Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. august 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 147 - 6. august 2004 19 Føroyingarnir í Finn- landi vóru vónbrotnir í fyrrakvøldið, men teir ásannaðu kortini, at avrikið ímóti Ong- landi ikki var av leið U 17 UNGLINGAR Í NM Jóannes Hansen Føroysku unglingarnir taptu mikukvøldið 2–0 ímóti Onglandi í NM kapp- ingini, sum í hesi vikuni er í Vaasa í Finnlandi. Tað er einki at liggja omaná, at føroyingarnir vóru eitt sindur vónbrotnir. Teir høvdu ætlað sær javnleik ímóti Onglandi. Teir hildu tørn, inntil tað restaði eitt korter, so skoraði mót- støðuliðið tvey mál. Annar av venjarunum, Bill Jacobsen, var nakað eftir lokið stríð ikki heilt so ónøgdur: – Tað er fínt, at vit miðja høgt. Men veruleikin er tann, at hesa ferð vóru vit væl meiri kroystir, enn vit vóru ímóti Danmark. Tað sigur kortini ikki, at Dan- mark hevur eitt vánaligt lið. Mikudagin vunnu teir 4–1 á Svøríki, sum framman- undan hevði tapt 1–0 ímóti Onglandi. Ferðin hjá eing- ilsku spælarunum, sum umboða nógv av bestu feløgunum í Onglandi, var rættuliga høg. Frá fyrsta bríksli vórðu vit nógv kroystir, og tað kom ikki óvæntað á, at teir at enda fingu tvey mál. Fyrra málið fingu teir eftir horna úr vinstru. Tað varð stútað úr fimm metr- um og í málið. Seks minutt- ir seinni øktu teir til 2–0. Ta ferðina sneiddi álops-mað- urin av miðjum vølli og framvið fleiri, áðrenn hann setti bóltin framvið mál- verjanum, Mattias Samuel- sen, sum stóð seg rættuliga væl. Møguleikarnir At føroyska liðið var kroyst størsta partin av tíðini var ikki tað sama sum, at teir ongar møguleikar høvdu. – Setningurin er altíð at royna at spæla og ikki bara at sparka. Vit spældu okk- um burtur úr tronganum ferð eftir ferð, men sum oftast steðgaðu teir okkum mitt á vøllinum. Um eydn- an hevði havt verið við okkum, so kundu vit í fyrra umfarinum havt fingið tvey mál. Tá ið eitt korter var farið, stútaði Levi Hansen úr leysari støðu mitt fyri málinum dygst við síðuna av. Møguleikan fekk hann, eftir at Einar Hansen hevði lagt fríspark innfyri. Mið- skeiðis í 1. hálvleiki smekkaði Christian R. Mouritsen frammanfyri nærra stólpan til, eftir at Kristoffur Jacobsen hevði lagt innfyri úr høgru. Tíverri rakti bólturin á ytru síðuna av samankomingini og fór út til málspark, greiðir annar av venjarun- um frá úr Vaasa. Tá ið spælararnir eftir steðgin tóku at møðast í hitanum – tað vóru 28 stig – framdu føroysku venjar- arnir fimm útskiftingar. Nýggju menninir stóðu seg væl, og hinir fingu møgu- leika at hvíla eitt sindur meiri, áðrenn teir í dag skulu spæla ímóti Svøríki. Í gjár vandu føroyingar- nir fyrrapartin. Seinna- partin høvdu teir frí, og teir ætlaðu at hugna sær í mið- býnum í Vaasa, har teir í gjár høvdu festival við skrúðgongu og undirhaldi av ymsum slagi. Í dag verð- ur tað aftur álvari, tá ið Svøríki verður mótstøðu- liðið. Um tað veit heilt væl við, so er møguleiki fyri, at Føroyar í vikuskiftinum skulu spæla ímóti næst- besta liðnum í hinum bólk- inum um triðja plássið. Um tað fer at vilja illa til, so fara føroyingar, sum so mangan áður, at spæla um sjeynda plássið. Boygnaðu síðsta korterið Føroyska U17- landsliðið megnaðu ikki at endurtaka bragdið frá týsdegnum, tá ið teir mikudagin taptu 0-2 fyri Onglandi, hóast okkara so sanniliga høvdu sínar møguleikar 19 18 Nr. 147 - 6. august 2004 Við einum 4-1 sigri á skálamonnum í Gundadali miku- kvøldið, styrkti HB um oddasessin hjá sær, meðan Skála hinvegin misti eitt stórt fet í stríðnum um gullkrónurnar ODDABRAK Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Lagt varð upp til eitt ordans oddabrak, tá ið tey bæði fremstu liðini í føroysku fótbóltskappingini, HB og Skála, dystaðust í Gunda- dali mikukvøldið. Dysturin gjørdist eisini rættuliga undirhaldandi, hóast tað ikki altíð var tað poleraða fótbóltsspælið, ið liðini borðreiddu við. Skála kendi ikki vitjunartíðina HB legði bragdliga fyri, og longu tá ið fimm minuttir vóru leiktir, høvdu teir ein risamøguleika at leggja seg á odda. Eitt langur bóltur bleiv sendur niðan móti brotsteiginum hjá Skála, sum Rógvi Jacobsen snitt- aði við høvdinum víðari til ein púra leysan Rúna Nolsøe, men einsamllur við Igor Kostic sendi HB-lið- skiparin beint framvið málinum. Skála hevði eisini sínar møguleikar, og í 8. minutti var nær við, at Alexandur Johansen legði gestirnar á odda. Eitt innlegg úr høgra borði fór tvørtur við HB- málinum, og við handaru stong kom Alexandur tusk- andi, men hann fekk akkurát ikki beint bóltin nóg væl, so at hann fór í netið. Tað eydnaðist tó HB minuttin eftir at seta hol á. Vinstri bakkur hjá havnar- monnunum, Janus Joensen, tók eitt innkast einar 10 metrar frá baklinjuni í vinstra borði. Rógvi Ja- cobsen longdi við høvdin- um innkastið longur inn í brotsteigin, har Heðin á Lakjuni slapp framat, og umvegis eitt skálabein fór bólturin í meskarnar, uttan at Igor Kostic hevði nakran møguleika at verja fyri. Eftir leiðslumálið fánaði HB-liðið fullkomiliga, og Skála tók yvir. Um tað vóru timburmenninir eftir steypasigurin á ólavsøku, sum gjørdu seg galdandi, skal verða ósagt, men ein sannroynd er tað, at tað, sum eftir var av fyrra hálvleiki, átti Skála so ruddiliga. Heimaliðið misti fullkomiliga takið á mið- vøllinum, har Kári Nielsen og Rúni Nolsøe als ikki livdu upp til sítt vanliga støði, og tískil taptu dystin um miðjuna til teir báðar Paula G. Hansen og Nenad Stankovic hjá Skála. Skálamenninir løgdu trýst á HB hvørja einastu ferð, at havnarmenninir høvdu bóltin, og trýstið varð lagt heilt uppi við verjuna hjá heimaliðnum. Tað var týðuligt, at hetta hóvaði ikki føroyameistar- unum, sum yvirhøvur ikki fingu glið á spælið hjá sær í fyrra hálvleiki. Alt ov ofta bygdi uppspælið hjá HB upp á, at langir bóltar vóru sendir niðan móti álopin- um, men tað var sjáldan, at nøkur líkinda adressa var á hesum sendingum. Skála sýndi hinvegin sera gott kombinatiónsspæl fram eftir vøllinum, men tað gekk striltið við at fáa spælt seg til teir stóru opnu møguleikarnar. Tó vóru skálamenn sera nær við at javna í tveimum royndum, tá ið ein góður hálvur tími var leiktur av fyrra hálv- leiki. Í fyrstu atløgu bjarg- aði Bárður Johannesen væl, og í aðru atløgu var tað stongin, ið kom HB til hjálpar. Heimaliðið megnaði at halda tørn til hálvleiks, og lítið man verða at ivast í, at tað vóru teir sera fegnir um, meðan teir hjá Skála hava iðrað seg nakað nógv um, at teir ikki megnaðu at gera sær dælt av stóru yvir- vágini. Útskiftingar gjørdu munin Í mun til tey allarflestu av hinum feløgunum í bestu deildini, so hevur HB ein rættuliga breiðan hóp. Hetta sást eisini miku- kvøldið, tá ið føroyameist- ararnir millum annað høvdu bæði Heina Fernan- dez og Jákup á Borg sitandi á beinkinum. Leikandi venjarin setti seg sjálvan á vøllin í steðginum fyri Rók Jespersen, meðan Jákup kom inn fyri Páll M. Joen- sen um miðjan seinna hálv- leik. Hesar báðar útskift- ingarnar gjørdu góðan mun, og álopsspælið hjá HB hekk væl betur saman eftir steðgin. Havnarmenninir løgdu seg á odda 2-0, tá smáir 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. HB fekk fríspark einar 25 metrar frá málinum hjá Skála nakað væl úti í høgra borði, og Heðin á Lakjuni gjørdi ikki mætari enn at senda beint í meskarnar. Her sá út til, at okkurt var galið í samstarv- inum millum verjumúrin og málverjan hjá Skála. Gest- irnir góvu tó ikki skarvin yvir, og bara tveir minuttir seinni fingu teir minkað um munin. Eftir eitt sindur av trunkaspæli í brotsteiginum hjá HB, endaði bólturin hjá Skála-liðskiparanum, Paula G. Hansen, sum staddur einar tveir metrar uttan fyri brotsteigin sendi mitt í málið. Hetta sá eitt sindur løgið út, men antin sá Bárður Johannesen einki fyri mongu spælarunum framman fyri sær, ella bleiv hann fangaður á skeiva beininum. Málið gav skálamonnum vónina aftur, men krevjandi spælistílurin við tí nógva trýstinum á mótstøðuliðið hevur tikið nógva orku frá gestunum, og samstundis heimaliðið fyri hvørja løtu, ið gekk. Næstu løtuna skolaðu álopini oman móti málin- um hjá Skála, og Rógvi Jacobsen stútaði í tvør- stongina í 60. minutti, og fýra minuttir seinni hevði Vagnur M. Mortensen eitt gott fríspark, sum Kostic fekk boksað út til horna- spark. Jákup á Borg kom á vøllin í 66. minutti, og hann hevði ein fót við í uppspæl- inum til 3-1 málið, sum kom bara tveir minuttir seinni. Vagnur M. Morten- sen, ið leikti á høgra bakki fyri leikbannaða Hall Dan- ielsen, byrjaði álopið, og eftir gott samanspæl við bæði Jákup og Rógva Ja- cobsen átti Vagnur síðsta fótin, áðrenn bólturin fór um málstrikuna - eitt sera gott spæl álop. Skála royndi seg við nøkrum útskiftingum fyri at venda gongdini, men lítið hjálpti, tí í 78. minutti slóg Rógvi Jacobsen HB- sigurin fastan, tá ið hann skallaði eitt væla innlegg frá Jákupi á Borg í netið til endaliga úrslitið 4-1 til før- oyameistararnar. Við sigrinum miku- kvøldið er HB nú fimm stig framman fyri grannarnar úr B36, sum hava yvirtikið næstfremsta sessin frá skálamonnum. Skála er nú seks stig aftan fyri odda- liðið, og tað má metast verða lítið sannlíkt, at teir megna at berja seg upp á oddasessin aftur. Tordu betur eftir steðgin Landsliðsleikarin Rógvi Jacobsen var glaður fyri sigurin á Skála mikukvøldið, men samstundis helt hann ikki, at avrikið hjá HB var serliga sannførandi. – Í fyrra hálvleiki spæla vit illa, og vit toldu als ikki trýstið, sum Skála legði á okkum, segði Rógvi aftaná dystin. Klaks- víkingurin helt, at teir vóru alt ov febrilskir, og tí var ofta roynt við langum avleveringum úr verjuni niðan í álopi, sum onki spurd- ist burturúr. - Vit fingu ikki keturnar hjá okk- um athanga saman, men í seinna hálvleiki tordu vit betur at spæla fótbólt, og tað hjálpti eisini væl, at Heine og Jákup komu á vøllin, segði Rógvi Jacobsen, ið er toppskjútti hjá HB við sjey málum í landskappingini. tn Vóru ikki nóg skarpir Kviki vongspælarin hjá Skála, Alexandur Johansen, helt eftir dystin, at tað nú sær svart út hjá Skála við møguleikanum fyri at ogna sær gull í ár. Alexandur helt, at Skála eins væl kundi verið á odda í hálv- leikssteðginum, men hann ásannar, at tann neyvleikin, ið liðið hevði framman fyri málinum hjá mót- støðuliðunum fyrr í ár, als ikki var til staðar mikukvøldið. – Vit eru ikki nóg skarpir, tá ið høvi býðst. Samstundis krevur spælistílurin hjá okkum sera nógva orku, og tað merkja vit væl í seinna hálvleiki, segði Alexandur eftir dystin. Hóast Skála hevur ligið á odda ein stóran part av kapp- ingarárinum, hava teir ongantíð havt teir heilt stóru gulldreymarnar, sigur Alexandur. - Okkara fyrsta mál undan kappingarárin- um var at sleppa undan botnstríðnum. Nú er málið so at verða mill- um fýra tey fremstu liðini, og klára vit at halda triðjaplássið, sum vit hava í løtuni, eru vit væl nøgdir, segði Alexandur Jo- hansen at enda. tn HB-Skála 4-1(1-0) 1-0 Heðin á Lakjuni 9. 2-0 Heðin á Lakjuni 54. 2-1 Pauli G. Hansen 56. 3-1 Vagnur M. Mortensen 68. 4-1 Rógvi Jacobsen 78. HB: Bárður Johannesen - Vagnur M. Mortensen, Jan Dam, Símun Eliasen, Janus Joensen - Rókur Jespersen (Heine Fernandez 46.), Kári Nielsen (Emil N. Leifsson 80.), Rúni Nolsøe liðsk, Heðin á Lakjuni - Páll M. Joensen (Jákup á Borg 66.), Rógvi Jacobsen Skála: Bjarni Igor Kostic - Bárður Danielsen, Arnhold Berg(Borgar Hansen 74.), Dusan Jaic, Rúni Rasmussen - Hanus Thorleifsson, Pauli G. Hansen liðsk.(Sveinur Justinussen 72.), Nenad Stankovic, Alexandur Johansen - Jonhard Frederiksberg, Bogi Gregersen(Eugen Marian Stanciu 82.) Gult kort: Rúni Nolsøe 35, Rókur Jespersen 44, Símun Eliasen 70 - Bárður Danielsen 39, Nenad Stankovic 40 Dómari: Lassin Isaksen Áskoðarar: 1500 FAKTA HB styrkti um oddasessin Hóast talan ikki altíð var um tað poleraða fótbóltsspælið, so var dysturin millum HB og Skála rættuliga undirhaldandi, og teir 1.500 áskoðararnir fingu valuta fyri pengarnar. Mynd: Maria Olsen C M Y K 18