Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 147 - 6. august 2004 Nr. 147 - 6. august 2004 3 Illa viðfarnir í Guantanamo Tríggir bretar, sum sluppu ú amerikonsku fangaleguni í Guantana- mo fyri fýra mánaðum síðani eftir at hava sitið har í meiri enn tvey ár, halda uppá, at teir vórðu illa viðfarnir, meðan teir sótu fangar. Í einari drúgvari frá- greiðing, sum sakførar- arnir hjá teimum trimum hava skrivað, verður millum annað sagt, at ein hermaður helt einari byrsu ímóti høvdinum á einum av fangunum, meðan hann varð av- hoyrdur. Hesin sami fangin hevur greitt frá, at hann bleiv sligin fleiri ferðir, og at hann fekk ikki frið at sova. Ein annar av fangunum greiðir frá, at hann bleiv koyrdur inn í eitt rúm við sterkum ljósi og hørðum tónleiki. Sambært frágreiðing- ini var ein bretskur her- yvirmaður ímillum teirra, sum avhoyrdu fangarnar, og hann nýtti eisini harðliga framferð. Bretska verjumálaráðið sigur, at tað fer at kanna skuldsetingarnar, men amerikanska verjumála- ráðið hevur haraftur- ímóti sagt, at tað fer ikki at gera nakað við málið. Venjingar í Murmansk Hesa vikuna hava ser- vandir russiskir her- menn verið við í einari venjing, har teir hava lært, hvussu teir skulu bera seg at, um onkur yvirgangsfelagsskapur skuldi roynt at fáa fatur á russiskum kjarnorku- vápnum. Venjingin, sum sam- bært Reuter er tann fyrsta av sínum slagi í Russlandi, hevur verið á leiðini við Murmansk. Russar hava nógv kjarn- orkuvápn á hesum leið- unum, og har eru eisini stórar goymslur við ymsum kjarnorkuburt- urkasti, sum kann vera vandamikið, fáa yvir- gangsmenn fatur á tí. USA og onnur lond hava leingi sagt seg stúra fyri, at yvirgangsmenn skulu royna at útvega sær kjarnorkuvápn ella tilfar til slík vápn úr Russ- landi, og nú er líkt til, at russisku myndugleik- arnir hava sett sær fyri at forða tí. Samstundis sum teir russisku hermenninir venja seg til at verja kjarnorkuvápnini, eru serfrøðingar í ferð við at tryggja goymslurnar við Murmansk. Hetta ar- beiðið er fíggjað við pengum úr fleiri lond- um. Horvnir í 54 ár Herfyri vórðu líkini av tveimum amerikonskum hermonnum, sum fullu í Koreakrígnum, grivin uppaftur, og í gjár komu tey til USA. Enn veit eingin, hvørj- ir teir báðir hermenninir vóru, men sambært teimum norðurkore- ansku myndugleikunum fullur teir í bardaga ímillum ta sjeyndu amerikonsku herdeild- ina og kinesiskar her- menn við býin Chosin í november ella desember í 1950. Líkini eru nú á einari herstøð á Hawaii, og har skulu serfrøð- ingar royna at fáa stað- fest, hvørjir teir báðir hermenninir vóru. USA misti 37.000 hermenn í krígnum í Korea, sum vardi frá 1950 til 1953. 8.100 hermenn komu ongantíð afturíaftur. Amerikanar- arnir hava leingi hildið uppá, at nógvir av hes- um monnunum sita framvegis í norðurkore- anskum fangalegum, men tað hevur Norður- korea avsannað. Í 1996 samdust londini um at kanna, hvat var vorðið av teimum 8.100 monn- unum. Higartil eru 180 lík funnin og send aftur til USA. So seint sum fyri nøkrum døgum síð- ani vórðu nøkur lík funnin afturat. Rockstjørnur í valstríði Fleiri av teimum best kendu amerikonsku rockstjørnunum hava gjørt av at skipa fyri konsertum í sambandi við forsetavalið í heyst. Bruce Springsteen, REM, Pearl Jam, Dixie Chicks og onnur spæla á konsertunum, og tey dylja ikki fyri, at tey vilja hava eina broyting í amerikanska politikkin- um. Við blaðið Los Angeles Times sigur Bruce Springsteen, at hann stuðlar demokrat- iska valevninum, John Kerry. Tað kemur ikki óvart á nakran, tí undir valstríðnum hevur Kerry nýtt fleiri løg hjá júst Bruce Springsteen sum t. d. "No Surrender", "The Rising" og "The Land of Hope and Dreams". Tann fyrsta konsertin verður í Pennsylvania í oktober, og síðani fara rockstjørnurnar til Flor- ida og sjey aðrar statir, har veljararnir fram- vegis ikki hava tikið støðu til, hvørt teir skulu velja Kerry ella Bush. Hóast Taliban-stýrið í Afghanistan bleiv rikið frá, hevur rørslan ment seg nógv síðani TALIBAN Árni Joensen fartekst@mail.dk Týsdagin kunngjørdi amerikanska herleiðslan í Afghanistan, at umleið 50 limir í Taliban vóru falnir í bardaga við amerikanskar hermenn. Sambært Reuter hevur eingin annar hevur váttað tíðindini, og diplo- matar siga við tíðindastov- una, at eru tíðindini sonn, er tað bara ein staðfesting av, at Taliban-rørslan er far- in at gera um seg av nýggj- um. The New York Times skrivaði mánadagin, at nógvir Taliban-hermenn fáa venjing í Pakistan, sjálvt um pakistanska stjórnin alment hevur sett rørsluni forboð fyri at virka í landinum. Ein talsmaður hjá pakistansku fregnar- tænastuni segði við blaðið, at nógvir pakistanar hjálpa Taliban-hermonnunum, og hann helt, at rørslan er eini 50 prosent sterkari í dag enn fyri bara einum ári síð- ani. Sambært talsmannin- um er rørslan so sterk í summum pørtum av Paki- stan, at teir almennu mynd- ugleikarnir hava ilt við at hava tamarhald á viður- skiftunum har. Amerikanskar keldur hava í seinastuni sagt, at Taliban er vorðið ein veksandi hóttan ímóti teim- um amerikonsku hermonn- unum í Afghanistan. Her- fyri gjørdi hjálparfelags- skapurin Læknar uttan Landamark av at fara úr Afghanistan, tí tað er ikki nóg trygt at arbeiða har. Vápnað havnareftirlit Ta seinastu vikuna hava amerikonsku myndugleikarnir hert eftirlitið í New York munandi. Í gøtunum ganga vápnaðir løgreglumenn, og í havnini sigla vápnaðir bátar aftur og fram. Her fer ein teirra fram við einari ferju nærhendis Manhattan Mynd: Reuters Fyri fyrstu ferð í meiri enn 50 ár hevur ST játtað Hollywood at taka ein film upp inni í aðalfundar- hølinum í ST-bygn- inginum FILMSUPPTØKA Árni Joensen fartekst@mail.dk ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, var hvørki til at høgga ella at stinga í, tá tann kendi filmsmaðurin Sidney Pollack herfyri spurdi, um hann kundi sleppa at nýta høvuðs- skrivstovuna hjá ST til eina filmsupptøku. Svarið var nei, og Kofi Annan kundi eisini vísa á, at hesa støð- una hevur ST havt í meiri enn 50 ár. Men á einum fundi fyri stuttum eydnaðist tað Sid- ney Pollack at sannføra Kofi Annan um, at filmurin skal vísa á, at diplomatiið er betri enn harðskapur, og so slakaði aðalskrivarin. Men hann hevði ikki heim- ild til at taka avgerðina einsamallur, og tí mátti hann fáa góðkenning frá øllum teimum 15 londun- um í trygdarráðnum fyrst. Tað eydnaðist eisini, og í summar hava Sidney Pol- lack og leikararnir so ging- ið runt í ST-bygninginum og vant seg við umstøð- urnar har. Millum leikarar- nar eru so kend nøvn sum Nicole Kidman og Sean Penn. Filmurin kostar 80 milli- ónir dollarar, og hann skal eftir ætlanini vísast í febr- uar næsta ár. UTTAN ÚR HEIMI Kidman og Penn í ST Taliban stóra framgongd Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út tvær bøkur eftir Jostein Gaarder, Heimurin hjá Suffíu og Appilsingentan BÓKAÚTGÁVA Heimurin hjá Suffíu er ein bergtakandi gáta, ein skald- søga, sum ger lesaran bils- nan, vitandi og glaðan. Bókin er týdd til 49 mál og er seld í meiri enn 25 milli- ónum eintøkum. Í 1995 var hon mest selda skaldsøgan í heiminum. Edvard Olsen hevur týtt til føroyskt. Ein dagin, tá ið Suffía kemur heim úr skúlanum, finnur hon eitt bræv í post- kassanum. Á lítla lepanum í brævbjálvanum stendur: Hvør ert tú? Hvaðani kem- ur heimurin? Hetta er byrjanin til heimspekiliga ævintýrið hjá Suffíu - frá Sokrates til Descartes, frá Spinoza til Hegel, Marx og Freud - saman við gátuføra lærar- anum í heimspeki, sum ikki vil siga, hvør hann er. Men hetta er ikki tað einasta gátuføra í bókini. Hví fær Suffía postin hjá Hildu? Hvør er Hilda? - og hvør er Suffía? Fyri at loysa gáturnar brúkar Suffía sín nýggja kunnleika til heimspeki, men svarið er nógv meira undrunarvert, enn hon hevði hugsað sær. Í søguni í søguni sigur Jostein Gaarder frá um heimspeki, um stóra loynd- armálið við lívinum og heiminum rundan um okk- um. »Ársins skaldsøga.... Søgan er so spennandi, at tú klárar næstan ikki at leggja bókina frá tær... Og bókin er ikki bara skrivað til tey ungu. Vaksin fólk fara heilt vist at gerast klókari,« skrivaði Harriet Eide í ummæli í Dagbladet Heimurin hjá Suffíu er 525 bls., umbrotin og prentað á Einarsprent og kostar 280 krónur í bóka- búðunum. Appilsingentan er fyrsta ungdómsskaldsøgan hjá Jostein Gaarder í tíggju ár. Hon kom í fjør út á 22 málum samstundis. Laura Joensen hevur týtt til før- oyskt. Ummælini av bókini í Noregi vóru sera góð: »Ungdómsbók, ið djarvt nemur við stórar spurn- ingar - lívið og deyðan,« skrivaði Dagbladet. Appilsingentan snýr seg um Georg, sum er fimtan ára gamal. Hann er sum aðrir stórir dreingir, men so ein dagin fær hann eitt bræv, sum pápin hevur skrivað til hansara, beint áðrenn hann doyði. Í bræv- inum skrivar hann um leitanina eftir tí gátuføru Appilsingentuni, ein duld- arfull vera, ið hann hittir tey mest óvæntaðu støðini. Appilsingentan er ein heit, veruleikakend og bergtakandi søga um at liva, elska og doyggja - ein nýggj hugvekjandi søga, sum væl tolir at verða sett undir liðina á øllum teim- um virðisløntu bókunum hjá høvdundanum. Appilsingentan er um- brotin og prentað á Hest- prent og kostar 140 krónur í bókabúðunum. Í hesum døgum er Jostein Gaarder í Føroyum í sam- bandi við Listastevnuna. Sunnudagin klokkan 16.00 fer Jostein Gaarder í sam- røðu við Ivan Niclsen at tosa um skaldskap sín. Tvær bøkur hjá Jostein Gaarder á føroyskum Dansk Røde Kors og Norges Røde Kors saman um at skipa sjúkrahús og koyr- andi sjúkraklinikkir í DAFUR økinum NEYÐHJÁLP Reyði Krossur Føroya Nú tað er eydnast neyð- hjálparfelagskapum at koma inn í landslutin Darfur at veita hjálp, er eitt sjúkrahús, ið annars stóð at kalla tómt fyri útgerð, gjørt somikið í stand við hjálp frá Reyða Krossi, at til ber at veita sjúkum og skaddum hjálp. Reyði Krossur Føroyar veitir kr. 50.000 í stuðul. Tað eru fólk og pengar frá Norsk og Dansk Røde Kors, sum hava fingið hetta í lag. Um ein milli- ón fólk á staðnum tørva hjálp, stórar mongdir av fólkinum eru flýdd undan harðskapi og neyðin er óendalig. Um 200.000 flóttar úr Darfur eru komin um markið til Tchad. Flóttalegan í Tchad hevur hjálp fyri neyðini, og fór flogfar 2. august úr Billund við mati, heili- vági og øðrum til tey neyðstøddu. Eisini er sjúkrasystur og annað hjálparfólk við. – Peningurin vit veita er fingin við gávum og innsavningartiltøkum seinasta vetur. Einhvør kann hjálpa okkum at hjálpa við at tekna seg sum lim, limagjaldið er: húski kr. 150,- og feløg o.l. kr. 400,- til Giro 53252 ella at veita okk- um eina gávu, kontu í peningastovnum. Til ber at ringja 905656, so tekur Føroya Tele kr. 100,- frá tær og avroknar til Reyða Kross, sigur Reyði Krossur Føroya í tíðinda- skrivi. Tú finnur heimasíður- nar hjá Reyða Krossi í øllum londum við at leita á WWW.redcross.fo Reyði Krossur við neyðhjálp til Darfur Hesin sudanesiski drongurin úr Darfur-økinum bíðar eftir neyðhjálp í Dredjin flóttafólkaleguni Mynd: Reuter Norski rithøvundurin, Jostein Gaarder við bókunum »Appilsingentan« og »Heimurin hjá Suffíu«, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags júst hevur givið út á føroyskum. Týtt bøkurnar hava ávikavist Laura Joensen og Edvard Olsen Mynd: Maria Olsen C M Y K 3 2