Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum November 2015 10 7 Eyðfinn Reyðberg 1.000 fólk í arbeiði, útflutningur fyri tríggjar milljardir, eitt avlop áðrenn skatt uppá 1,2 milljard krónur, og har alivinnan hevur goldið meir enn hálva milldard í partafelagsskatti sein­astu tvey árini, ger alivinnuna til fremstu føroysku vinnuna í dag. Størsta føroyska alifyri­tøkan Bakka­frost er farin um 10 milljardir í virði, og verður tikið støði í samlaðu inn­tjen­ing­ini hjá alivinnuni sum heild, og har út­gangsstøði verður tikið í virð­inum hjá Bakkafrost, so er saml­aða virðið av før­oysku alivinnuni í dag í minsta lagi 15 milljardir krónur til­samans. Afturat hesum kemur, at ali­ vinnan í løtuni ger stórar íløgur, sum í høvuðs­heitum verður fíggjað bein­ leiðis yvir raksturin. Alivinnan hevur so at siga onga netto rentuberandi skuld, og avlopstigið er sera høgt, og liggur um 30 prosent. Tað vil siga, at alivinnan hevði eitt avlop uppá 1,2 milljard samanlagt av einum umsetningi uppá 3,8 milljardir krónur í 2014. Starvsfólkakostnaðurin var 341 milljónir krónur til tey knappliga 1.000 starvsfólkini, ið nú arbeiða í ali­vinnuni. Tá starvsfólkakostnaðurin liggur undir 10 prosent av samlaðu søluni, ger hetta alivinnuna kappingarføra í mun til láglønarlond sum Polen, sum av øðrum verður brúkt til eitt nú fram­leiðslu av laksaportiónum. Hetta tí at ein hægri tímaløn í Føroyum, ikki hevur so stóran týdning, tá lutfallsligi parturin av lønarkostnaðinum í ali­ vinnuni er so lítil. Eitt annað, sum nú eisini ger seg galdandi er, at prísurin fyri hvørt kilo av útfluttum laksi í 2014 lá heili 63 pro­sent omanfyri útflutningsprísin fyri hvørt kilo av toski. Bæði í 2011 og í 2012 lá kiloprísurin á laksi undir toskaprísinum, men sein­astu tvey árini er hann farin langt upp­um toskaprísin. Útflutningur hækkar Sum talvurnar vísa, so er føroyski laksa­útflutningurin hækkaður á hvørjum ári síðan 2010. Verður hugt longur aftur, so var útflutningurin á einum lámarki í 2006, tá útflutning­ urin av laksi bert var 374 milljónir krónur. Hetta var eisini árið, tá stórar um­ skipanir vóru gjørdar, og Bakkafrost sum vit kenna tað í dag, gjørdist veru­leiki. Hyggja vit eftir útflutninginum av laksi hesi seinastu tvey árini sæst, at útflutningurin hækkaður við meir enn einari milljard krónum. Hetta er ein heilt óvanligta stór hækking. Hetta ger at alivinnan hevur fingið nógv størri týdning fyri før­oyska út­ flutningin, og er nú vorðin tann ein­ staka vinnan, ið er týdningar­miklast fyri føroyskan útflutning. Í 2010 vóru 31 prosent av før­ oyska útflutninginum av fiski laksur. Hesin partur er hækkaður á hvørjum ári fram til 2014, tá 48 prosent av føroyska útflutninginum av fiski var laksur. Hetta vil siga, at onnur hvør inn­ flutningskróna í løtuni kemur frá laksa­vinnuni, og hendan útflutning megnar alivinnan at framleiða við 1.000 fólkum, og við stórum vinningi. Eitt, ið sjálvsagt hevur stóran týdn­ing, tá mett verður um út­flutn­ ing­in, eru broytingar í søluprísi. Talvan vísir, at prísurin í 2010 lá um 40 krónur fyri hvørt kilo, fyri síðan at lækka í 2011 og 2012. Hetta sæst eisini aftur á úrs­lit­inum hjá vinnuni, sum fall úr 800 milljónir krónur í 2011, niður í 263 milljónir krónur í 2012. Síðan er prísurin aftur hækkaður, og úrslitið er so at siga eksploderað í 2013 og 2014. Sølan nógv upp Frá einari sølu, sum lá nakað undir einari milljard í 2010, ella 820 milljónir krónur, er sølan hjá ali­vinn­ uni farin upp á hvørjum ári síðani, og kom uppá tilsamans 2.683 milljónir krónur í 2014. Talan er soleiðis um meira enn eina trífalding av søluni frá 2010 til 2014 hjá teimum fýra føroysku ali­ feløgunum. Við einum laksaprísi, ið liggur um 40 krónur fyri hvørt kilo, hava før­oysku alivirkini næstan ein trið­ ing eftir á botnlinjuni, eftir at allar út­ reiðslur eru drignar frá. Tað er tí ikki løgið at úrslitið gerst so gott, tá framgongd er í bæði nøgd og prísi. Avlopið áðrenn skatt var 267 milljónir krónur í 2010 og hetta var mett at vera eitt sera gott úrslit. Árið eftir í 2011 var eitt heilt óvan­ liga gott ár, og samlaða avlopið trí­ fald­aðist og kom uppá 801 milljón krónur. Í 2012 lækkaði laksaprísurin og heldur minni var tikið, og úrslitið Frá einum útflutningi, sum bert var 374 milljónir krónur í 2006, er útflutningurin av laksi eksploderaður og kom uppá 2.950 milljónir krónur í 2014. Laksur var í 2014 48 prosent av øllum fiskaútflutningi, og er nú týdningarmesta føroyska vinnan. - 500.000 1.000.000 1.500.000 2.000.000 2.500.000 3.000.000 3.500.000 2010 2011 2012 2013 2014 0 10 20 30 40 50 60 2010 2011 2012 2013 2014 Útflutningur av laksi úr føroyum 2010-2014 Laksur sum partur av fiskaflutningi Alivinna: Greining Alivinnan størsta føroyska vinnugreinin Alivinnan 48% og mest týdningsrmikil Gongdin hiðartil í 2015 vísir, at 2015 eisini verður eitt gott ár hjá føroysku alivinnuni. Mynd: Álvur Haraldsen