli.
Næstan allar ítróttargreinar eru í holt við at fáa
sínar 15 minuttir av »fame«, tí tær hava dugað at
skipað seg í felag, og gera stórar finaludagar. Her
í millum finaludagurin, har borðtennis, judo og
badminton hava felags dag.
Vilja vit stimbra tey yngru til at legga Ipad’in frá
sær, so er hetta eitt gott høvi. Við vón um, at vit tora
at hugsa størri, betri og øðrvísi.
P.S. Annars skal ljóða eitt til lukku til U21 landsliðið
í hondbólti, sum vann IHF Trophy kappingina.
Deiligt at síggja, at landsliðshondbóltur ger um
seg aftur. Eisini eitt til lukku til Bjarna Nielsen og
Óla Arnfríðuson Andresen, sum vunnu North Isles
Strongest Man, sum varð hildin í Lerwick í Hetlandi
leygardagin.
Smærru
ítróttar
greinarnar
mugu
bjargast
www.svimjing.com:
Mest merkisverdu úrslit vóru væl tá ið Sára R. Nysted og Signhild Joensen
settu juniormet í ávikavíst 100 blandað og 200 rygg.
www.b68.fo:
Í dag hevur Tofta Ítottarfelag gjørt avtalu við 57 ára gamla íslendingin
Páll Guðlaugsson, sum kemur at verða venjari hjá B68
www.if.fo:
Alex er ikki ókendur í Fuglafirði, tí fyrrverandi landsliðsliðskiparin og ÍF
verjukempan, Kristian Petersen, er verfaðir hansara.
www.b36.fo:
Alex er ikki ókendur í Fuglafirði, tí fyrrverandi landsliðsliðskiparin og ÍF
verjukempan, Kristian Petersen, er verfaðir hansara.
www.hb.fo:
Niklas Thomsen skiftur nú til Havnar Bóltfelag. Niklas Thomsen sum er 20
ára gamal hevur leikt 21 dystir fyri lítlabeiggja á Argjum.
www.hsf.fo:
Úrslitini í dag lagaðu seg soleiðis, at Føroyar hava vunnið IHF Trophy 2015
Ítróttar
klumman
Tróndur Arge
Bárður Olsen
neyvari enn hinir
Bárður Olsen vann 4. umfarð í FM
kappingini, sum var um vikuskiftið
í hølunum hjá Havnar Dartfelag
Tróndur Arge
Undirtøkan til kappingina
var góð, og luttakaratalið
sær út til at verða javnt gott.
Tað vóru 40 luttakarar í ein
masleikið hjá monnum og 9
kvinnur. 20 pør í Tvímans
leikið.
Í einmansleiki hjá monn
um fór Bárður Olsen avstað
við sigrinum. Hann er nú væl
á odda í FM kappingini, sum
skjótt er komin í helvt.
Bárður Olsen vann í final
uni á Peturi Thomsen, sum
í farna kappingarári millum
annað vann Tórshavn Open.
Bárður hevði eisini fægst
pílar við 14, meðan Henning
Thomsen hevði hægst út
gang við 118.
Í tvímansleiki hjá monn
um vunnu Bogi Isaksen og
Hans Eivind Olsen, meðan
Annika Joensen vann í ein
mansleiki hjá kvinnum.
5. umfar í FM kappingin
verður vesturi í vágunum
leygardagin 14. november.
Heimasíðurnar skriva:
fótbóltur landsliðið
Einmansleikur, kvinnur:
Annika Joensen, Team Sandoy
Joan Edvør Thomasen, VDF
Elisabeth Nicolajsen, Team
Sandoy
Sólveig Skorastein, HDF
Einmansleikur, menn:
Bárður Olsen,HDF
Petur Thomsen, Toftir
Jón Johansen, VDF
Jan Mc, HDF
Tvímansleikur:
Bogi Isaksen KDF &
Hans Eivind Olsen, Team Sandoy
Jan Erik Fjalstein &
Jens Albert Simonsen, VDF
Jón Johansen &
Monrad Mouritsen, VDF
Regin Enghamar &
Jørgen Meitelberg, HDF
Hægstið útgangur:
Menn: Henning Thomsen, HDF
við 118
Kvinnur: Elisabeth Nicolajsen,
Team Sandoy við 66
Tvímansleikur: Valbjørn
Mittelstein & Jógvan Drangberg,
Team Sandoy við 110
Fagst pílar:
Menn: Bárður Olsen, HDF
við 14 pílum
Kvinnur: Soleig Skorastein, HDF
við 26 pílum
Tvímansleikur: Oddfinn Hansen &
Naldo, HDF
við 16 pílum
5. Umfar verður í hølunum
hjá Vága Dartfelag,
tann 14. november 2015.
Úrslit:
Savnsmynd