Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum November 2015 5 7 Kristian Reinert Davidsen ■ Føddur: 1966 – 49 ár ■ Útbúgving: Sivilverkfrøðingur frá DTU 1991, HD frá CBS 2002 ■ Størv: 1991-95 Telefonverkið í Føroyum 1995: Í starv hjá Ericsson, har hann var deildarstjóri á norðurlendskari deild í Keypmannahavn 2003: Stjóri á Strandfaraskipum Landsins 2006: Stjóri á Føroya Tele 2015: Stjóri á Tele Greenland Náddi ikki málunum á Føroya Tele – Nei, eg náddi ikki teimum málum, sum eg hevði sett mær fyri, áðrenn eg byrjaði í starvinum sum stjóri á Føroya Tele. Tað sigur Kristian R. Davidsen, sum um mánaðarskiftið skfitir stjórastólin á Føroya Tele út við stjórastólin á Tele Greenland. Og hann leggur afturat, at hann er fegin um, at hann ikki náddi teimum málunum. – Tí tað vóru ikki tey røttu málini, eg hevði sett mær. Tá høvdu vit ætlan um at vaksa umsetningin. Vit gjørdu stórar íløgur og vuksu nakað um umsetningin og effektiviseraðu nógv. Kristian R. Davidsen leggur dent á, at tað hevur stóran týdning at tú veitst, hvønn veg tú fert. – Og vit fóru rætta vegin, og tí havi eg nátt teimum málum, sum vóru tey røttu málini fyri Føroya Tele, sigur Kristian Davidsen. Hann sigur, at hann er vaksin við uppgávuni, og at hann hevur lært nógv av góðu fólkunum á Føroya Tele, sum vóru við til at seta røttu kósina. Flyta fegin heim til góð størv – Eg haldi ikki, at mytan passar um, at fólk í vitanarstørvum uttanlands ikki vilja flyta heim. Tað sigur Kristian R. Davidsen. Á Føroya Tele fáa tey altíð nógvar umsóknir frá føroyingum uttanlands, sum vilja í starv hjá Føroya Tele. Tí heldur Kristian Davidsen, at tað er lætt hjá eini fyritøku, sum Føroya Tele at fáa fatur á føroyingar uttanlands at manna vitanartung størv í Føroyum. Í Grønlandi er tað ein stór avbjóðing, tí har so lítið av skikkaðari arbeiðsmegi. – Tey koma so at siga av sær sjálvum, og vit fáa sett øll vitanartungu størv vð føroyingum, sigur hann. Av tí at tað eru so nógvir útlendingar í ymsum størvum í Grønlandi, so er kontinuitetur ein stór avbjóðing. Nógvir danir nýta eitt gott starv í Grønlandi sum lopfjøl at sleppa víðari, og tí er stór útskifting í umsitingini. Risa stórar íløgur Hóast Grønland í fólkatali kann samaberast við Føroyar, so eru stórur munur á avbjóðingum á undirstøðukervinum. Sum dømi nevnir Kristian R. Davidsen, at ein hin fyrsta avbjóðingin hjá honum verður, at Tele Greenland skal leggja ein sjókaðal frá Nuuk til Aasiaat umvegis Maniitsoqo og Sisimiut. Harumframt verður arbeitt við eini ætlan at byggja eina sonevnda radioketu úr Aasiaat til Ilulissat, sum fer at bøta munandi um breiðbandstænasturnar í býunum Qasigiannguit og Ilulissat. Verkætlanin kostar umleið 250 millonir krónur. Hetta verður gjørt fyri at tey 8.000 fólkini har á leiðini skulu kunnu hava nøktandi breiðbandsamband. Tað svarar til, at til dømis eitt økið sum Klaksvík í Føroyum ikki fekk nøktandi breiðbandssamband. Til samanberingar so er longsti kaðalin í Føroyum til Suðuroynna. Har eru tveir kaðalar, sum kosta 10 milliónir krónur. Taka vit so Shefakaðalin millum Føroyar og Skotland, so kostaði hanní 2007 150 milliónir krónur.