fríggjadagur 6. august 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 147 - 6. august 2004
Nr. 147 - 6. august 2004
5
Árligi fundurin á
Skarðinum verður -
um viðrar - sunnu-
dagin, 8. august.
Farið verður til gongu
niðan á Skarðið frá
Kunningarstovuni í
Fuglafirði kl.14.00
FÓLKAFUNDUR
Tíðindaskriv
»Fjallarøðuna« fer Napol-
eon Joensen, sum eisini
man eiga nøkur spor um
Skarðið, at halda. Annars
fara tey at hugna sær eins
og hini árini við felag-
ssangi. Sangheftir verða
býtt út av fyriskiparunum.
Í ár eru liðin júst 10 ár,
síðan Fuglafjarðar Forn-
minnisfelag fór undir hesar
fundir í samband við, at
ungdómar úr Fuglafirði,
vegleiddir av teim eldru,
umvældu varðarnar. Tískil
fer Uni Næs, prestur, eisini
at seta dám á løtuna við
nøkrum orðum uppi við
ovasta varðan, har siður er
at leggja tríggjar steinar í
varðan í navni Faðirsins,
Sonarins og Heilga And-
ans.
Tiltakið er ókeypis og øll
eru vælkomin, sigur Fugla-
fjarðar Fornminnisfelag.
Frá fólkafundi á Skarðinum í septemer í 1999. Frits Johannesen heldur røðu
Fólkafundur á Skarðinum sunnudagin
Streymviðurskiftini í
morgin, leygardagin,
eru tey bestu at gera
ein túr í Stóru Dímun
ÚTFERÐ
Tíðindaskriv
Í morgin, leygardagin, kl
10 fer Norðlýsið av Bursa-
tanga, meðan Johanna fer
av Vági kl. 12.30. Bæði
skipini vænta at verða undir
Dímun um 14 tíðina. Norð-
lýsið og Johanna vænta at
verða aftur við kai ávika-
vist í Vági og í Havn um 20
tíðina á kvøldið.
Fólki verður sett í land á
Stóru Dímun við gummi-
báti. So verður gingið upp á
Dímun við staðkendum
fólki. Ætlanin er at verða
uppi á oynni eini 3 - 4
tímar.
Hetta er fyrsti túrur hjá
Johannu í Dímun í nógv ár.
Tó so - í 50 og 60 árunum
bleiv
Johanna
mangan
brúkt til at føra seyð úr
Dímun, siga tey av Kunn-
ingarstovuni í Vági.
Gott at hava við
Heit og góð klæði, góðar
skógvar ella styvlar, mat-
pakka og ein heitan drekka-
munn. Hevur tú kikara við
tær, gerst túrurin óiva meiri
áhugaverdur. Best er um
viðføri verður borið í rygg-
sekki, eftirsum gangast skal
upp á oynna.
Tilmelding og prísur
Eftirsum tað er munur á
siglingartíðini hjá Norð-
lýsinum og Johannu er eis-
ini prísmunur.
Við Johannu kostar túr-
urin í Stóru Dímun er 250
krónur fyri vaksin, og 100
krónur fyri børn undir 14
ár.
Við Norðlýsinum kostar
túrurin 350 krónur fyri
vaksin og 175 krónur fyri
børn.
Bindandi tilmelding til
túrarnar skal gerast á
kunningarstovuni í Vági á
tlf. 284342 ella á kunn-
ingarstovuni á Tvøroyri tlf.
372480 í seinasta lagi
fríggjadagin 16.00. Skip-
arin á Norðlýsinum hevur
tlf. 218520.
Listastevna
Føroya
2004
Einar Ørn úr
Sugar Cubes í
Gallerí Riberhúsi
og á Vertshúsin-
um
Í sambandi við Smekk-
leysa-framsýningina í
Riberhúsi í Fuglafirði,
sum letur upp fríggja-
dagin kl. 16, kemur
bólkurin Ghostigital
við Einar Ørn á odda
úr Íslandi til Føroya.
Ghostigital fer at spæla
í Riberhúsi leygar-
dagin 7. august seinna-
partin og á Vertshúsin-
um kl. 22 sama kvøld.
Skráin í Riberhúsi
í Fuglafirði:
Fríggjadagin 6. august
kl. 16:
Framsýningin letur
upp:
Ólafur Engilbrechts-
son greiðir frá upp-
runanum til Smekk-
leysu
Leygardagin 7. august
kl. 17:
1. Curver:Bad Taste DJ
Mix
2. Úlfhildur Dagsdóttir
bókmentafrøðingur
heldur fyrilestur og
víst verður á sjónbandi
um Bjørk, Sugarcubes,
Sigur Rós og fleiri
3. Carl Jóhan Jensen
lesur yrkingar
4. Bragi Ólafson úr
Íslandi lesur yrkingar
5. Oddfríður Rasmus-
sen lesur yrkingar
6. Konsert Ghostigital
Johanna og Norðlýsið hittast
í Stóru Dímun
Í morgin, leygardagin, fara bæði Jóhanna og Norðlýsið til Dímunar við ferðfólki - tær fara ávikavist úr Havn og úr Vági
Fráferðir
fækka
Flogvallarstjóri og
flogskipari eru
samdir um, at ein
nógv longri flog-
vøllur kann
minka um frá-
ferðirnar
FLOGVØLLUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Verður flogbreytin í
Vágum longd heilt upp
í 1.800 metrar loyvir
hetta munandi størri
flogførum at flúgva til
Føroya. Flogskiparin
Hans Hansen heldur, at
tað er nóg mikið at fáa
flogfør til eini 130 fólk
at flúgva til Føroya.
– Tað er nóg mikið
við 130 fólkum. Gerast
flogførini enn størri, so
fer hetta at merkja
færri fráferðir, og tað
gongur í síðsta enda
útyvir tænastustøðið,
sigur Hans Hansen.
Og flogvallarstjórin í
Vágum,
Finnbogi
Niclasen, er samdur
við
flogskiparanum.
Hann grundar millum
annað síni sjónarmið á,
at flogvøllurin í Aber-
deen var longdur til at
taka størri flogfør enn
130 fólk, og hetta
gjørdi, at tað komu
munandi færri flogfør.
Spurdur,
um
ein
longd flogbreyt ikki
hevði
givið
betri
møguleikar fyri, at eitt
nú tey væl kendu "low-
cost" feløgini fara at
flúgva til Føroya, sigur
Finnbogi,
at
hann
loyvir seg at ivast í, um
tílík feløg hava tann
stóra áhugan fyri Før-
oyum.
– Tað ferðast eini
165.000 ferðafólk um
flogvøllin. Hetta tal
veksur spakuliga, um
eingin
samfelags-
kreppa stingur seg upp.
Føroyar eru ein ógvu-
liga avmarkaður mark-
naður, sigur Finnbogi
Niclasen.
Hóast
føroyingar
ikki eru nógvir, so eru
føroyingar raskir at
ferðast loftvegis. Finn-
bogi Niclasen heldur
fyri,
at
føroyingar
mugu
næstan
eiga
heimsmeti í flestum
ferðum
fyri
hvønn
íbúgva.
– Tað er ein fíggjar-
ligur spurningur,
hvørt flogvøllurin í
Vágum skal leingjast
og hvussu nógv. Tað
ger einki fyri trygd-
ina, um vøllurin
verður longdur heilt
út á 1.800 metrar,
sigur Hans Hansen,
flogskipari
FLOGVØLLURIN
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Royndasti flogskiparin á
Føroya leiðini hjá Atlantic
Airways, Hans Hansen,
heldur als ikki, at tað er so
trupult at flúgva til Vág-
arnar. Hann hevur stýrt
British Aerospace flogfør-
unum hjá Atlantic Airways
síðani felagið byrjaði at
flúgva til Føroya í 1988.
Hann heldur, at tað ganga
alt ov nógvar ósannar søgur
um, hvussu torført tað er at
flúgva til og úr Vágunum.
– Tað er ikki so galið av
flúgva til Føroya. Vit hava
eitt reglusemi, sum er oman
fyri 98%, og tað er tað
sama sum aðrastaðni, sigur
Hans Hansen, sum heldur,
at tað tær nógvu søgurnar
um vánalig floglíkindi ikki
eru annað enn leysasøgur.
- Tað eru nakrir fáir túrar
um árið, har tað er ófrið-
arligt at flúgva við flog-
vøllin, sigur Hans Hansen
Fjøllini no problem
Flogbreytin í Vágum 1.250
metrar. Tosað verður um at
leingja vøllin til 1.450
metrar. Somuleiðis verður
tosað um at leingja heilt út
á 1.800 metrar, sum riggar
betri við altjóða normar.
Hans Hansen sigur, at
verður flogvøllurin longdur
til 1.450, so vil hetta geva
heilt nógvar nýggjar møgu-
leikar.
– Sum er kunnu flogfør
við upp til 130 ferðafólk
lenda í Vágum. Men verður
flogbreytin longd til 1.450
metrar vil hetta gera tað
munandi lættari hjá tílíkum
flogførum at lenda, sigur
Hans Hansen.
Hann heldur ikki, at tað
er neyðugt at miðja ímóti at
skapa karmar fyri so nógv
størri flogførum enn 130
fólkum í Vágum.
Tað hevur eisini verið
uppi og vent, at tað ikki er
forsvarligt
at
leingja
flogvøllin í Vágum til
átjanhundrað metrar. Tað
hevur serliga verið sipað til,
at verður vøllurin longdur
til so mikið, so verður kom-
ið tætt at fjøllunum. Men
fyri trygdina og flogtekn-
iskt er tað eingin trupulleiki
um so er, at flogvøllurin
verður longdur til átjan-
hundrað metrar.
– Tað hevur ongan týdn-
ing, um breytin verður
longd tættari at fjøllunum
flogtekniskt. Tað ber væl til
at lenda, sigur Hans Han-
sen.
Somu áskoðan hevur
Rúni Højgaard, flogskipari
við Maersk eisini. Hann
dugir ikki at síggja nakran
trupulleika í, at vøllurin
verður longdur til átjan-
hundrað metrar, um hann
flogbreytin verður longd
móti Leitisvatni.
– Ein leingjan upp á
1.450 metrar vildi eisini
givið nógv fleiri møgu-
leikar, sigur Rúni Høj-
gaard.
130 milliónir
Royndi flogskiparin Hans
Hansen sigur, at tað er
neyðugt at vera realistiskur,
tí leingjan av flogvøllum er
sera kostnaðarmikið, og ein
nýggjur flogvøllur er enn
kostnaðarmiklar, hóast tað
hevði verið gott at havt
fleiri flogvøllir.
– Tað er ein fíggjarligur
spurningur, hvørt flogvøll-
urin í Vágum skal leingjast
og hvussu nógv. Tað ger
einki fyri trygdina, um
vøllurin verður longdur
heilt út á 1.800 metrar,
sigur Hans Hansen.
Kostnaðurin
fyri
at
leingja út á 1.450 metrar
verður mettur at kosta 130
milliónir. Hetta upplýsir
Finnbogi Niclasen, flog-
vallarstjóri í Vágum. Ætl-
anin at leingja upp til 1.800
metrar er leysliga mett til at
kosta 220 milliónir, men
tað hugskotið frá 1988 er
ikki gjøgnumarbeitt og
ongar tekniskar kanningar
fyriliggja.
Løgtingsformaðurin
heldur, at orðaskiftið
um ólavsøkurøðu
løgmans var eitt tað
tamasta í fleiri ár
ÒLAVSØKURØÐA
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Tingið nýtti í ár ikki meira
enn tveir dagar at viðgera
ólavsøkurøðu
løgmans.
Vanliga plagar viðgerðin at
taka minst tríggjar dagar,
men so var ikki í ár. Við-
gerðin var sett á fyribils
skránni fyri hósdagin, men
fiskidagarnir sluppu at
standa
einsamallir
á
skránni. Viðgerðin endaði
mikukvøldið á leið klokkan
átta á kvøldi. Nýggja sam-
gongan yvirlivdi væl og
virðiliga sína fyrstu styrkis-
roynd av hesum slag.
Løgtingsformaðurin,
Edmund Joensen, heldur
kortini ikki, at serliga nógv
minni tíð varð nýtt í ár í
mun til undanfarin ár.
– Vit byrjaðu stundisliga
klokkan
níggju
hvønn
morgun og arbeiddu út á
kvøldið. Tískil hevur tað
ikki verið nýtt so nógv
minni tíð í ár, sigur Ed-
mund Joensen.
Hann heldur, at orða-
skiftið í ár hevur verið
rættiliga tamt, og tað hevur
verið lítil dramatikkur at
hóma.
Løgtingsformaðurin met-
ir, at tað serliga hava verið
sjálvstýris- og búskapar-
mál, sum hava sett dám á
kjakið í tinginum. Og so-
leiðis plagar eisini at vera,
sigur Edmund Joensen.
Løgtingið fer til 18.
august at viðgera fiskidag-
arnar. Einki annað mál er á
skránni til 18., tá ið fiski-
dagarnir skulu samtykjast.
Fyrsta viðgerð av fiskidøg-
unum verður seinnapartin.
Tamt orðaskifti í tinginum
Hans Hansen:
Í Vágum er ikki so galið
Sum er kunnu flogfør við upp til 130 ferðafólk lenda í Vágum. Men verður flogbreytin longd til 1.450 metrar vil hetta gera tað munandi lættari hjá tílíkum
flogførum at lenda, sigur Hans Hansen
Hans Hansen heldur ikki, at møguleikarnir at flúgva í Vágum
eru so vánaligir, sum fólk hava lyndi at gera teir til
C
M
Y
K
5
4