mánadagur 26. oktober 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
November 2015
6
7
Bakkafrost
Risaútbygging
tryggjar góðsku
og betri sporføri
Stóra útbyggingin á Glyvrum skal tryggja kappingar
føri, arbeiðspláss, góðsku og hægri sporføri
Vilja varðveita
arbeiðsplássini
Kappingin er so hørð á altjóðamarknaðinum,
at íløgur mugu gerast fyri at tryggja at ar
beiðsplássini verða í Føroyum
Tað er harða kappingin á altjóða marknað
inum, sum fyrst og fremst fær Bakkafrost til at
gera risaíløguna á Glyvrum.
Nýggj virkið stendur fyritøkuni í einum 500
milljónum krónum, tá ið tað stendur liðugt,
men tá er alt virksemi – umframt smoltstøðir
og aling – lagt saman í nýggja framleiðslu
bygninginum.
– Kappingin er so hørð í dag, at skulu vit
tryggja, at vit framhaldandi varðveita arbeiðs
plássini í Føroyum, so mugu vit gera arbeiðs
gongdirnar betri og hækka góðskuna. sigur
Regin jacobsen, stjóri á Bakkafrost.
Hann vísir á, at tildømis fleiri av norsku
kappignarneytunum senda alifiskin av
landinum at viðgera víðari. Fleiri fyritøkur
senda laksin til Pollands, har tímalønin er
munandi lægri enn á okkara leiðum.
Nýggja virkið er ætlað at vera millum tey
mest framkomnu í heiminum.
Arbeiðsgongdirnar eru rationellar og alt
gongur í veruleikanum eftir einari linju úr
einum enda á virkinum til tað kemur útaftur
sum liðugvøra í hinum endanum.
Onki fer til spillis og alt vatn verður reinsað
og endurnýtt. Slógvið fer sum ensilasja til
virkið á Eiði.
Bakkafrost
Eini 300 fólk fara at arbeiða á nýggja virk
inum á Glyvrum, tá ið tað er farið at arbeiða
við fullari ferð.
Virkið er gjørt at kunna arbeiða 100.000
tons um árið, men sum til dømis í ár, so tekur
fyritøkan á leið 50.000 tons av laksi.
–Tað er avgerandi fyri okkum, at arbeiðs
plássini eur í Føroyum, men tað er eisini neyð
ugt at vit kunu arbeiða fiskin effektivt, tí vit
kappast við aðrar, sum alla tíðina menna seg,
sigur Regin Jacobsen.
Bakkafrost hevur í løtuni deildir í Klaksvík,
Fuglafirði, Kollafirði og Strondum. Tað virk
semi, sum fer fram har verður flutt á Glyvrar,
eðan alingin og smoltstøðirnar framvegis eru
virknar kring landið.
Árni Gregersen
Tað verður ein kollvelting fyri Bakkafrost, tá ið
nýggja virkið á Bakka á Glyvrum verður tikið
í brúk næsta summar.
Talan verður um eina framleiðslueind, sum
er fylt við framkomnari tøkni og sum kann ar
beiða eini 100.000 tons av alilaksi um árið.
Í løtuni verður arbeitt við fullari orku. Um
ein mánaða ella so verða mongu fermetrar
nir undir taki og so verður arbeitt eftir tíðar
ætlanini, so virkið fer at kunna taka ímóti fiski,
kryvja og pakka feskan og frystan heilan
laks í øðrum ársfjóðringi næsta ár og fer at
kunna seta fulla ferð á framleiðsluna í triðja
ársfjóðringi.
Nýggja framleiðsluvirkið kann gagnýta alt
av tí fiski, sum kemur inn á virkið.
Alilaksurin verður útfluttur sum heilur
laksur, men fyritøkan hevur sett sær sum
mál, at minst 40 prosent av framleiðsluni
skal vera lidnar portiónir, sum fara beinleiðis
til brúkaran. Hetta verður gjørt longu nú, men
umstøðurnar broytast munandi við nýggja
virkinum.
Risa útbygging
Tað er ein risaútbygging, sum Bakkafrost er í
gongd við . Tá ið alt er liðugt, so verður talan
um einar 20.000 fermetrar, men tá er eisini
øll framleiðslan savnað á Bakka.
Alistøðirnar og smoltstøðirnar eru fram
vegis kring landið, men allur fiskur verður
fluttur til nýggja virkið á Bakka, sum virkar
bæði feskan laks til útflutnings, umframt
portiónir av laksi, sum fara beinleiðis til brúk
aran.
Sum tað liggur í kortunum, so fara eini
300 fólk at arbeiða á virkinum. Hetta er tann
parturina v fólkinum í fyritøkuni, sum í lø’tuni
arbeiða í Klaksvík, Fuglafirði, Kolafirði og á
Strondum og sjálvandi á Glyvrum.
Afturat teimum eru so øll tey, sum eru
partar av alingini sjálvari á alistøðunum kring
landið, umframt tey, sum arbeiða á Havsbrún
í Fuglafoirði-
Útbyggingin á Bakka byrjaði í 2013. Hetta
er størsta virkisútbygging í Føroyum og ein
av teimum mest framkomnu av sínum slag.
Talan er um eina íløgu á umleið 450
milljónir krónur.
Nýggja virkið kann gerandisdagar arbeiða
um 100.000 tons av laksi, men verður eisini
arbeitt um vikuskiftið, so ber til at arbeiða
uppaftur meira.
Bakkafrost tekur í løtuni áleið 50.000
tons av laksi um árið, so virkið er eisini fram
tíðartryggjað.
At orkan er so stór ger eisini, at skuldi
tað av einari ella aðrari orsøk gjørst neyðugt
at taka óvanliga stórar nøgdir av laksi, so
megnar virkið eisini at arbeiða undan.
Stór verkætlan
Verkætlanin á Bakka er risastór, sæð í før
oyskum høpi.
– Ja, hetta er stórt, sigur tekniski verk
ætlanarleiðarin, Brian Højgaard, verkfrøðingur.
– Tá ið alt er talt saman og fyristingar
bygningurin er komin afturat, so er talan um
einar 20.000 fermetrar undir taki, sigur hann.
Umframt at talan er um eitt stórt virki, so
er tað eisini talan um eitt framkomið virki við
nógvum framkomnum loysnum.
Til dømis er tað gjørt soleiðis, at tá ið Hans
á Bakka kemur við livandi fiski, so verður
hann førodur inn á virkið, livandi, gjøgnum
leiðingar undir havnalagnum.
Tá ið fiskurin so kemur inn fær hann
elstoyt áðrenn hann verður blóðgaður og
síðani víðari góðskaður.
Meðan tað er vanligt, tá ið eldri virkir verða
bygd út, atd arbeiðsgongdin gongur í ring,
so er nýggja virkið gjørt soleiðis, at fiskurin
kemur inn í øðrum endanum og lidna fram
leiðslan so kemur út í hinum endanum.
– Endamálið við virkinum er at hækka
góðskuna og sporføri, men eisini at vinna
nakrar rakstrarligar fyrimunir, sigur Brian
Højgaard, verkætlanarleiðari.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost
Tað verður lætt at sleppa til, tí eitt tekniskt loft er gjørt yvir framleiðsluhølunum
Brian Højgaard er tekniskur verkætlanar
leiðari á stóru verkætlanini á Glyvrum
Flakahøli