fríggjadagur 6. august 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 147 - 6. august 2004
Nr. 147 - 6. august 2004
9
Krabbagággan skrivar:
Eitt gistingarhús sunnan-
fyri við útsýni yvir hav og
egnari bátabrúgv. Tað ljóðar
fínt, og tað ljóðar eisini
dýrt.
Men dýrari enn so var tað
nú ikki. 125 krónur vóru
eftir av mínari 300 krónur
kvotu, tá eg vaknaði eftir
eina nátt á tveymanskamari
á Gistingarhúsinum undir
Heygnum á Tvøroyri.
Á pappírinum er Gisting-
arhúsið
undir
Heygnum eitt vallarheim.
Tú fært eina song og
atgongd til bað og køk.
Eingin morgunmatur stend-
ur fyri tær, tá tú vaknar.
Men í veruleikanum er
eitt stórt men.
Á einum vanligum vall-
arheimi finnur tú ikki in-
duktiónskókiplátur,
ikki
baðikar, ikki leðurmøblar,
ikki sjónvarp á hvørjum
kamari, fyri ikki at tala um
fýra ymisk sløg av hvít-
leykspressarum.
Tú fært heldur ikki eitt
fýramannafar at brúka,
termodraktir at lata teg í -
um tú skuldi brúkt tað -
tráður í langar banar og
eina risastóra grill at steikja
fongin á - alt samalt uttan
eyka kostnað.
Og so er tað líka reinfør-
ið.
- Je tolereri ikki at tað er
reint, sigur tann prátingar-
sami maðurin, Eirikur, sum
eigur gistingarhúsið, ið læt
upp fyri bert tveimum mán-
aðum síðan.
- Je krevji at tað skal vera
óluksáliga reint.
Seinni frætti eg úti í bý-
num, at hitt
gistingarhúsið í býnum,
Hotel Tvøroyri, um yvir-
høvur møguligt, skal vera
enn reinari enn hetta.
Eigarin er av góðum grund-
um ikki sørt stoltur um sítt
nýggja gistingarhús. Tá
hann keypti hetta húsið,
hevði eingin búð her í ára-
vís, letur hann okkum
skilja. Nú skínur tað innan
sum uttan.
Umframt at vera gisting-
arhúseigari er hann er skip-
ari og dugir eina góða
søgu og tvær afturat.
Myndamaðurin situr
og hálvgum durvar á
einum stóli, tá hann
verður vaktur við einum
naskum spurningi.
- Veitst tú hvat hatta er
fyri ein stólur tú situr á?
Tað veit hann ikki, men
gitir at tað er ein bambus-
stólur.
- Bambus? Nei hatta er
træ, gott træ. Veitst tú hvør
hasin stólurin er gjørdur til?
Tað veit myndamaðurin
heldur ikki.
- Anwar Sadat.
Tað var sum f...
Og so fáa vit alla søguna.
Anwar Sadat skuldi á al-
menna
vitjan
í
Danmark, so danski
staturin fekk gjørt stólar og
eina sofu til Anwar Sadat.
Men so bleiv stakkalin
skotin, og hvat ger man so
við spesialgjørdar stólar
sum hesar. Á onkran hátt
endaðu teir í Det Blå
Pakhus á Amager, har kom
ein
føroyskur
skipari
framvið, og restina av søg-
uni kenna vit.
Hvussu er og ikki, søgan
er góð, og stólarnir eru
útmerkaðir at sita í.
Gangandi eftir gøtuni á
Tvøroyri í tungum
sirmi leit-
Krabbagágga í egnum landi:
Krabbagágga í egnum landi:
Krabbagággurutan:
Havnin
Tvøroyri
Á síni ferð skal krabbagággan hjá Sosialinum liva fyri í
mesta lagi 300 krónur um dagin. Fyri hesa upphædd skal
hon gerast mett hvønn dag og helst sova undir føstum taki
hvørja nátt, ásannandi at Føroyar ikki eru nakað tjaldingar-
paradís.
Krabbagággan er ókunnufólk mestsum alla aðrastaðni
enn innanfyri ringvegirnar í Havn, og velur tí so ofta sum
gjørligt fyriskipaðar útferðir framum at fara einsamøll til
gongu.
Ferðaseðla- og útferðaprísir verða ikki íroknaðar í tær
300 krónurnar, sum krabbagággan hevur at liva fyri, men
hon fer at lata orð falla, um hesir tykjast henni ov dýrir, tí
eisini her roynir hon at vera sparin.
Krabbagággan hevur ongan bil, men tveir tumlar. So sært
tú nakran standa í vegjaðaranum og veipa við tumlinum,
kann tað væl vera okkara krabbagágga.
Krabbagággan
Tú kanst senda krabbagágg-
uni uppskot og góð ráð um
ferðamál og annað á teldu-
post adressuni:
krabbagaggan@sosialurin.fo
Hjálp krabbagágguni
Nassandi ígjøgnum
Suðuroynna
Myndir: Høgni Heinesen
Vágur
Sandvík
andi eftir morgunmati verði
eg tiltalaður á donskum.
Løgið at ein grønur vind-
jakki við hettu, morgunhár,
skitnar buksur og renni-
skógvar skulu taka alt før-
oyskt brá av mær, hugsi eg.
Hevði tað so verið tað, at eg
hevði ryggsekkin á baki-
num.
Men so ringir klokkan.
Bókstavliga. Kirkjan ringir
fólkið inn. Tað er sunnu-
morgun í kirkjutíð og eg
gangi úti sum eitt kloddafyl
og kenni meg sum dunna í
staraflokki.
Eftir kirkjutíð fara vit báðir
myndamaðurin
útferð.
Sluppin Johanna ger ein túr
inn í Tjaldavíkina - har ætl-
anin er at grilla teilendskan
mat. Men nú regnar, og vit
ivast í um túrurin verður
avlýstur.
- Der kom en træbåd sejl-
ende forbi vinduet for et
øjeblik siden, sigur ein
kvinna á gistingarhúsinum,
tá vit spyrja, um hon hevur
sæð eina slupp stevna inn
ígjøgnum fjørðin, so túrur-
in er neyvan avlýstur kort-
ini.
Fullfermd av fólki, tey
flestu lokal, men nøkur
ferðafólk eisini, stevnir
stásiliga gamla sluppin
úteftir fjørðinum. Hon fer
tó ikki langt. Tjaldarvíkin
er beint uttan fyri Tvøroyri.
Grillin kemur fram, og
skjótt byrjar at nøsin upp-
fanga matarroyk og senda
svongdarboð niður í mag-
an. Nógv, heilt nógv, tei-
lendsk grillspjót seinni fáa
vit báðir myndamaðurin
gjørt lítið annað enn at
smílast hvør eftir øðrum.
Provianterað er til minst
trýss fólk allan vegin til
Hetlands. Her manglar
einki.
Ætlanin er at vit skulu til
Vágs í dag, og tað passar
seg so væl at sluppin skal
heim aftur til Vágs, so
skjótt hon hevur sett fólkið
av á Tvøroyri aftur. Teir
umborð á sluppini
gera ikki mætari
enn at bjóða okkum og
hinum ferðafólkunum, sum
skulu til Vágs, at verða
verandi umborð.
- So hava vit eisini tuml-
að eina slupp, sigur mynda-
maðurin meðan vit taka lív-
ið av nøkrum grillspjótum
afturat á veg útaftur eftir
fjørðinum. Haðani fara vit
undir dekk og í koyggjuna.
Vit vakna ikki fyrr enn
sluppin hevur lagt at landi
og fara beinleiðis tey fáu
fet á Hotel Bakkan. 250
krónur fyri hvønn á dupult-
kamari er í yvirkantinum
fyri eina krabbagággu, men
okey, so má man liva bíligt
næsta dag.
- Ein gongutúr yvir á Eið-
ið mugu tit fara, sigur
hoteleigarin, og tað fara vit
so. Her er stórsligið, og
man hevur hug at kasta tey
á sjógv, sum einaferð hava
brúkt hetta plássið sum
skrellispann fyri brúktar
gravkýr og hvat man annars
kann finna uppá at sleppa
sær av við ein leygarmorg-
un í reingerðingslag.
Kvøldið kemur á okkum,
vit møta blíðum lokalum,
og tað gerst aftur seint, áðr-
enn dýnan kemur til sín
rætt.
Næsta morgun fara vit í
matstovuna til morgunmat.
Her er dekkað upp til tveir.
Vit eru einastu gestir á
hotellinum. Tað er ikki tí at
hotellinum feilar nakað.
Tað eru bara eingi ferðafólk
her í býnum.
- 590 krónur verður tað
íalt, sigur daman í resep-
tiónini.
Vit standa negldir í gólv-
ið. Hvør hevur nú hoyrt
skeivt í gjár? Vit eru í
Suðri, tað eru átta tímar til
Smyril fer avstað, og vit
hava fimm krónur í part at
liva fyri.
Eitt er at gera. Vit fara til
Sandvíkar, har Sosialurin
hevur sína Suðuroyarredak-
tión. Hon er okkara einasta
vón.
Bussurin er farin og kem-
ur ikki aftur næstu tímar-
nar, so vit stilla okkum at
tumla. Fyrsta akfar, ið kem-
ur framvið er ein bussur hjá
Bygdaleiðum. Bussførarin
steðgar og sigur seg vera á
veg til Tvøroyrar, haðani
hann skal koyra rutukoyr-
ing til Vágs. Hóast rutu-
koyringin sostatt ikki byrj-
ar, fyrr enn hann hevur vent
á Tvøroyri, sleppa vit uppí.
Her ber alt so øgiliga væl
til, hugsi eg nøgdur á veg til
Tvøroyrar.
Á Drelnesi sleppa vit upp
í rutuna til norðastu bygd á
Suðuroynni, og eftir ein túr
ígjøgnum stórsligna náttúru
og tvey minni stórsligin
berghol eru vit frammi.
Komnir væl og virðiliga
úr bussinum komi eg í
tankar um, at vit gloymdu
at gjalda bussføraranum.
Men tá er hann longu kom-
in hálvan vegin til Hvalbiar
aftur.
Orsaka Bygdaleiðir. Re-
daktiónin í Sandvík hevur
átikið sær at gjalda tykkum
okkara skuld.
Eftir ein framúr bita á
Suðuroyarredaktiónini fara
vit ein gongutúr, náa at fáa
karm, og sleppa okkum síð-
an við einum sandvíkingi
aftur á Drelnes.
Tær fimm krónurnar í
part
hava
vit
brúkt til eina fløsku av
vatni. Fíggjarætlanin fyri
dagin helt.
Stórbæra sjáldsama saltsil-
oin, sum tíverri sær út til at
kunna rapa nær tað skal
vera, biður okkum farvæl,
meðan vit sita umborð á
Smyrli og angra, at vit ikki
vórðu verandi í Suðuroy ein
dag afturat. Nógv gott er at
uppliva sunnanfyri, ikki
minst sermerkta fólkaslag-
ið, og her kennir man seg
so deiliga fjart skotnan frá
føroyska meginlandinum.
Vestan fyri Sandvík
Drekkamuður uttan
fyri Gistingarhúsið
undir Heygnum
Etandi umborð
á Johonnu
Finn ein feil
Krabbagág
gan farin í
koyggjuna
Stórsligna útsýni av Eiðinum
Ruddingardagur sama stað...
C
M
Y
K
9
8