Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 147 - 6. august 2004 Nr. 147 - 6. august 2004 7 – Arbeiðið fer helst at kosta einar tvær miljónir krónur, sigur formaðurin í teknisku nevnd, Súni í Hjøllum DÝPA HAVNINA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í løtuni verður ytsti hylurin í bátahavnini í Oyrunum dýptur. Súni í Hjøllum, formaður teknisku nevnd í Nes kommunu, sigur, at dýpt verður soleiðis, at allur hyl- urin fer at hava eitt dýpi á 4 metrar. Kommunan hevur eisini keypt brýr frá einum alibrúki at leggja út eyst- arumegin í havnini. – Við hesum arbeiði verður møguligt hjá teim- um størru deksførunum at nýta hylin, og harvið verð- ur eisini betri pláss í hylin- um undir Fiskamarknað- inum. Súni sigur, at grótið, sum verður tikið upp, verður brúkt til at leingja grótgarð- in vestanfyri bátahylin. Hann vísir á, at samlaða arbeiðið fer at kosta einar tvær miljónir krónur, tá ið tað er liðugt. Tað er felagið, Sea Star, sum hevur fingið hetta ar- beiðið at gera. Súni í Hjøllum fegnast um, at umstøðurnar í báta- havnini í Oyrunum nú verða uppaftur betur. Nes kommuna selir grundøkini í útstykkingini millum Gadd og Heygarnar fyri 160 krónur fyri fermeturin ÚTSTYKKING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Arbeitt verður nú við at leggja leiðingar í vegafør- ingina millum Gadd og Heygarnar, sum er nýggja útstykkingarøkið í komm- ununi. Hesin parturin av arbeið- inum fer at kosta umleið eina miljón krónur, tá ið ar- beiðið verður liðugt seinni í summar. Súni í Hjøllum, formaður í teknisku nevnd hjá Nes kommunu, sigur, at komm- unan hevur gjørt fyribils semju við eigararnar. – Grundøkir eru matrik- ulerað og tey, sum hava áhuga fyri at byggja, kunnu byrja longu í summar. Nes kommuna selir grundøkini í hesi útstykk- ingini fyri 160 krónur fyri fermeturin. Súni í Hjøllum sigur, at áhugi serliga er fyri at byggja á økinum inn móti Heygunum. Í løtuni verða nøkur hús bygd fram við vegnum inn Undir Nesið á Toftum. Borgarar á Nesi og Nes kommuna hava í mong ár roynt at fáa Landsverk at raðfesta vegastrekkið frá Nes kirkju og eystureftir. Umsíðir verða neyðugu ábøturnar nú gjørdar VEGAGERÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Formaðurin í teknisku nevnd í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, sigur, at nú er langt um leingi farið undir at breiðka landsvegin frá Nes kirkju og eystur- eftir. – Bæði borgarar á Nesi og Nes kommuna hava í mong ár roynt at fáa Landsverk at raðfesta hetta vegastrekkið. Súni ásannar tó, at tað hevur tikið óvanliga langa tíð at fáa gongd á hetta mál. – Vit kunnu tó bert fegnast um, at tað umsíðir eydnaðist at fáa gongd á hetta átroðkandi mál, sum leingi hevur kravt ábøtur. Hann sigur, at hetta arbeiðið kemur at kosta kommununi einar 500.000 krónur. – Tað verður Landsverk, sum kemur at bera tann stóra kostnaðin av hesum arbeiði, sigur Súni í Hjøll- um. Leggja leiðingar millum Gadd og Heygar – Tað verður eitt stórt framstig fyri borgararnar og kommununa annars at fáa eina býarætlan og eina byggireglugerð, sigur Súni í Hjøllum BÝARÆTLAN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinastu tvey árini hevur Nes kommuna arbeitt við at fáa eina góðkenda býar- ætlan fyri alla kommun- una. Tað er Fuglø-arkitekt- ar í Klaksvík, sum hava hjálpt teknisku nevnd við hesum arbeiði. Súni í Hjøllum sigur, at talan er um eitt stórt og drúgt arbeiði. – Um ársskiftið varð arbeiðið liðugt. Úrslitið lá alment frammi til við- merkingar, áðrenn bygda- ráðið so aftur skuldi við- gera málið. Vit fingu fleiri viðmerkingar, sum vit hava viðgjørt. Beint eftir summarfrítíðina skulu vit taka endaliga støðu. Formaðurin í teknisku nevnd væntar, at málið verður sent landsstýrinum til góðkenningar eina ferð í september. – Tað verður eitt stórt framstig fyri borgararnar og kommununa annars at fáa eina býarætlan og eina byggireglugerð. Nú fara fólk at vita, hvat tey kunnu vænta, og hvat tey kunnu halda seg til, tá um bygg- ing ræður, sigur Súni í Hjøllum. Býarætlan og byggireglugerð – Áhugi er serliga fyri at byggja á økinum inn móti Heygunum, sigur Súni í Hjøllum, formaður í teknisku nevnd Mynd: Vilmund Jacobsen Eitt átroðkandi mál verður nú loyst – Tað hevur tikið óvanliga langa tíð at fáa gongd á hetta mál, sigur Súni í Hjøllum, formaður í teknisku nevnd í Nes kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen Dýpa bátahavnina í Oyrunum á Toftum Ytsti hylurin í bátahavnini í Oyrunum verður nú dýptur, og brúgvar verða lagdar út eystarumegin Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 7 6