Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum November 2015 4 7 Eirikur Lindenskov Um góðan mánað byrjar Kristian Reinert Davidsen í nýggjum stjóra­ starvi í Nuuk í Grønlandi. Har skal hann stjórna Tele Greenland og Post Green­land, tvey almenn feløg, sum vórðu løgd saman fyri nøkrum árum síðani. Kristian R. Davidsen hevur sein­ astu níggju árini stjórnað Føroya Tele – og tí kennir hann væl til slíka sam­ skiftis­fyritøku í einum lítlum sam­ felag. Men tá vit tosa um stødd av sam­felag, so er tað bara fólkatalið, vit kunnu tosa um. Tí í vídd hevur virkis­økið hjá Kristiani R. Davidsen astro­nom­iskar støddir borið saman við okkara lítla Føroyaland. Bara Godthåbsfjørðurin er so stórur, at hann rúmar øllum Føroyum. Tele Greenland hevur trý høvuðs­virkisøki: Televerkið, post­verkið og strandarradio, sum hevur samskiftið sjófólkið kring grøn­lendsku strendurnar og sam­skifti við flogferðslu. Stovn­urin er skipaður sum al­ment parta­felag, eins og Føroya Tele. Felagið hevur eini fimtan av­greiðslu­støð kring landið, har tey hava telenbúð og post­avgreiðslu. Tvær ferðir Føroya Tele Tað eru sum vera man serliga av­ bjóð­ingar við at menna samferðslu­ kervið í Grønlandi. Har er einki vega­ samband millum bygdir og býir. Tí verður flogið við flogførum og tyrlum. Tele­samskifti er tí annaðhvørt við radio­ketum – sum er luftborið samand yvir landjørðini, ella við fylgi­ sveina­sambandi. Tele Greenland hevur tí stóran týdning í grønlendska samfelagnum. Eins og í Føroyum er felagið skip­að sum alment partafelag, har land­ ið eigur allan partapeningin, og har landið velur nevndina, tó at starvs­ fólk­ini velja síni umboð í nevndina. Men felagið er á leið tvífalt so stórt sum Føroya Tele, og har starvast 500 fólk. Felagið hevur um 800 milliónir krónur í umsetningi, meðan Føroya Tele hevur um 500 milliónir. Á Føroya Tele samstakinum starvast um 250 fólk. Av tí at Grønland er so stórt, so krevur tað sjálvandi fleiri fólk upp á seg enn í Føroyum. Útlendingar í leiðandi størvum Útboðið av skikkaðari arbeiðsmegi í Grønlandi er ikki sum í Føroyum. Tí eru rættiliga nógvir danir í leiðandi størvum og í vitanartugnum størv­um. Av tí sama, so hevur ein fyritøka sum Tele Greenlandi einar 100 tænastu­ íbúðir til starvsfólk, sum koma fyrst og fremst úr Danmark til Grønlands at røkja leiðandi upp­gávur. Felagið hevur eisini íbúðir til leiðsluna. Sambandið við Danmark er nógv tættari í Grønlandi, enn í Føroyum. Alt í fyritøkuni verður skrivað á tveimum málum, bæði á grønlendsk­ um og donskum, eisini øll boð, sum verða send til starvsfólk. Einasta blaðið í Grønlandi, Sermitsiaq/AG skrivar eisini allar greinarnar á báð­ um málunum. Stórur partur av fólkinum í Grøn­ landi skilir snøgt sagt ikki grøn­ lendskt. Tað verður vanliga sagt, at yvir­menn á skipum eru føroyingar, með­an stjórar og leiðarar eru danir. Headhuntaður til starvið Talan er um eitt avbjóðandi starv, sum Kristian R. Davidsen skal røkja. Og talan er eisini um ein heitan sess, tí stórur gjøgnumtrekkur hevur verið av stjórum í Tele Greenlandi seinastu árini. Í løtuni røkir ein settur stjóri upp­ gávuna, sum Kristan R. Davidsen tekur við 1. desember. Hann er settur í fast starv, men dylur ikki fyri, at stjóra­státtmálin sjálvnadi bara heldur fram til hann sjálvur sigur upp – ella til hann verður sagdur úr starvi. Í februar í ár setti donsk head­ huntarar­felag seg í samband við Kristian Davidsen fyri at fáa hann at taka við leiðsluni av Tele Greenland. – Hetta starvið ljóðaði sera áhuga­vert, og eg var tá og tosaði við nevnd­ina. Men tilgongdin gekk nak­ að seint, sigur Kristian R. Davidsen. Síðani gekk tíðin, og hann læs um, at ófiriður var í felagnum. Eitt nú høvdu undirstjórar kært nevndar­for­ mannin til landsstýrið, tí at trupul­ leikar vóru við honum. – Hetta gjørdi sum vera man, at eg misti áhugan fyri starvinum, og so var ikki meira at tosa við nevndina um, sigur hann. Men í maimánaði var aðalfundur í Tele Greenland, og tá varð øll nevnd­in skift út. Forkvinna í nýggju nevndini gjørdist nú Stine Bosse, sum vit eisini kenna sum forkvinnu í BankNordik. Og nú royndu tey aftur eftir før­oyska telestjóranum. – Stine Bosse sendi boð eftir mær, og hon spurdi, um eg vildi átaka mær uppgávuna, greiðir Kristian R. Davidsen frá. – Vit tosaðu um hetta heima við hús, og endin var, at vit tóku avgerð­ ina eftir rættiliga stuttari tíð. Stjórin eigur ikki starvið Kristian R. Davidsen hevur verið stjóri í Føroya Tele síðani 2006, og hann held­ur, at tíðin hjá sær sum ovasta leiðsla á Føroya Tele nærkaðist enda­num. – Hetta hevur verið eitt sera spenn­andi starv, og vit hava nátt góð­um úrslitum. Men vit síggja jú mynstr­ið, at fáir stjórar sita longri enn 10 ár í starvinum, sigur Kristian R. Davidsen. Fyrr var øðrvísi, tí tá »áttu« stjór­ar­ nir størvini at kalla alt lívið. – Nú kom so ein kjansur. Eg hevði hugsað um, at stjórar sita mangan ov leingi og verja sín stól og sína góðu løn. Tað ger, at teir ikki taka teir váðar, sum teir eiga at taka, og tí verður eingin framdrift. Eg vildi steðga, áðrenn eg kom hartil, sigur Kristian R. Davidsen, sum tó leggur afturat, at hetta sjálvandi ikki er galdandi fyri allar stjórar. Og hóast landið er nógvar ferðir størri enn Føroyar, so er talan um tvær fyritøkur, sum líkjast. Tele Greenland hevur telemonopol í Grøn­landi, men kapping er á breið­bands­ økinum, og har eru aðrir aktør­ ar, sum vilja hava kapping –  og tað er eitt politiskt mál í Grønlandi at liberali­sera telemarknaðin. Tí verður uppgávan hjá Kristiani R. Davidsen at effektivisera kunda­ tæn­astuna og gera felagið búgvið til kapp­ing. – Tí hevur hetta starvið mín stóra áhuga, sigur Kristian R. Davidsen, sum tó sigur, at talan verður um eina av­markaða tíð. Fyrstu tíðina verður hann einsa­ mallur í húskinum í Grønlandi, men móti sumri koma konan og 10 og 12 ára gomlu døturnar eisini. Vaksni sonurin verður eftir í Føroyum. Hóast familja kemur yvir í summ­ ar, so hevur hann eina so mikið fleksibla avtalu, at hann kann ferðast ímill­um, um familjan ikki skuldi trivist í Grønlandi. eirikur@sosialurin.fo Kristian Reinert Davidsen Skal stjórna 500 starvs­fólkum í Nuuk Eitt head-huntarafelag í Danmark fekk uppgávuna at finna nýggjan stjóra at leiða umstrídda stjórasessin í Tele Greenland. Valið fall á stjóran á Føroya Tele seinastu níggju árini, Kristian Reinert Davidsen Men vit síggja jú mynstrið, at fáir stjórar sita longri enn 10 ár í starvinum Kristian Reinert Davidsen skal stjórna Tele Greenland og Post Greenland, tvey almenn feløg, sum vórðu løgd saman fyri nøkrum árum síðani. Mynd: Álvur Haraldsen