Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum November 2015 11 7 0 5 10 15 20 25 30 35 40 45 50 2010 2011 2012 2013 2014 - 200.000 400.000 600.000 800.000 1.000.000 1.200.000 1.400.000 2010 2011 2012 2013 2014 - 500.000 1.000.000 1.500.000 2.000.000 2.500.000 3.000.000 3.500.000 4.000.000 2010 2011 2012 2013 2014 - 50.000 100.000 150.000 200.000 250.000 300.000 350.000 400.000 450.000 2010 2011 2012 2013 2014 Laksur meðalprísur pr. kilo - útflutningur Føroyska alivinnan - avlop áðrenn skatt Føroyska alivinnan - nettosøla Føroyska alivinnan - vinningsbýti fall tá niður aftur á sama støði sum í 2010, og úrslitið gjørdist eitt avlop uppá 263 milljónir krónur. Í 2013 hækkar laksaprísurin aftur, og í 2014 enn meira. Meira verður tikið av laksi, serstakliga Marine Harvest tekur nógv í 2014. Hetta ger at samlaða úrtslitið nú verður so gott, sum vit ongantið fyrr hava sæð í før­ oyskari vinnusøgu. Samlaða úrslitið í 2013 táttaði væl í eina milljard krónur, við einum avlopi uppá 964 milljónir krónur, og í 2014 fór tað so væl uppum eina milljard krónur, tá samlaða avlopið hjá ali­vinnuni kom uppá 1.218 milljón­ir krónur. Bakkafrost átti ein stóran part av hesum avlopi við einum úrsliti uppá 899 milljónir krónur. Hetta svarar til at Bakkafrost einsamalt stóð fyri 74 prosent av samlaða avlopinum hjá teimum fýra føroysku alifyritøkunum í 2014. Bjørt framtíð Gongdin hiðartil í 2015 vísir, at 2015 eisini verður eitt gott ár hjá føroysku alivinnuni. Altjóða kanningar vísa eisini, at størri og størri eftirspurningur er eftir fiski til matna hjá fólki bæði í Evropa, USA, Russlandi og í Kina og Asia. Kanningar staðfesta eisini, at fólk eta meir og meir fisk. Gott nokk er tað framvegis á einum lágum støði, tá sæð verður í mun til hvat vit í Før­ oy­um sjálvi eta, men etur hvørt fólk meir í meðal, so hækkar eftir­spurn­ ing­urin eftir fiski munandi. Bakkafrost og Luna hava eisini gjørt stórar íløgur í nýggj anlegg, virki, skip og annað. Tað verður sera spen­nandi at fylgja gongdini í av­ kast­inum á hesum íløgum. Nýggja skipið Hans á Bakka fer vónandi at vísa seg at broyta alla tilgongdina í samband við aling á sjónum, og fer væntandi at spara Bakka­frost munandi útreiðslur, sum virkið hiðartil hevur havt. Tað er ein fyritreyt, skal ein vinna vera í fremstu røð, at íløgur leypandi verður gjørdar í nýggja tøkni og bestu vinnutólini. Hetta kann før­ oyska alivinnan gera í løtuni, og megn­ar enntá at fíggja íløgurnar við egn­um rakstri. Vit hava tí í dag eina vinnugrein alivinnan, og byggir á sunn virði um byrðardygd, sum klárar seg í altjóða kapping, í einum marknaði, har eftir­ spurningurin hækkar ár um ár. Alifeløgini eru øll væl fyri fíggjar­ liga og eru sjálvfíggjandi í dag. Hetta gevur teimum 1.000 starvsfólkunum góða trygd í sínum arbeiði, sam­ stundis sum arbeiðsplássið er spenn­andi, tá tað liggur í fremstu røð hvat menning og sølu viðvíkur. Og at hetta er gott fyri eigararnar, er sjón fyri søgn. 1.129 milljónir krónur eru útgoldnar í vinningsbýti frá teim­ um fýra føroysku alifeløgunum hesi seinastu fimm árini. Tá ein í dag hoyrir fólk í útlondum tosa um fisk, og at eta fisk, so meina nógv teirra við laks, tí tað er einasta fiskaslagið tey yvirhøvur eta. Tað, sum er hent í føroysku ali­ vinn­uni seinastu tíggju árini er merkis­vert, og avgjørt eitt fyridømi at ganga eftir, tað skapar so avgjørt virð­ing um nádd mál, og ikki minst um nýggjar ætlanir og mál, ið kunnu skapa enn størri framburð í vinnuni.