Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 147 - 6. august 2004 15 14 Nr. 147 - 6. august 2004 inum og bygdini. Og hvørja ferð fær Øssur tilfar til ein nýggjan málning. Ein málning, sum gevur tær eina kenslu av, at um tú blunkar, er hann horvin, tá tú hyggur aftur. Um hetta gandaða fjallið er eitt serligt Øssur Mohr eyðkenni má verða upp til áskoðaran at meta um, men sjálvur kennir Øssur seg ikki so bundnan av tí, sum onkur kanska heldur. Og tað undrar óiva mong, tá Øssur sigur, at hann væl kundi mála onkra aðra- staðni enn í Fuglafirði. – Eg veit ikki rættiliga, hvat eg skal siga um alt hetta tosið um serlig listalig eyðkenni. Í eygunum hjá onkrum líkjast mínir máln- ingar kanska nógv hvørjum øðrum, men eg standi ikki og gruni yvir, hvussu eg máli ella royni tilvita at dyrka eitt ávíst eyðkenni. Eg ivist í, um tað ber til, tí mínir málningar eru í grundini bara eitt framhald av mær sum menniskja, so tað fær neyvan verið øðr- vísi, heldur Øssur. Tað ókenda Tá Øssur byrjaði at mála, málaði hann fyri tað mesta persónar og hús, men per- sónarnir hvurvu skjótt. Húsini stóðu eftir, men tey vóru ikki longur hús við vindeygum og hurðum, tú kundi fara inn ígjøgnum. – Eg kundi ivaleyst líka so væl slept húsunum heilt, men kanska eg ikki rætti- liga eri til reiðar - enn. Men eg merki væl, at tað, sum liggur longri úti á fjørðin- um og longri upp móti himmalinum er meir drag- andi. Tað hevur okkurt óendaligt, næstan religiøst yvir sær ... Einaferð skal eg liva í allar ævir ... sum støv skal eg einaferð liva Í teimum nýggjastu máln- ingunum er tað týðiligt, at Øssur arbeiðir seg víðari, inn í málningin, inn í ein alsamt minni ítøkiligan heim. Sum kagar tú inn í ein ævintýrheim, sum ein danskur ummælari tók til. Bygdin í forgrundini, sum fyrr var grundarsteinurin, alt hvíldi á, er har enn, men mest sum bara ein lopfjøl inn í tað ókenda. Blái lit- urin er vorðin djúpri og meir ráðandi, aðrastaðni er hvíta ljósið vorðið sterkari. Vatnrætta fatanin av sjónar- ringinum er sett úr gildi, og inn ímillum hómast nú eitthvørt, ið ikki hevur verið har fyrr - líkist onku- staðni mest umhvarv av einum menniskja, sum kemur gangandi uppi mill- um skýggini. - Eg veit ikki, um skugg- arnir av andlitum og menn- iskjum er nakað eg havi málað tilvitað. Men eg bleiv eitt sindur skakkur, tá eg sá yrkingina hjá Alex- andur, har hann sigur Tá ið tú gongur eru beinini spurningar tínir um dagin í morgin – Alexandur hevur ikki skrivað yrkingarnar til nakrar ávísar málningar, bara til málningarnar sum heild, men tað má vera okk- urt við teimum, sum hevur manað fram hasa myndina í honum. Kanska eru hesir máln- ingarnir spurningar til, hvagar listarliga leiðin hjá mær gongur? Møguliga ... Onki kemur av ongum Tá tað snýr seg um tað meir tekniska, hevur Øssur týði- liga lagt seg meir og meir eftir at skapa eitt samband millum tað tilfarsliga og tað listarliga. Onki kemur av ongum, minnir Øssur á. Heldur ikki list. Tað skal helst síggjast ella í hvussu er hómast, at hansara málningar als ikki høvdu verið til uttan lørift, máling, pensil, spartil o.s.fr. Og tað ger onki, um lukturin av terpentin og olju hongur eitt sindur í luftini. – Listarliga eri eg sera hugtikin av samanrenning- ini millum tilfarið og tað, sum málningurin roynir at siga. Men kanska eg við hesum eisini royni at koma við eini viðmerking til kjakið um, hvat list er fyri nakað. Ikki tí, eg haldi, at eg ella nakar annar finni eitt endaligt svar - tí tað svarið trúgvi eg ikki, er til. Modernað hugskotslist, har tað listarliga liggur í sjálvum hugskotinum, sigur ikki Øssuri so nógv, tí í hansara verð er tað munur á einum listamálara og einum uppfinnara. Og tann munurin liggur millum annað í tí listarligu til- gongdini. – Eftir mínum tykki, skalt tú helst síggja okkurt aftur av listafólkinum í listaverkinum. Tú skalt síggja, at persónurin, sum hevur skapað listaverkið, hevur arbeitt seg fram ímóti onkrum, hevur leitað eftir onkrum. Tað er jú hetta, sum millum annað gevur einum góðum málningi ein serligan dynamikk og eina orku, sum sæst, um tú tímir at hyggja. Men tú kanst altíð gera tað meir ítøkiligt, við at lata tað tilfarsliga renna saman við tí listar- liga. Hendan samanrenningin hevur fingið sítt heilt ser- liga úttrykk í málninginum "Aftaná regn", har málingin rennir í tunnum rípum niðureftir løriftinum, so at alt, himmalin, fjallið, fjørð- urin og bygdin fara í upp- loysn og verða eitt, og í bókini Glottar renna saman við yrkingina hjá Alex- andur Oman úr erva havið og ljósið á glæ dropin ið datt frammanundan tá alt var vatn Kavi sæst best í kulda Øssur hevur eina ørgrynnu av framsýningum aftanfyri seg, og í ár kann hann halda 10 ára dagin fyri sína fyrstu framsýning í 1994. Tað er týðiligt fyri okkum onnur, at nógv er hent síðani tá, men sjálvur heldur Øssur størstu broytingina vera henda, aftaná at hann gjørdist málari burturav fyri fýra árum síðani. – Tað sigur seg sjálvt, at okkurt hendir, tá tú ikki longur bara málar í tíðini, sum leypir av, tá alt annað er fingið frá hondini. Sjálv- ur haldi eg meg mála meir heilhjarta nú, og trúgvi til dømis ikki, at eg nakrantíð aftur kundi mála ein máln- ing lidnan út í eitt. Øssur heldur eisini seg sjálvan hava fingið eina minni romantiska fatan av, hvat tað vil siga, at arbeiða sum listamálari. Hann er hildin uppat at ímynda sær sær, at tað finst nakar máln- ingur, sum er lættur at mála, og sjálv arbeiðs- gongdin er sjáldan so spon- tan, sum hann fegin vildi. Men íblásturin er tann sami - glottarnir, sum hvørva líka skjótt, sum teir komu, og hann málar framvegis best aftaná regnælið, með- an hann enn hevur dampin og luktin av jørðini í nasa- gluggunum. Kanska er tað sum Alexandur sigur at Kavi sæst best í kulda ... Onkusvegna kom tað ikki óvart á, at Øssur Mohr skuldi finna eitt heiti fyri Listastevnu- framsýningina, sum ikki letur seg umseta. Hansara málningar eru royndir at fanga tað, sum ikki kann fangast. Málningar, har tú ansar tær fyri at blunka, tí kanska eru teir hvorvnir, tá tú hyggur aftur ... LISTASTEVNU- FRAMSÝNINGIN Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hugsa teg væl um áðrenn tú sært hetta landslagið bert einaferð – Visti tú, at tað finst onki danskt orð fyri Glottar?, spyr Øssur og rættir mær Listabókina Glottar, sum er útgivin í sambandi við framsýningina. Allur tekst- urin í bókini, yrkingarnar hjá Alexander Kristiansen og inngangurin hjá Frits Johannesen, er umsettur til danskt og enskt. Men altso ikki heitið "Glottar", sum Øssur ikki fann eitt nøkt- andi orð fyri á donskum. Onkusvegna kemur tað ikki óvart á, at Øssur Mohr skuldi finna sær eitt heiti fyri framsýningina, sum ikki letur seg umseta. Hetta at royna at fanga tað, sum ikki kann fangast tykist at vera drívmegin aftanfyri hansara list og mátan, hann arbeiðir. Tað, sum ikki eydnaðist í umsetingini, eydnast hin- vegin í hansara málningum, og á framsýningini, sum letur upp í Listaskálanum fríggjadagin, fáa vit høvi at síggja úrslitini. Ella nøkur av teimum, tey, sum tað bar til at fanga, men sum eisini eru áminningar um, at tað altíð fara at finnast mál- ingar, tað ikki ber til at mála. Gandaða fjallið Eisini fjallið upploysist og søkkur í øðrum litum og broytir skap innan í tær ... áðrenn skitsan er liðug Øssur er kendur fyri at mála Leirvíksfjall, sæð frá Fuglafirði, umaftur og umaftur. Men tað er ein misskiljing at halda, at Øssur stendur framman fyri vindeyganum og málar sítt útsýni. – Leirvíksfjall spøkir í mínum hugaheimi, meir sum okkurt gandakent og dragandi, enn sum nakað fjall. Hevði eg skula mála eitt útsýni, hevði eg langt síðani verið liðugur. Men alltíðina koma tað nýggir glottar rekandi, sum broyta skap og lit á fjall- inum, fjørðinum, himmal- Øssur Mohr í Listaskálanum: Málningar, ið ikki kunnu málast Øssur Mohr får det hele med: Rygraden i bygdernes huse Et splitsekunds "glottar" (lysglimt) ude over fjorden ... Forårsdagen, hvor farverne eksploderer ... Fjeldenes totalt forskellige farveskalaer Uvejrets rasen Tågen, sim en sø hen over fjeldets marker Vinterens snedækkede stormomsuste fjelde. Randi Ottosen, Kunstavisen Frummálið í myndunum hjá Øssuri er elligamalt. Tað eru teir glottar, sum fara um røkur og reyn á morgn, á middegi, um nón og út á kvøldið og seta sínar hælkoytur á fjallasíðurnar, fjørðin og húsini. ... Myndirnar hjá Øssuri eru læstar inni í Fuglafirði - í einum frumhelli, sum hevur so nógv at geva, at tað er ótømiligt. Hann hevur vald á sínum myndum, men at fáa maktina yvir tí skiftandi ljósinum, sum er alla tíðina, kann bara gerast í glottum, sum reika um í myndum hansara, sum altíð hevur verið og fer at vera. Brot úr "Øssur og list hansara" hjá Frits Johannesen í listabókini Glottar, 2004 Um Øssur Mohr Í hugaheiminum hjá Øssuri spøkir Leirvíksfjall meir sum okkurt dragandi og gandakent, enn sum eitt fjall Mynd: Jens Kristian Vang - Eftir mínum tykki, skalt tú helst síggja okkurt aftur av listafólkinum í listaverkinum. Tú skalt síggja, at persónurin, sum hevur skapað listaverkið, arbeiðir seg fram ímóti onkrum, leitar eftir onkrum, sigur Øssur Mohr Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 14