Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 147 - 6. august 2004 Nr. 147 - 6. august 2004 13 – Undurverkið er ikki, hvussu heimurin er, men at heimurin er. Eg upplivi hvønn dag eina sorg um, at lívið er so stutt. At eg bert eri ein stuttvitj- andi gestur á hesi fold. Hevði eg kunnað valt millum deyða og ævigt lív, hevði eg umgangandi valt æviga lívið, tí alt í mær skríggjar eftir at vera verandi í hesum ævintýrinum, sigur gitni norski rithøv- undur Jostein Gaard- er, sum m.a. hevur skrivað kendu bókina Sofies Verden. Í við- talu við Sosialin hug- leiðir 51 ára gamli normaðurin eisini um heimsdálking, undirhaldssamfelag- ið, Jesus og ábyrgd framum rættindi SAMRØÐA Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Millióningurin. Grøni aktivisturin. Heimspeking- urin. Lívselskarin. Sam- felagsrevsarin. Hetta eru nøkur av hósk- andi lýsingarorðunum kring 51 ára gamla Jostein Gaarder. Rithøvundurin við 13 føgrum bókmentaút- gávum á baki, sum fekk sítt altjóða gjøgnumbrot í 1991 við heimspekiligu skald- søguni Sofies Verden, og Í 1995 varð hon heimsins mest lisnað skaldsøga. Mikudagin seinnapartin kom víðagitni normaðurin til Føroya í sambandi við ársins listastevnu. Men komin niðan á Hotel Føroya hitti eg alt annað enn ein stereotypiskan millióning. Slitnar cowboy- buksur. Gemena og smag- leysa troyggju. Ókliptur. Nei, maðurin er ikki vorðin kendur fyri sína útsjónd. Og knappliga broytist mín fyrsta fatan av Jostein Gaarder. Hann byrjar at práta, og enthusiasman og engagementið lýsa úr im- pulsiva og spenta andlit- inum. Við sínum knøppu rørslum og beinraknu hug- leiðingum hevur hann skjótt rúnarbundið bæði meg og myndamannin. Náttúruvísindin Jostein Gaarder hevur seinnu árini flutt seg alt meiri frá heimspeki og yvir í náttúruvísindi, og hetta kemur serliga til sjóndar í nýggju bók hansara Maya. Spurdur, hví henda yvir- gongd er farin fram, fer heimskendi Gaarder í gongd. – Fyrst og fremst er tað tí, at náttúran hugtekur meg. Eingin heimspekingur kann í dag síggja burtur frá náttúruvísindaligu sann- royndunum (fakta), og kemi, biologi og astronomi hava í stóran mun økt um okkara erkennilsisøki. Stóru klassisku spurning- arnir um lívsins uppruna, hvørji vit eru og hvat uni- vers okkara í veruleikanum er, eru fluttir meiri frá spekulativari heimspeki til náttúruvísindi, sigur Jo- stein Gaarder. Norski rit- høvundurin sigur, at hann ikki hevur vent sær frá týdninginum av metafys- iskari hugsan, men at hann í dag hevur eyguni vend móti fysiska heiminum í nógv størri mun. Men við stórum forvitni og lýsandi eygum nevnir spennandi maðurin framm- an fyri mær tveir grund- leggjandi spurningar, sum vísindin enn ikki hevur megnað at svara: 1) Hvat var big bang. 2) hvat er til- vitskan (bevidsthed). Lív kemur í armar og kropp hansara, tá hann fer at greiða frá náttúruvísinda- ligu avmarkingunum og veikleikanum hjá fleiri vísindamonnum. – Eitt stórt mistak í dag er, at granskarar og vísinda- menn ikki eru tilvitaðir um náttúruvísandiligu mørkini og avmarkingarnar. Nógvar forhastaðar niðurstøður verða gjørdar, tí vísinda- menn fara út um sítt øki og inn á heimspekiliga, meta- fysiska økið, har teir ikki grynna, sigur Gaarder. Hann heldur, at ein styrki hansara er júst at vera til- vitaður um, nær náttúru- vísindin ikki kann svara meiri og noyðist at skiftast út við hugaspekulatiónir. – Vit skulu altíð hava loyvið at hugsa og undrast uttanfyri náttúruvísindaligu mørkini, har tað eisini er pláss fyri einum eventu- ellum gudi. Metafysikkur kann saktans leiðbeina náttúruvísindina, men vit mugu vera tilvitað um, nær vit eru innanfyri og uttan fyri mørkini, sigur Jostein Gaarder. Fleiri vísindamenn vilja vera við, at lívið bert er ein biokemisk samanseting. Hesum tekur Gaarder undir við, men hinvegin er hetta ein ov avmarkað lýsing. – Víst er lívið biokemi, men lívið er ikki bert bio- kemi, slær Gaarder fast. Hann sigur, at hann tradi- tionelt trýr á gitnu læru Darwins um evolutionera uppruna lívsins, men sam- stundis upplivir hann mein- ing og innihald í tilveruni, og hann útihýsir ikki møgu- leikan fyri eini guddómlig- ari megi handan lívið. Stutta lívið 51 ára gamli rithøvundurin greiðir frá, at hann hevur ein treytaleysan kærleika til lívið, at hann hvønn dag undrast á tilveruna, og at hann hevur ein brúsandi lívsapetitt. Jú meiri hann ikki veit, jú meiri upplivir hann alheimin sum gátu- fullan og mystiskan, og tað eyðmýkir hann. Hann er bergtikin av, at hann er partur av einum so stórum loyndardómi, sum lívi er, og hann sigur seg vera um- gyrdan av meining og inni- haldi. Hann siterar gitna setningin hjá týska heims- pekinginum Ludwig Witt- genstein. – Undrið er ikki, hvussu heimurin er, men at heim- urin er, sigur Jostein Gaard- er. Men rithøvundurin úr Noregi er ikki bangin fyri at avdúka, at kærleikin til lívið eisini voldir sorg, og hann kemur sostatt sjálvur inn á eitt høvuðsevni í nýggju bók síni Maya. – Eg upplivi hvønn dag eina sorg um, at lívið er so stutt. At eg bert eri ein stuttvitjandi gestur á hesi fold. Um eg kundi valt millum normalan deyða og ævigt lív, hevði eg um- gangandi valt æviga lívið á jørðini, tí sannleikin er, at alt í mær skríggjar eftir at vera verandi, sigur Jostein Gaarder. Hann upplivir sostatt á sama hátt frustratión og fascinatión, og hvønn dag merkir hann, at hann sam- stundis bæði sigur góðan dag og farvæl við lívið. – Eg havi leingi arbeitt við at sameina trongdina til lívið við sjálvan deyðan, men hetta er ikki eydnast mær enn. Deyðin er fram- vegis ein trupulleiki, eg ikki vil kennast við, sigur lívselskarin og lívsnjótarin Jostein Gaarder, áðrenn hann lyftir røddina og kraftiga fortelur øllum í rúminum: – Eg vil ikki bara vera; eg vil eisin vara, og longsul og sorgblídni eru at hóma í eygnabrái hansara. Fyri einum ári síðani segði kendi danski prestur- in Johannes Møllehave í Sosialinum, at lívsins avmarkaða tíð er neyðug fyri at geva hvørji løtu meining og innihald, at avmarkingin er eitt neyðugt krav, um hvør løta skal hava virði, og at deyðin á henda hátt er ein gáva. Men hesi uppbyggjandi og optimist- isku hugsan vil Gaarder ikki heilt taka undir við. – Setningurin hjá Mølle- have er sera áhugaverdur, men eg meti, at deyðin er ein ov dýrur prísur, vit noyðast at gjalda, um vit vilja uppliva innihald og meining. Eg vildi ynskt, at vit ikki noyddust at kvittera við deyðanum, og eg havi so ikki funnið hasa sam- eining og sáttargerð, sigur Gaarder, meðan hann við einum tómum smíli starir fram fyri seg. Í áðurnevndu nýggju bókini Maya viðgerð Gaarder dúgliga møgu- leikan fyri ævigum lívi. Spurdur, hvørji sannlík- indini eru fyri lívi eftir deyðan, svarar Gaarder: – Í og við at vit liva, eru vit longu farin út um øll fornuftig mørk, og tað er eitt undur, at vit hvønn dag vakna til ein nýggjan dag. Tá vit longu eru farin út um øll mørk og reint faktiskt liva, hví so ikki eitt nýtt lív eftir deyðan? spyr og vónar Jostein Gaarder. Gloymd ábyrgd Frá náttúruvísindi og lív- sins syrgiligu avmarking- um fer prátið spakuliga inn á etiskar spurningar. Gaard- er er altráður eftir at oysa av sínum hugaheimi, og við einum rannsakandi og beinleiðis eygnabrái bíðar hann eftir næsta spurningi. Spurdur, um hann kann nýta sítt yndisfak - náttúru- vísindina - til etiskar vurderingar, er Jostein Gaarder so spentur at svara, at hann brýtur av, áðrenn spurningurin er liðugur. – Náttúruvísindin kann á ongan hátt siga okkum, hvussu vit eiga at liva okkara lív. Tað er eingin kobling millum tað, sum er, og tað, sum átti at verið, og hetta er aftur ein logiskur "feilslutningur" hjá fleiri vísindamonnum, sigur Gaarder. Hann nevnir, at sosialdarwinisman er eitt gott dømi um hetta klass- iska mistakið. – Sosialdarwinistarnir siga, at av tí at lívið er órættvíst og kyniskt, skulu vit eisini liva soleiðis og innrætta samfelag okkara eftir hesum, men har mót- mæli eg. Hóast náttúran er innrættað á henda hátt, merkir tað ikki, at vit skulu liva so, sigur Gaarder. Hansara moralski boð- skapur er atfinningarsamur mótvegis vesturheiminum. – Uttan íhald práta vit í tómgongd um rættindi, rættindi og aftur rættindi, og vit hava nógvar manna- rættindasáttmálar, -yvirlýs- ingar og enntá -dómstól. Men eg spyrji, hvar er ábyrgdin? Hví hava vit ongan sáttmála ella kon- ventión, sum ásetur okkara ábyrgd sum heimsborgarar? Sum krevur nakað av okkum? Fokus á manna- rættindi hevur týdning, tí partar av heiminum hava enn ikki fingið hetta, men vit flýggja frá, hvørja ábyrgd vit eisini hava, sigur Gaarder. Sambært honum er tað eitt eyðkenni menniskjans, at vit bert vilja tryggja okkum øll okkara rættindi, men so skjótt vit sjálvi skulu avrika nakað, taka vit okkum aftur. – Saman við "human rights"áttu vit eisini at fokusera á "human responsibility" ella "human obligations". Rættindi merkja eisini økonomisk rættindi og vinnulig rætt- indi, men kostnaðurin er ein ídnaður, sum dálkar og einaferð ger av við náttúr- una og umhvørvið. Tá eru vit farin so langt í okkara rættindum, at vit hava gloymt ábyrgdina, sigur Gaarder. Sokrates, Buddha og Jesus Einaferð spurdi ein tíðinda- maður í Fraklandi Jostein Gaarder, hvønn hann helst vildi hitt, um hann einaferð kom til himmals saman við restini av heimsins íbúgv- um gjøgnum allar tíðir. – Svarið var Sokrates, Jesus og Buddha. Fáur hevur havt innlit í sálardýpi og ikki minst avmarkingar menniskjans sum Buddha. Sokrates setti ideal síni fram um lív sítt, og Jesu etikkur bergtekur meg, umframt at hann eisini lat sítt lív fyri sína søk, sigur Gaarder. Hann greiðir frá, at hann við fýra evangeli- unum ikki nýtist fleiri lekti- ur í etikki, og at frágreið- ingarnar um burtvilsta sonin, kvinnuna, sum varð tikin í hori, um at venda hin vangan til og elska sínar fíggindar, eru sonn meist- araverk, sum hava týdning fyri Gaarder. – Í bókstaviligum týdn- ingi havi eg ikki eina sið- bundna fatan av Jesusi sum Guds soni, men hansara boðskapur og læra var av- gjørt guddómlig. Teir vóru allir tríggir humanistar í orðsins sanna týdningi, og Jesus legði líka í, um tað var sabbatur ella ikki, tá hann grøddi tey sjúku, sigur Jostein Gaarder. Hann er limur í norsku fólkakirkjuni og hevur til- vitað valt at vera tað. Gaarder hugsar eisini um møguleikan fyri eini skap- andi megi handan náttúr- una. – Bíblian sigur, at menn- iskjan er skapt í Guds mynd. Eg meti, at Gud heldur er skaptur í menn- iskjunar mynd, og at Gud er eitt menniskjaligt fyri- brigdi. Tí skulu vit vera varin at draga niðurstøður, men møguliga er ein gud- dómlig kraft handan uni- versið, sigur norski hugs- arin. Grøna stríðið Jostein Gaarder er ikki bert ein smílandi og hugtakandi hugsari. Hann kann eisini vera ein beinrakin og hvassur samfelagsrevsari, og hetta er serliga komið til sjóndar í hansara arbeiði fyri einum betri umhvørvi. Hann sigur seg atkvøða á vinstravonginum, fyrst og fremst við ynskinum um at stuðla solidaritetshugsjón- ini. Men hann metir eisini, at kapitalistiska heims- skipanin hevur ov stóran prís við sær – serliga mót- vegis umhvørvinum. – Ein stórur vandi við økonomiska framburðinum er ovurstóra náttúrudálk- ingin í ídnaðarheiminum, og vit eru í ferð við at oyði- leggja okkara egna lívs- grundarlag og heimstað, sum jørðin er, sigur Gaard- er við sorgblídni. Hann greiðir mær frá, at náttúrudálking veruliga er vorðið eitt hjartabarn hjá honum og konuni, og hann nýtir nógva orku í grøna stríðnum fyri umhvørvi. – Tá eg fekk gjøgnum- brot sum rithøvundur, komu milliónirnar í stríð- um streymi inn á kontoina, og eg konan vistu ikki, hvat vit skuldu gera við allan peningin, sigur hann flenn- andi. Hann tók so avgerð um at handa eina virðisløn hvørt árið til fólk, sum gera mun í umhvørvis- og menningarviðurskiftum, og virðislønin, sum ber heitið Sofieprisen, er á umleið 700.000 krónur. Saman við dálking held- ur hann, at vesturlendsku íbúgvarnir eru hertiknir av einum idoldyrkandi tabloidfjølmiðlaheimi, har alt snýr seg um undirhald. Nútíðarmenniskja er vorðið offur fyri eini celebrity- tilbiðjan og hevur mist eyguni frá lívsins gátum og undrum. Kenslan av, at vit liva mitt í einum stórslig- num ævintýri, er horvin. – Børnini í vesturheimin- um kenna í dag nógv fleiri filmstjørnur og fótbólts- leikarar, enn tey kenna fugla-, djóra- og plantu- sløg, og hetta er syrgiligt. Lívsins skattkømur eru at finna í órørdu, upprunaligu náttúruni, men vit hava vent eyguni frá hesum. Vit kunnu ikki begrípa nakað, uttan at vit fyrst eru gripin av tí, og menniskjan er ov lítið gripin av skapar-verk- inum og universinum, sigur 51 ára gamli norski rit-høv- undurin at enda. Sunnudagin klokkan 16 verður Jostein Gaarder at hoyra á listastevnuni í Norðurlandahúsinum. Eg livi í einum ævintýri - Bíblian sigur, at menniskjan er skapt í Guds mynd. Eg meti, at Gud heldur er skaptur í menniskjunar mynd, og at Gud er eitt menniskjaligt fyribrigdi. Tí skulu vit vera varin at draga niðurstøður, men Jesus hevur stóran týdning fyri meg, og møguliga er ein guddómlig kraft handan universið, sigur Jostein Gaarder, sum m.a. hevur skrivað kendu bókina Sofies Verden. Sunndagin klokkan 16 verður hann at hoyra í Norðurlandahúsinum Mynd: Maria Olsen Myndir: Maria Olsen C M Y K 13 12