fríggjadagur 6. august 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 6. august 2004
17
Málverjin heldur, at
venjingarlegan í
Danmark fer at vísa
seg at hava verið
rættuliga týdningar-
mikil
VB-NSÍ
Jóannes Hansen
Tað var gott lag í VB leg-
uni, eftir at tað í góðveðrin-
um mikukvøldið hevði
eydnast at bast NSÍ. Merk-
isvert var tað, at onkrir av
spælarunum, sum higartil
hava spælt nógv, ikki vóru
á liðnum. Eitt nú var Birgir
Jørgensen
als
ikki
á
liðnum. Hann sigst ikki
hava tíð at spæla fótbólt
júst nú, og Jón Pauli Olsen,
sum ikki var við á venjing-
arleguni í Danmark, spældi
bara síðsta hálva tíman.
VB hevur seinnu árini
havt góð dreingjalið og
unglingalið, og tað sæst nú
aftur á besta liðnum, har
nýggir spælarar bjóða seg
fram.
Bjarni Johansen, sum var
brandur í málinum, heldur,
at tað er komið væl við hjá
teimum, at teir vóru á venj-
ingarlegu í Danmark, og
hann avskrivar avgjørt ikki
møguleikan
fyri
heið-
ursmerkjum:
– Vit skulu spæla á Skála
sunnudagin, og vit fara eftir
øllum stigunum. Vit hava
alt ár mett okkum at hava
manning til at vera við í
toppinum, men tað hevur
nakrar ferðir ikki verið nóg
gott. Eitt nú kom tað illa
við, at vit á Jóansøku taptu
ímóti GÍ.
Men Mindaugas og
Bjarni Johansen vóru
høvuðsleikararnir og
stóri munurin, tá ið
NSÍ enn eina ferð
noyddist at lúta í
týdningarmiklum
dysti
VB-NSÍ
Jóannes Hansen
Náttúru karmurin á Vágs-
eiði er sum onga aðra
staðni, har fótbólur verður
spældur. Kanska mótmæla
teir á Mølini á Eiði av
røttum, men annars kemur
eingin í nánd av Vágseiði,
har undirlagið nú eisini ber
góðar møguleikar fyri fót-
bóltsspæli við sær.
Mikukvøldið var dýrdar-
veður, tá ið vágbingar settu
trý stig afturat á kontina og
harvið tóku stórt fet rætta
vegin.
Merkisvert var tað, at
heimasigurin varð vunnin
við fleiri nýggjum spælar-
um á liðnum. Evnini hava
verið eyðsýnd, men higartil
hava fleiri teirra ikki verið
fastir menn. Hesa ferð var
pláss í verjuni fyri Kára í
Lágabø og á miðvøllinum
fyri Poul N. Poulsen, og
John Poulsen varð settur á
vøllin fyri Palla Augustin-
ussen, sum saman við
Mortan úr Hørg telist mill-
um stuðulsspælararnar.
Men tað vóru tveir, sum í
sólini skinu meiri enn allir
hinir. Mindaugas er ein
framúr álopsspælari, og tað
staðfesti hann enn eina
ferð. Bjarni Johansen hevur
verið VB hentur í sekstan
ár. At hann framvegis er ein
meistari millum stólparnar,
varð enn eina ferð undir-
strika. Hann hevði einar
fýra heilt framúr bjarging-
ar. Eitt nú fepur bjargaði
hann, sum tað plagar at
verða tikið til, tá ið Andy
Olsen, sum mundi vera ein
tann eyðsýndasti í annars
tannleysa NSÍ álopinum,
royndi seg við stútara úr
fimm metrum.
Málini
Dan Djurhuus, sum mið-
skeiðis í 2. hálvleiki tiltusk-
aði sær púra óneyðugt reytt
kort, setti hol á, tá ið stórt
korter var farið. Mortan úr
Hørg legði innfyri úr høgru
og aftur um handara stólp-
an, og úr stórari fjarstøðu
stútaði
álopsmaðurin
í
bleytum boga í handara
síðu.
Ferðin var stór, og møgu-
leikarnir vóru nógvir. Men
einki mál kom afturat í 1.
hálvleiki. Eftir steðgin økti
Mindaugas bæði til 2-0 og
3-0, og í báðum førunum
átti hann sjálvur nógv
størsta partin av avrikinum.
Í fyrra førinum spældu
Mortan úr Hørg og Palli
Augustinussen skjótt fram í
høgru, og hóast hann hevði
tríggjar álopsspælarar kring
seg megnaði Mindaugas at
sneiða seg leysan og skjóta
mál. Í seinna førinum var
finkulin í høgru rættuliga
spískur, men kortini megn-
aði vandamikli maðurin at
gera seg leysan og at skjóta
mál.
Fyri VB var tað sera
týdningarmikið, at teir øktu
til 3-0. Stutt frammanundan
var Dan Djurhuus útvístur.
NSÍ legði ógvusligt trýst á
síðsta hálva tíman, men teir
fingu bara eitt mál. Tað
skoraði Ian Højgaard, eftir
at Helgi L. Petersen, sum
hesa ferð var miðframherji
hevði roynt seg, og Bjarni
Johansen hevði hálvbjarg-
að.
NSÍ royndi og royndi, og
teir spældu væl úti á vøll-
inum. Men frammanfyri
málið vóru teir sørir, og tá
ið tað endiliga eydnaðist,
so var Bjarni Johansen
meistarin.
VB–NSÍ 3–1 (1–0)
1–0: Dan Djurhuus 18.
2–0: Mindaugas 63.
3–0: Mindaugas 73.
3–1: Ian Højgard 74.
Dómari: Birgir Sondum
VB: Bjarni Johansen –
Mortan úr Hørg, Eyðun
Jacobsen, Anders Nielsen,
Kári í Lágabø – Palli
Augustinussen (John Poul-
sen, 85.), Poul N. Poulsen,
Milan Kuljic, Símun Samu-
elsen (Jón Pauli Olsen, 60.)
– Mindaugas, Dan Djur-
huus
Gult kort: Mortan úr Hørg,
Poul N. Poulsen
Reytt kort: Dan Djurhuus
65.
NSÍ: Jákup Emil Hansen –
Brynjolvur Nielsen, Óli
Hansen, Dánial Hansen,
Sjúrður Jacobsen (Eddie
Mikkelsen, 83.) – Gert
Langgaard (Áki L. Hansen,
79.), Kári Hansen, Ian
Højgaard – Andy Olsen,
Helgi L. Petersen, Jónstein
Petersen
Gult kort: Kári Hansen,
Alexander Jovevic
NSÍ venjarin
staðfestir, at stóra
orsøkin til, at úrtøkan
nú fleiri ferðir hevur
verið soltin, er, at teir
hava alt ov lítla tyngd
í álopspartinum
VB-NSÍ
Jóannes Hansen
Tað hevur ikki hilnast væl
hjá NSÍ nógvu tær síðstu
ferðirnar. Teir hava tapt
tríggjar av teimum fýra
seinastu
týdningarmiklu
dystunum. Einasta undan-
takið var sigurin í hálv-
finaluni í steypakappingini
á Varmakeldustevnu.
NSÍ venjarin, Jógvan
Martin Olsen, ivast ikki í,
hvat tað er, sum er orsøkin
til soltnu úrtøkuna:
– Vit fáa alt ov lítið burt-
urúr. Hesa ferð høvdu vit
nógvar stórar málmøgu-
leikar. Fleiri ferðir vóru við
í yvirtalsstøðum. Spæl-ar-
arnir tykjast taka skeivar
avgerðir. Tá ið tað er upp-
lagt, at teir spæla leysar
viðspælarar, velja teir held-
ur at royna úti frá, og við-
hvørt er tað hinvegin.
Bjarni Johansen stóð seg
ógvuliga væl, men vit
mugu eisini taka á okkara
kappa, at vit ikki fáa størri
úrtøku.
– Hjá VB er Mindaugas
ein framúr álopsspælari.
Um vit høvdu havt ein av
hansara slagi í okkara parti
mikukvøldið, so ivist eg
ikki í, at vit høvdu skorað
fleiri mál. Men tað hava vit
ikki, og so fæst ikki úrtøka,
hóast uppspælið er gott,
staðfestir Jógvan Martin
Olsen.
Ímóti ÍF á heimavølli
mánakvøldið fer NSÍ aftur
at hava Jens Martin Knud-
sen millum stólparnar.
Nýtt ættarlið setur dagsskránna í Vági
Bjarni Johansen var ein sannur brandur í málinum hjá
vágbingum, tá ið teir mikukvøldið vunnu 3-1 á NSÍ vesturi á
Eiðinum
savnsmynd
VB ætlar sær longri upp
Alt ov lítið hvassir
17
Nr. 147 • fríggjadagur • 6. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Havnarfeløgini
tykjast skula verða
einsamøll í
kappingini um
fremstu plássini, og
tað skal ganga
rættuliga illa hjá HB,
um teir ikki fyri
triðju ferð skulu
vinna FM triðja árið á
rað
SAMANUM 10.
UMFARIÐ
Jóannes Hansen
So fekst endi á tíggjunda
leikumfarinum. Í Føroyum
er tað ikki vanligt, at tað
verður spælt eitt umfar í
tríggjar dagar. Í eitt nú
Íslandi, Svøríki og eisini
Noregi kemur hetta ofta
fyri. Hjá illa mannaðu før-
oysku bløðunum bilar hetta
einki, og tað hevði kanska
verið eitt hugskot at við-
gjørt, um kappingin skal
skipast soleiðis. Í ár verður
meiri gjørt burturúr fleiri
leikdøgum, enn tað hevur
verið
gjørt
undanfarnu
árini. Eitt nú skal ÍF spæla í
Runavík næsta mánakvøld.
At tað verður spælt mitt í
viku hevur eisini sínar
keðiligu síður. Eitt nú mistu
NSÍ spælararnir ein og ein
hálvan arbeiðsdag, tá ið teir
mikukvøldið vóru í Vági.
Teir fóru suður seinnapartin
mikudagin, og teir vóru við
hús aftur fyrrapartin í gjár.
At missa so nógva arbeiðs-
tíð er nógv hjá monnum,
sum frammanundan brúka
frítíðina til fótbóltin. Tað
vita eisini teir í Vági alt um.
Úrslitini hesa ferð stað-
festu, at tað enn eina ferð
eru havnarfeløgini, sum eru
fremst í FM kappingini.
HB er oddalið, og B36 er
næstfremst. Fimm stig eru
á muni teirra millum. HB
hevur vunnið tríggjar tær
seinastu ferðirnar, og teir
hava ikki tapt, síðani teir í
fyrsta umfarinum vóru á
Skála. HB og B36 skulu
spæla í fimtanda umfarin-
um, sum er á skránni 12.
september. Um tað gongst,
sum tað hevur gjørt síðstu
tíðina, so kann møguleikin
ikki útihýsast, at tað við
HB sigri í grannastríðnum
longu tá verður neyðugt at
fara langt út í teoriina fyri
at finna annan møguleika
fyri meistara enn HB.
Havnar Bóltfelag stendur
eftir trivaliga sigurin á
Skála til at vinna triðja FM
heitið á rað. Tvær ferðir
áður hevur HB verið meist-
ari tríggjar ferðir upp í slag.
Fyrra ferðin var í 1963,
1964 og í 1965, og seinna
ferðin var í 1973, 1974 og í
1975.
Fyrireikingarnar
HB tykist á so mangan hátt
at vera best fyri. Teir tykjast
hava fleiri skikkaðar spæl-
arar, enn hini liðini hava.
Um ein ella tveir sita
skaddir ella leikbannaðir
uttanfyri, so eru nýggir at
seta í teirra stað. Tað er
galdandi bæði aftarlaga og
frammarlaga á vøllinum.
Blandingin millum ungar
og eldri, og teir, sum eru
uppvaksnir í felagnum, og
teir, sum eru komnir aðra
staðni fra, tykist vera
perfekt.
Harafturat tykist HB í
løtuni at vera betri fyri at
spæla bólt, enn hini feløg-
ini eru tað. Meðan tað hjá
hinum er neyðugt at spæla
seg í form, so hevur HB
dystarvenjingina. Teir hava
fyri stuttum spælt tvær
ferðir í Europa Cup, og fyri
viku síðani spældu teir
steypafinaluna.
Skála, sum mikukvøldið
misti nógv í oddastríðnum,
hevur ikki verið í týdning-
armiklari uppgerð síðani
27. juni. Tað sigur seg
sjálvt, at dystarvenjingin
hjá teimum er ikki tann
sama, sum hon er hjá HB.
Vandin hjá oddaliðnum er
kanska, at spælararnir fara
at møðast skjótari enn hinir,
tá ið teir ikki hava verið í
summarfrí. Men kappingin
er ikki so long, og tað er
ivaleyst eyka íblástur, tá ið
FM heitið er í eygsjón.
Skála hevur nú tapt
tríggjar
landskappingar-
dystir á rað. Fyrst taptu teir
ímóti NSÍ, og síðani hava
teir tapt ímóti EB/Streymi
og HB. Eingin ivi er um, at
tað nívir nógv meiri hjá
Skála, enn tað ger hjá eitt
nú HB, tá ið spælarar ikki
eru førir fyri at spæla.
Mikukvøldið var Iulian
Floresco burtur, og Pauli G.
Hansen noyddist at taka seg
aftur. Tað gjørdi stóran
mun.
Um B36 skal gera nakað
við HB, so mugu teir vinna
hvørja ferð. Týskvøldið
vóru teir á Eiði, har tað er
synd at siga, at mótstøðu-
liðið var væl fyri. Sambært
tí, sum var at frætta undan
uppgerðini, so hava teir í
EB/Streymi verið á frítíðar-
ferð og ikki á venjingar-
legu í Italia, og teir høvdu
vant tríggjar ferðir, síðani
teir komu aftur á Mølina.
Munurin á fyrireikingunum
hjá teimum og HB er
kanska størri, enn hann
man vera millum yrkisfeløg
í Europa og eitt nú HB.
Fleiri fella frá
Í fyrstu atløgu tykist stóra
stríðið standa um triðja
plássið. Í tí kappingini
misti NSÍ týdningarmikil
stig mikukvøldið, meðan
VB lyfti sær á. Um
vágbingar megna at vinna á
Skála í ellinta umfarinum,
so verður munurin teirra
millum lítil og eingin. NSÍ
hevur nú tapt tríggjar
týdningarmiklar dystir á
rað. Fyrst taptu teir ímóti
HB í landskappingini, so
taptu teir steypafinaluna,
og nú taptu teir í Vági.
Gøtumenn fáa sunnu-
dagin vitjan av B68, og
klaksvíkingar skulu royna
seg á heimavølli ímóti B36.
Hjá ÍF, sum skal til Runa-
víkar, og hjá B68 verður
talan um kapprenning fyri
at halda seg burtur frá
aftasta plássinum. Felags
fyri bæði liðini er, at tað
næstu
dagarnar
verður
roynt at finna út av, hvussu
stórur fongurin er í fremm-
andu monnunum, sum eru
komnir til Fuglafirðar og
Toftir.
Hjá KÍ hevur higartil ver-
ið talan um óeydnisár. Teir
hava bara tapt eina ferð,
men sjey javnleikir bera
ikki langt. At dysturin mill-
um B68 og KÍ varð spældur
týskvøldið var púra við síð-
una av. Feløgini og áskoð-
ararnir vórðu snýtt. Í Før-
oyum er veðrið óstøðugt.
Tá ið tað eina løtu hevur
verið mjørki, er sannlíkið
minni fyri mjørka næstu
dagarnar. Mikukvøldið var
dýrd á Toftum, sum tað var
tað alla aðra staðni kring
landið. Tá hevði verið lag á
manni at spælt fótbólt.
Kanska eigur FSF at um-
hugsa nágreiniligari reglur
fyri dómararnar, tá ið
spurningurin um avlýsingar
og útsetingar skal handfar-
ast.
Alt talar fyri endurtøku frá í fjør
Støðan, 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v -
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 HB
10
7 -
2
-
1
26
10
16
23
2 B36
10
5 -
3
-
2
21
12
9
18
3 Skála
10
5 -
2
-
3
21
14
7
17
4 VB
10
4 -
4
-
2
16
11
5
16
5 NSÍ
10
4 -
3
-
3
15
14
1
15
6 EB/Streymur
10
4 -
2
-
4
17
15
2
14
7 GÍ
10
4 -
2
-
4
15
20
-5
14
8 KÍ
10
2 -
7
-
1
16
12
4
13
9 ÍF
10
1 -
1
-
8
14
34
-20
4
10 B68
10
0 -
2
-
8
7
26
-19
2
Jan Dam var ein brandur í HB-verjuni mikukvøldið, tá ið HB við einum 4-1 sigri á Jonhard Frederiksberg og Skála styrkti um
oddasessin hjá sær, so at teir nú eru fimm stig framman fyri B36 á næstfremsta plássinum
mynd: Maria Olsen
C
M
Y
K
16