Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum November 2015 12 7 - 50.000 100.000 150.000 200.000 250.000 Bakkafrost Hiddenfjord Luna Marine Harvest Faroe Farming - 50.000 100.000 150.000 200.000 250.000 300.000 350.000 400.000 2010 2011 2012 2013 2014 - 200 400 600 800 1.000 1.200 2010 2011 2012 2013 2014 - 50.000 100.000 150.000 200.000 250.000 300.000 350.000 400.000 2010 2011 2012 2013 2014 Føroyska alivinnan - íløgur 2014 (tkr.) Føroyska alivinnan - skattur 2010-2014 (tkr.) Føroyska alivinnan - starvsfólk 2010-2014 Føroyska alivinnan - starvsfólkakostnaður (tkr.) Eyðfinn Reyðberg Føroysku alifeløgini hava havt skatt­ lig hall at framflyta frá undan­farn­um árum, og hetta hevur gjørt, at verulig gongd ikki er komin á skatta­gjald­ ingina fyrr enn nú í 2013 og 2014. Í 2013 var samlaði skatturin hjá alifeløgunum tilsamans 180 milljónir krónur, og í 2014 kom skatturin uppá 340 milljón­ir krónur. Tað vil siga, at samlaði skatt­urin fyri hesi bæði árini var samanlagt 520 milljónir krónur. Hesin skattur kemur bæði landi og kommunum til góðar. Eitt annað, ið eisini er gott fyri bæði land og kommunur, er tá vinnu­lívið ger íløgur. Tað skapar meir ar­beiði, og ger at tænastuvinnan fær meira at gera, nýtslan hækkar og inn­tøku­ grundar­lagið hjá bæði landi og komm­unum gerst betri. Sum talvan vísir, so gera alifyri­ tøkurnar í løtuni stórar íløgur í at tryggja sær allarbestu umstøður tá tað kemur til aling. Stórar íløgur verða gjørdar í smoltstøðir á landi, sum ger tað gjørligt at hava smolt gangandi undir skipaðum umstøðum á landi í longri tíð, áðrenn tey verða sett út á sjógv. Hetta gevur møguleika fyri einari styttri vakstrartíð á sjónum, sum ger at kapasiteturin á sjónum kann brúk­ ast betri. Tað vil siga, at tað verður gjørligt at ala størri nøgd av laksi við somu ringum. Spildurnýtt og stórt virki verður bygt á Glyvrum, har møguleikar verða fyri nýggj­ astu tøknini og bestu um­støð­ unum, tá talan er um fram­ leiðslu av laksi. Nýtt skip er komið Hans á Bakka, sum við sínum stóra kapasiteti kann gera arbeiði, ið áður hevur tikið langa tíð, uppá lítla og onga tíð. Um alt vil væl til, og gongst sum ætlað, so kann henda íløga vinna seg inn­aftur eftir bert fáum árum. Samanlagt gjørdu føroysku ali­fyri­tøkurnar íløgur fyri 370 milljónir krónur í 2014. Eisini í ár verða stórar íløgur gjørdar. post@sosialurin.fo Alivinna: Greining Alivinnan góð fyri landskassan 575 milljónir krónur í partafelagsskatti seinastu fimm árini hevur føroyska alivinnan goldið. Serliga í 2013 og 2014 hevur skattagjaldingin verið høg. Alivinnan tvífaldar starvs- fólkatalið eftir fimm árum Talið av starvsfólki í alivinnuni er tvífaldað seinastu fimm árini, og starvsfólkakostnaðurin er meira enn tvífaldaður, tá meðallønin er hækkað. Tað starvaðust við árslok 2014 tilsamans 983 fólk hjá teimum fýra føroysku ali­feløg­unum. Hesi fingu tilsamans 341 milljónir krónur í løn og lønartengdum gjøldum útgoldið frá virkjunum. Hetta svarar til eina meðalløn brutto uppá 29.000 krónur um mánaðin. Tá eru øll gjøld, sum ALS, eftirløn og tryggingar roknaðar við. Í 2010 var meðallønin 25.500 krónur til tey 530 starvsfólkini, sum tá vóru í starvi hjá føroysku alifyritøkunum. Samlaði umsetningurin hjá alifyritøkunum var 2.683 milljónir krónur í 2014. Tað vil siga, at umsetningurin var 2,7 milljónir krónur fyri hvørt starvsfólk í vinnuni. Tað hevur týdning fyri eitt hvørt starvsfólk at hava góða trygd í sínum arbeiði, tað vil siga at felagið klárar seg væl, trygd er fyri framtíðar arbeiði, og arbeiði er støðufast, so arbeiðast kann hvønn dag. Hesa fyritreyt uppfylla alifeløgini. Tað skapar meir ar­beiði, og ger at tænastuvinnan fær meira at gera Mynd: Álvur Haraldsen