fríggjadagur 6. august 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 147 - 6. august 2004
Nr. 147 - 6. august 2004
11
Seinastu tíðina hevur ferð og ferðsla verið
viðgjørd í føroysku miðlunum. Eitt nú hoyrdu
vit forkvinnuna í Ferðslutrygd mæla til, at
ferðslulógin varð broytt soleiðis, at til skal bera
at kunna koyra skjótari á ávísum strekkjum.
Vit hava seinastu tíðini verið vitni til, at broyt-
ingar eru gjørdar í ferðslulógini, sum eru til tað
verra. Eitt nú, at vit nú sleppa lættari, tá vit
koyra ov skjótt ella um vit koyra bil ávirkað av
rúsdrekka - skilt á tann hátt, at tú fært treytaða
frádøming av koyrikorti. Hetta eru óhepnar
avleiðingar, ið ikki eru til gagns fyri ferðsluna.
Tað er staðfest fleiri ferðir, at ferð drepur.
Hægri ferðin er, størri gerast avleiðingarnar, tá
skaðin hendur. Tað er tí ikki rætt at tosa um at
hækka ferðina á føroysku landavegunum. Held-
ur eiga vit at vísa fólki, at tað er ríkiliga skjótt
at koyra 80 km/t á landsvegunum.
Um nakrar dagar byrja skúlarnir aftur. Fleiri
hundrað børn og ung fara út aftur í ferðsluna.
Nøkur av hesum fara í skúla fyri fyrstu ferð.
Við skúlaársbyrjan veksur ferðslan tí uppaftur
meira, og er tað tí sera umráðandi, at vit øll við
hesum í huga eru serliga varin í ferðsluni.
Ein trupulleiki er, at nógvir skúlar standa við
vegir, har nógv ferðsla er. Hetta er ein veruleiki,
sum bý- og bygdarráð eiga at gera nakað við
soleiðis, at ferðslutrygdin altíð verður havd í
huga.
Aðalhugsjónin um nullhugsjónina, har sagt
verður, ein eingin skal doyggja ella verða illa
skaddur í ferðsluni, er sera góð. Men fyri
verurliga at kunna stíla ímóti hesum máli er
neyðugt, at vit øll taka tøk saman. Bý- og
bygdamyndugleikar eiga at gera ferðsluviður-
skiftini so trygg sum gjørligt, og eru skúla og
barnagarðar uppløgd høvi at vísa hetta í verki.
Okkara lógarsmiðir eiga eisini at hava hetta í
huga, tá ferðslulógin verður broytt. Hugað
eigur at verða um, at allar broytingar skulu hava
til endamáls, at null-hugsjónin verður havd sum
stevna. Broytingar, sum at økja um ferðina á
landsvegnum, ella at treytaður dómur fyri
promillukoyring ella fyri at koyra ov skjótt,
bera ikki á hendan bógvin.
Tað er ein hugburðsbroyting, sum skal til. Vit
skulu øll ferðast í ferðsluni, og skulu øll sýna
hvør øðrum fyrilit.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Børn, ferð og ferðsla
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hans Pauli Strøm
landsstýrismaður
Súni í Hjøllum setir í
lesarabrævi 4.8.04 undir-
ritaða nakrar spurningar
viðvíkjandi heimarøktini í
Eysturoynni. Spurt verður,
um tænastuveitingin er
nøktandi, tá íð Heimarøktin
í summum førum ikki er
før fyri at veita reingerð í
juli og august mánaða, og
um tað er rætt skilt, at
eldrasambýlini eru so und-
irmannað, at tað er neyðugt
at biðja tey avvarðandi
hjálpa til.
Tað er rætt, at onkur
heim í Eysturoynni ikki fáa
ta vanligu reingerðina nú í
summarfrítíðini. Hetta er
gjørt í eini prioritering, har
heimarøktin hevur mett
hetta at vera forsvarligt í
mun til t.d. at skula skerja
tænastuna til persónliga
røkt. Prioriteringin er eisini
gjørd við fyriliti fyri heim-
ligu og familieru umstøð-
unum hjá tí einstaka. Rein-
gerðin er tí ikki skorin yvir
ein kamb, tað snýr seg uml.
ein triðing av teim brúkar-
unum, sum vanliga hava
fingið reingerð. Tað vil
siga, at tey flestu heimini
fáa reingerð sum vanligt,
og nøkur eru skerd eitt
tíðarskeið.
Høvuðsorsøkin til hesar
prioriteringar er, at tað eru
færri fólk til arbeiðis, með-
an summarfrítíðin er, sam-
stundis sum arbeitt verður
við at manna tey nýggju
sambýlini, ið skulu lata upp
í næstum við einum parti av
teim starvsfólkunum, sum
longu arbeiða í heimarøkt-
arskipanini, og avgerast
skal, hvussu nógv fólk
skulu setast aftrat. Hetta er
ein kabala, sum skal ganga
upp, saman við eini ávísari
óvissu um, hvussu nógvir
og hvørjir brúkarar fara á
sambýlini at búgva (og hvat
hetta kemur at merkja fyri
restina av virkseminum).
Tað er ein sannroynd, at
summarferiutíðin er ein
ring tíð viðvíkjandi starvs-
fólkaorku, tí at trýstið á
skipanina er so stórt, og
vanliga skilja brúkararnir,
at tað onkuntíð kann gerast
neyðugt at skerja tænastuna
í ávísan mun í ávísum
tíðarskeiðum. Heimarøkt-
arskipanin er ikki vitandi
um stórvegis trupulleikar,
og ongin brúkari í økinum
hevur klagað til heima-
røktina og víst á sína ónøgd
við tænastuna.
Sambært Heimarøktini er
ongin broyting í manning-
ini á sambýlunum í hesum
tíðarskeiði í mun til ta
manning, íð vanliga hevur
verið nýtt undanfarin ár.
Tað, at avvarðandi, tá til
ber, eru um síni undir ser-
ligum umstøðum, hevur
eisini verið vanligt allar
tíðir á árinum, og hevur
hetta verið púra náttúrligur
partur av arbeiðinum, tá
hugsað verður um okkara
siðaarv, við tøttum familju-
bondum, og eitt tekin um
samstarv millum teir partar,
sum eru um tann, íð tørvar
hjálpina.
Tað henda stórar posi-
tivar broytingar á eldraøki-
num í Eysturoynni í ár og
eisini komandi ár. Nú eftir
summarsteðgin lata tey
nýggju 5 plássini upp á
Eiði og tey bæði nýggju
sambýlini á Toftum við 16
plássum og Leirvík við 10
plássum, og so seinni í
heyst tað í Gøtu við 10
plássum.
Haraftrat
er
heimarøktan involverað í
nýggja heimið fyri minnis-
veik við 8 plássum, sum
eisini fer at lata upp nú í
næstum. Í komandi ári
verður so tann stóra út-
byggingin av ellis- og røkt-
arheiminum í Runavík lið-
ug við 24 nýggjum plássum
aftrat.
Sigast kann at av posi-
tivum
orsøkum
hevur
heimarøktin í Eysturoynni
kapisitetstrupulleikar nú í
summartíðini og skal laga
seg til tær nógv broyttu
umstøðurnar sum verða tá
ið hesi nógvu nýggju pláss-
ini koma aftrat við teim
nýggju sambýlunum sum
fara at lata upp nú. Tað eru
tí nógvir bóltar í luftini, ein
mennandi avbjóðing og
stór uppgáva at lyfta í
økinum, og roynt verður at
laga seg til broyttu umstøð-
urnar soleiðis, at tænastan
alla tíðina kann verða so
góð sum yvirhøvur til ber.
Positivar broytingar á eldraøkinum í Eysturoy
– svar til Súna í Hjøllum frá Hans Pauli Strøm, landsstýrismanni
Dagurin
6. august. Kristi dýrd. Dagurin verður hildin til
minnis um Jesu umbroyting á fjallinum (Matt. 17,
1-9).
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara
Petur Sofus Juul
vanliga nevndur Piddi
Søldarfirði
andaðist í heiminum mikunáttina 4. august.
Jarðarferðin verður úr Elim
leygardagin 7. august kl. 14.00.
Vegna tey avvarðandi
Hansa
Kai Vágfjall
Havi sitið og lurtað eftir
orðaskiftinum á tingi um
løgmansrøðuna.
Har
viðgjørdi Óli Breckmann
Tjóðveldisflokkin í eini
talu, í staðin fyri at viðgera
evnið,
sum
jú
var
løgmansrøðan. Sjálvandi,
tá ið soðið er so tunt, og
eingir bollar eru í súpanini,
er ikki nógv at viðgera har,
so tað er ein funnin fressur,
at sleppa at dálka Tjóð-
veldisflokkin út í staðin.
Óli segði, at eingin vil í
samgongu við Tjóðveldis-
flokkin, bara Fólkaflokk-
urin vil kanska um nøkur
ár, um Tjóðveldisflokkurin
fer at »skikka sær væl«,
sum hann málbar seg. At
»skikka sær væl« merkir í
Fólkafloksins høpi eftir
øllum at døma, at Tjóðveld-
isflokkurin skal góðtaka
kriminalitet, vina- og kenn-
ingapolitik o. a. óreint, sum
hesin flokkur tykist at
vælsigna. Hetta fer Tjóð-
veldisflokkurin ongantíð at
gera. Kanska hevur Fólka-
flokkurin
fingið
hasar
báðar sambandsflokkarnar
at »skikka sær væl«, tí
hálsfevnast teir so væl ídag.
Eisini fannst Óli at Tjóð-
veldisflokkinum, tí hann
ikki vildi góðtaka Anfinn
Kallsberg sum løgmann.
Rætt er tað, men tað vildu
hasir báðir sambandsflokk-
arnar, sum teir sita í sam-
gongu við nú, heldur ikki.
Jokarin
Havi eisini lurtað eftir
nýggja og unga manninum
hjá
Javnaðarflokkinum.
Helt at hesin fór at geva
flokkinum nakað av nýggj-
um íblástri, men jokarin,
sum formaður Javnaðar-
floksins hálaði úr ermuni
stutt undan valinum, gjørd-
ist eitt satt vónbrot. Tá ein
lesur tað, hann hevur skriv-
að í bløðunum og hevur
hoyrt hansara røður og
viðmerkingar á tingi hesar
síðstu dagarnar, kann ein
bara staðfesta, at her er
einki nýtt ella skilagott at
heinta. Havi varhugan av, at
hann heldur seg vera sera
stuttligan, tí hann flennur
altíð einsamallur, tá hann
kemur við onkrum, sum
hann heldur vera stuttligt.
Fyri mær virkar hann ikki
at vera annað enn ein
sjálvtilnevndur klovnur. Ja,
ein jokari, í orðsins sanna
týdningi. Mangur fer upp á
tjólegg og dettur niður á
langlegg.
Virgar T. Dalsgaard
Fyri góðum tveimum mán-
aðum síðani royndu teir
báðir tjóðveldisprofetarnir
Høgni Hoydal og økonom-
iska faktotum hansara, hag-
drongurin
Hermann
Oskarsson at øsa danir heilt
upp í varg við einum
pubertilum, destruktivum
og desorienterandi vekilsis-
fundi á Christiansborg.
Fyrrnevndi
Oskarssonur
var í donskum radio sama
morgun við grovum og sera
ósakligum álopi á danska
blokkpeningin. Hetta eru
fakta, sjálvt um hesir báðir
rædduskítar seinni eru farn-
ir at vaska sær og turka
ábyrgdina upp í onnur, eitt
nú danskar fjølmiðlar.
Fáar dagar eftir fundin
visti harra Høgni Hoydal í
samrøðu við A. Berthold-
sen á Sosialinum at siga, at
hetta fór als ikki at fáa
nakrar fylgjur fyri viður-
skiftini við Danmark.
Berlingska tíðindi kom tó
stutt eftir við ógvisligari
grein um, hvussu føroyskir
fiskimenn,
av
bloksins
ávum fingu skattalætta og
dusaðu sær við ovurhonds
lønum. Blokkpeningurin er
annars í sínari tíð ætlaður
sjúkrahúsum og socialum
veitingum, og átti als einki
at havt við fiskivinnuna at
gera.
Hetta erkvisna temaið var
í juli mánaði aftur tikið upp
av danska TV 2, og teir
høvdu aldri funnið uppá
tað,
1) um ikki Høgni fyrst
hevði skipað fyri vekil-
sismøtinum á Christ-
iansborg,
2) og um ikki Hermann
var farin í danska radio
at gorra,
3) og um ikki greinin við
tilfari frá Oskarsson var
komin í Berlingaran.
Harra B. Højgaard, journal-
istur á Berlingaranum sigur
seg, sum fyrr nevnt hava
skrivað allar sínar greinir
við beinleiðis upplýsingum
frá Hermanni Oskarsson.
Hvør hevur nú skyldina í,
at TV 2 er farið at fáast við
hetta málið? Ja, svarið er
einfalt - tað eru ikki danskir
fjølmiðlar,
sum
kunnu
lastast - teir renna bara tey
ørindi, sum Høgni Hoydal
og Hermann Oskarsson
hava dyrgt eftir og næstan
biðið teir um. Tí tað, sum
um ræður hjá harra Høgna,
er at fáa danir østar polit-
iskt upp móti føroyingum.
Ideologiski/og biologiski
pápi Høgna, sum er fyrr-
verandi
betongkommun-
istur og vanur við undir-
gravandi moldvørpuvirk-
semi næstan frá barnsbeini
av, hevur sjálvur við polit-
iskum hirðabrævi í síni tíð
lagt soninum lag á, hvussu
loysingarmenn við vilja
skuldu søkja ta permanentu
konfrontatiónina, ikki bara
við Danmark og danir, men
eisini við táverandi løg-
mannin, Anfinn Kallsberg!
Hetta andstyggiliga bræv
varð um somu tíð sent ein-
um øðrum kendum mein-
ingafabrikanti í Tjóðveldis-
flokkinum, nevniliga nú-
verandi
sjónvarpsstjóra
okkara. Tað er nossligur
fjølmiðlastjóri at hava sit-
andi! So ótrúverdugur og
subjektivur tíðindamaður
hevði alla aðrastaðni langt
síðani verið sparkaður út á
streymasjógv!
Høgni hevur á síni fjáku-
tu ráðstevnu vágað sær at
sett føroysku vælferðina í
vanda og føroysk politisk
álvarsmál á donsku polit-
isku dagsskránna og hartil
boðið donskum politikar-
um og fjølmiðlum, so teir
fingu høvi til at leggja seg
beinleiðis út í føroyskan
politikk. Men hann leyp
føroyska landsstýrið um.
So ynkiligur er hann! Hoy-
dal er næstan líka so neyð-
arsligur
sum
Jóannes
Patursson, tá ið hann í 1937
fór grátandi til danska
kongin, Kristian Tíggjunda
og bað hann koma eftir før-
oyska løgtinginum, tí fólka-
valdið ikki vildi boyggja
seg fyri høvuðkambalyndi
hansara.
– Harra Høgni sáaði
vind, og nú heystar hann
storm, og tí missir hann
nervarnar, stakkalur!
Men tekur hesin sam-
vitskuleysi politiski ama-
tørur nú ábyrgdina av sín-
um vitleysa spæli við
eldin? Nei, nei - tvørtur-
ímóti - á sín vanliga feika
og fariseiska hátt, so vaskar
hann sínar dálkaðu polit-
isku hendur og gevur
donskum fjølmiðlum og
danska
politikaranum,
harra Thuesen Dahl skyld-
ina! Men harragud, hava
danir og serliga hr. Thuesen
Dahl gjørt nakað annað enn
júst tað, høgnamenn bóðu
um? Kyniskir høgnesarar
og hr. Thuesen Dahl draga
avgjørt somu línu í hesum
skitna máli!
Politiskur pyromanur
Charlatanurin, harra Høgni
Hoydal er í løtuni í síni
ómansligu støðu ikki fræg-
ari enn ein kyniskur pyro-
manur, sum hevur sett eld á
eini stór hús, og sum so, tá
ið húsini standa í ljósum
loga, og fólk eru við at
brenna inni, gongur handa-
vríggjandi og hálvgrátandi
kring húsini og smádeilir
um, at tey, sum inni eru,
sjálvi hava sett eld á. Hoy-
dalshyklarin roynir enntá at
seta trumf á við at látast
vilja sløkkja eldin við
kávalótum, og hetta vil
hann hava fólk at trúgva,
hóast hann enn hevur bæði
svávulsdós og avdúkandi
benzinklodda í hondini!
Men tað, at harra Høgni
við krokodillutárum tætt
við sjálvt bálið er tikin við
rúkandi
svávulspinni
í
hendi, er ikki nógmikið til
at fáa henda forstokkaða
falsara av veruleikanum til
at viðganga nakað sum
helst, nei, nei, - tað eru sum
hjá øllum narcissistum og
óflýggjaligum óvitum altíð
onkur onnur og hini, sum
hava skyldina. Har, sum
eingin er æran, er heldur
eingin skommin!
Millum
annað
verjir
harra Høgni seg við, at
danskir fjølmiðlar vita ov
lítið um Føroyar - gaman í,
- men HVOR hevur ábyrgd-
ina av tí? Eru tað ikki júst
høgnamenn, sum eitt nú
Sjúrður Skaale og Øssur
Winthereig saman við meg-
inpartinum av Hoydals-
familjuni, sum regluliga
troðka seg fram í donskum
fjølmiðlum og geva bæði
donskum journalistum og
vanligum dønum eina ful-
komuliga avskeplaða mynd
av Føroyum og politiska
gerandisdegnum har. Sjálvt
tá ið danskir journalistar
eru í Føroyum, sleppa teir
treyðugt at tosa við onnur
enn teir føstu Tordenskjolds
soldátarnar, teir frelstu
missionerarnar, sum allir
eru meira og minni rabiatir
loysingarmenn,
Danskir
tíðindamenn verða loftaðir
av høgnamonnum og síðani
pakkaðir inn, so eingin
ófrelstur sambandsmaður
hittir teir. Tað eru nógv
dømi um hetta, - tjóðveld-
isreiðrini í út- og sjónvarpi
Ansa væl eftir, at bara tað
fundamentalistiska
liðið
sleppur framat dønum!
Abyrgdin liggur tí fyrst og
fremst hjá meiningamono-
polinum hjá fullveldis-
meinigheitini - tað eru av-
gjørt høgnesisku monopol-
menninir innan tíðinda-
flutning, sum hava bróður-
partin av skylduni av, at
donsk media eru so illa
orienteraði um føroysk við-
urskifti! Men miðlafólkið
skulkar sær altíð undan.
Tey eru somikið naiv, at tey
halda ongantíð, at søgan fer
at verða skrivað um teirra
ússaliga atburð! Men einki
fer heilt undir flag, og nógv
eru tey, ið fara at leggja sær
væl í geyma!
Høvdu renning undan
ábyrgd, veruleikaflýggjan
og politiskt handavask ver-
ið olympiskir kappingar-
leikir, høvdu leiðandi tjóð-
veldismenn nú sum fyrr
altíð verið favorittar til at
fingið flest gullmedaljur!
Alt hetta óneyðuga rokið
kom av barnsliga Christian-
borgar-fundinum
hjá
Høgna - og hvat hendi so
har? Jú, frú Bodil Nyboe
Andersen, nationalbanka-
stjóri helt eina fitta røðu,
sum eins væl kundi staðið í
bløðunum - har var einki
nýtt í. Hon staðfesti bara,
hvat flestøll vita, at ein
sjálvstøðug føroysk valuta
vildi verið óðamannaverk!
Ein íslendskur professari
fortaldi, at tað hevði verið
skilagott at farið upp í EU -
hetta kom dáttliga við, og
dámdi høgnesarum stak
illa, og teir royndu tí fjált-
ursskotnir heilt at tiga og
krógva íslendingin burtur!
Astrup, bankastjóri fekk
eisini sagt okkurt lítið, sum
seinni er nógv misbrúkt, m.
a. av SSi! Orðini hjá Osk-
arsson vóru heilt privat
sjónarmið, sum ikki kunnu
standa einsamøll, tí tey ikki
eru annað enn sjónarmið og
avgjørt ikki sakliga undir-
bygd fakta!
Annars var alt hitt sjáld-
sama lítið vert - røðurnar
vóru banalitetir og tómar
almindiligheitir, og sjálvt
um tað sjálvandi er stuttligt
hjá
føroyskum
breyð-
politikarum og sera forvitn-
isligt hjá einum íslendingi
at fáa eina ókeypis og av-
gjørt stuttliga keypmanna-
havnarferð, er tað ikki nóg
mikið grundarlag til polit-
iskt at seta eld á millum
londini!
Allarflestu
føroyingar
duga ikki at síggja nakað
upplýsingarvirði í slíkum
tiltaki, og teir spyrja tí
undrandi, hvat í allari víðu
verð handa steinbýtta og
innihaldsleysa ráðstevnan
skuldi
til.
Destruktivi
Christiansborgarfundurin,
sum danir noyddust at
finansiera, hevur higartil
bert problematiserað og
gruggað viðurskiftini við
Danmark! Og mundi tað
ikki, tá ið saman um kemur,
vera tað einasta skammiliga
endamálið Um so er, má
hetta politiska pyromanar-
beiðið hjá konfliktsøkjandi
tjóðveldismonnum í Dan-
mark halda uppat, ongantíð
ov skjótt! - Teir gera øllum
føroyingum fyri skommum
við sínum levnaði á Christ-
iansborg!
Hvussu leingi vil før-
oyska landsstýrið finna seg
í, at teir fáa sítt strævna
arbeiði beinleiðis saboterað
av ábyrgdarleysum polit-
iskum óvitum sum Høgna
Hoydal, Sjúrða Skaale og
Hermanni Oskarsson? Og
hvussu leingi vil meirilutin
av føroyska fólkinum finna
seg í, at forkelaðir føroyskir
politiskir playboys og grøn-
lendskir ditto eru við at
innrætta sær ein politiskan
grulvigarð á Christians-
borg, haðani teir mjólka og
mergsúgva danska skatt-
gjaldaran fyri blóðpening
til at finansiera sín privata
fólkatings-blokk til polit-
iskt spølni og rukkulevnað?
Norðuratlantiski óvita-
klubbin hevur snúltað
sær til meira enn 700.000
krónur pr. mann um árið
út yvir tað, sum ein van-
ligur danskur fólkatings-
limur fær - hetta er stór
skomm fyri bæði Grøn-
land og Føroyar!
Neyðarsligur Hoydal roynir at vaska sær hendur
Tjóðveldisflokkurin fer ongantíð at "skikka sær væl"!
VIÐMERKINGAR
C
M
Y
K
11
10