fríggjadagur 6. august 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 6. august 2004
21
Hans Backe fyri bakkasti
FC Keypmannahavn tapti í gjárkvøldið stórt í einum
dysti, sum teir sjálvir hildu var mest sum ein
avgreiðslu-spurningur. FCK tapti heili 5-0 móti NK
Gorica í Parkini í Keypmannahavn.
Venjarin hjá FCK, Hans Backe, sigur, at hetta er tað
ringasta, sum hann nakrantíð hevur upplivað sum
venjari. Hann er annars júst kosin ársins venjari.
Tapið í gjárkvøldið merkir, at FCK má veittra farvæl
til Champions League — nakað sum ikki minnir sørt
um sárini hjá Brøndby og teirra kollaps, tá teir taptu
6-1 móti Esbjerg í fyrsta dystinum í fjør. Brøndby
kom ongantíð ordiliga fyri seg aftur, og meistarheitið
endaði eisini hjá FCK.
Spurningurin er so, um tapið hjá FCK í gjárkvøldið
fær eitt líknandi eftirspæl.
Ljungberg til Italia
Tað gongur ikki serliga væl hjá Arsenal fyri tíðina.
Patrick Vieira er um at fara til Real Madrid, og nú
verður Fredrik Ljungberg settur í samband við fleiri
italiensk feløg. Sambært the Sun eru bæði Roma,
Juventus og Inter áhugaði í svenskaranum, og trupult
verður helst hjá Arsenal at siga nei til eitt boð upp á
160 milliónir krónur.
Millar viðgongur doping
Enski súkklarin David Millar viðgongur nú, at hann
hevur dopað seg. Mikudagin bleiv hann bannaður frá
øllum súkklukappingum í tvey ár, tí at hann er funnin
sekur í at hava nýtt dopingevni EPO, sum er víðagitið
innan súkklingina.
Eftir at hava verið avhoyrdur av fronsku løgregluni í
tveir dagar, viðgekk Millar, at hann hevði tikið EPO
bæði í 2001 og 2003. David Millar vann í fjør
heimsmeistarakappingina í einkultstarti, men hetta
heitið er nú tikið frá honum, eisini er hann tveittur av
olympiska liðnum hjá bretum.
Eriksson bíðar í
spenningi
Enski landsliðsvenjarin, Sven Gøran Eriksson, fær í
dag at vita, um hann framhaldandi kann rópa seg
enskan landsliðsvenjara. Eriksson hevur verið
innblandur í einari gølu, har tað er komið fram, at
bæði Eriksson og fyrrverandi stjórin fyri enska
fótbóltssambandinum FA, Mark Palios, hava havt
kynsligt samband við ein skrivara í FA. Palios hevur
sagt seg úr starvi, og leiðslan í FA hevur biðið
Eriksson á fund á einari loyniligari adressu í London,
har endalig støða verður tikin til málið.
Nú eru seks pláss
millum Føroyar og
Malta, sum kemur
henda vegin um
knappar tvær vikur
ALTJÓÐA
STYRKISLISTIN
Jóannes Hansen
Tað hevur leingi gingið
stútt skeiva vegin hjá
Føroyum á FIFA styrki-
slistanum. Í fyrradagin var
listin fyri august kunn-
gjørdur, og sambært honum
er kósin hjá Føroyum fram-
vegis lítið hugalig. Føroyar
eru nummar 137 og harvið
eitt pláss niðari enn í juli.
Síðani undan ársskiftinum
hevur fallið verið ellivu
pláss, og síðani Føroyar
fyri nøkrum árum síðani
vóru so ovarlaga sum
hvørki fyri ella síðani, hev-
ur fallið verið út ímóti
tredivu plássum.
Mikudagin 18. august
skulu Føroyar spæla á
heimavølli ímóti Malta. Á
nýggja listanum er Malta
styrkismett sum nummar
131. Teir hava tikið seg eitt
pláss uppeftir.
Besta fótbóltslandsliðið í
Norðurlondum eiga dansk-
arar. Danmark er framvegis
nummar fimtan. Svøríki er
numar 20, Noreg nummar
38, Finnland er nummar 49
og Ísland er nummar 79.
Teir eru dotnir fýra pláss
aftur síðsta mánaðin.
Av tjóðunum, sum Før-
oyar eru í HM undankapp-
ingarbólki við, er Frakland
best fyri. Hóast tað ikki
gekk meiri enn passaligt í
EM endaspælinum fyrr í
summar, so verður Frakand
framvegis mett at eiga
næstbesta fótbóltslandslið-
ið í heiminum. Írland er
nummar sekstan, Ísrael
nummar 62 og Kypros
nummar 104.
Størsta skarvslopið rætta
vegin síðsta mánaðin er tað
hjá Grikkalandi. Nýklæktu
europameistararnir eru nú á
14. plássinum. Fyri einum
mánað síðani vórðu teir
roknaðir at vera nummar
30.
Brasilia vann fyri stuttum
suðuramerikanska meist-
araskapin. Tí er tað ikki
óvæntað, at teir framvegis
eru ovastir á listanum. Spa-
nia heldur tørn um triðja
plássið, meðan Argentina
og Kekkia eru flutt eitt
pláss upp, og Holland er
flutt tvey pláss niður og nú
er á sætta plássinum.
Leygardagin
7.
august
verður skipað fyri renni-
kapping í Nólsoy í sam-
band við Ovastevnuna.
Kappast verður í so-
nevndari
cross-renning.
Runnið verður í haganum
sunnanfyri bygdina.
Kappingin er fyri børn og
vaksin. Kappast verður í
somu bólkum, sum hava
verið nýttir í Grand Prix
kappingini í summar.
Kappingin
byrjar
kl.
16.00. Kappast verður í
hesi røð:
Gentur og dreigir -7
(f. 97-) renna 500 m
Gentur og dreingir -10
(f. 94-96) renna 500m
Gentur og dreingir -13
(f. 91-93) renna 1 km
Gentur og dreingir -17
(f. 87-90) renna 2 km
Vaksin (f. 59-86) og
veteranar (f. -58) renna 5
km
Tilmelding fer fram á
www.athletics.fo í seinasta
lagi
fríggjakvøldið
kl.
21.00. Til ber eisini at
melda til á staðnum kapp-
ingardagin.
Luttøkugjaldið er kr. 50,-
fyri vaksin og kr. 20,- fyri
børn. Tað verður goldið, tá
startnummarið verður av-
heintað í nánd av startinum
hálvan tíma undan kapp-
ingini.
Nr. 1, 2 og 3 í øllum
bólkum fáa heiðursmerki.
Handanin fer fram í Geilini
uml. kl. 18.00.
Enn eitt pláss eftir hæli
Cross-renning verður í Nólsoy
leygardagin 7. august
Henrik Larsen, landsliðsvenjari, fer í næstum at úttaka landsliðshópinum, sum 18 august skal
dystast við Malta
Gravesen til Liverpool
Sambært BBC er Liverpool FC áhuga í at keypa Thomas
Gravesen. Danski landsliðsspælarin hevur eitt ár eftir av
sáttmálanum við Everton.
– Vit hava hoyrt slatur um Gravesen, men managarin vil
helst hava hann í Everton, sigur ein talsmaður í Everton
við BBC.
John Sivebæk, umboðsmaðurin hjá Gravesen, er heldur
ikki settur í samband við Liverpool.
– Eg havi ikki hoyrt nakað, men tað kann jú koma seinni,
sigur Sivebæk, sum sigur, at fleiri toplið eru úti eftir
Gravesen.
Gravesen er verdur einar 40 milliónir krónur. Ein skifti til
annað felag verður mett at vera sannlíkt.
21
20
Nr. 147 - 6. august 2004
Fullkomuliga óvænt-
aða stórtapið miku-
kvøldið sendi FCK úr
altjóða fótbólti, og
harvið eru uppgáv-
urnar og avbjóðing-
arnar burtur, sum
nýggju stuðulsspæl-
ararnir vórðu ætlaðir
at vera við til at loysa
og lyfta
SKELKAÐ
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Tað var orduliga dagen der
på í FCK í gjár. Undan púra
óvæntaða stórtapinum á
heimavølli ímóti slovenska
NK Gorica ásannaði leiðsl-
an í felagnum, at teir so
smátt vóru farnir undir fyri-
reikingarnar til stóru av-
bjóðingina, sum tað rokn-
aðist at verða næstu vik-
urnar í triðja innleiðandi
umfarinum í meistarakapp-
ingini at spæla ímóti Mona-
co.
Í FCK høvdu teir roknað
uttan at taka slovenska NK
Gorica við í metingina.
Slovenska liðið klæddi
mikukvøldið FCK full-
komuliga av í Parkini. Teir
vunnu 5–0, teir kundu havt
vunnið uppaftur meiri, og
nú eru tað teir og ikki FCK,
sum komandi mikudag á
heimavølli skulu taka ímóti
Monaco.
Tað er væl skiljandi, at
teir í FCK bæði hava fíggj-
arligar og ítróttarligar timb-
urmenn. FCK er framvegis
nógv best konsolideraða
fótbóltsfelagið í Danmark.
Men tað fer at svíða, at
ongar inntøkur fara at fáast
frá heimadystinum ímóti
Monaco og møguligu dyst-
unum í bólkaumfarinum
ella í UEFA Cup.
Ítróttarliga er sviðin ikki
minni. Í summar hevur
felagið keypt fleiri spæl-
arar. Onkrir teirra hava
kostað nógv, og teir fáa
ivaleyst stóra løn. Felagið
hevur ikki dult, at spælar-
arnir eru keyptir fyri at
styrkja um møguleikarnar í
europeisku meistarakapp-
ingini. Floppið, sum av-
rikið ímóti NK Gorica
verður skýrt, ber við sær, at
europeiska avbjóðingin hjá
FCK er av á hesum sinni.
At teir mistu meistarakapp-
ingina á gólvið, áðrenn teir
komu í triðja umfarið, ber
við sær, at teir eisini mistu
atgongumerkini til UEFA
Cup.
Syndarliga støðan letur
ivaleyst upp fyri møguleik-
anum, at FCK fer at um-
hugsa at sleppa sær av við
onkrar
spælarar.
Fyri
tveimum
vikum
síðani
segði
venjarin,
Hans
Backe, at teir ætlaðu at lata
spælararnar skiftast um at
spæla fyrstu mánaðirnar í
nýggja kappingarárinum.
Nógvu dystirnir fóru at
bera við sær, at tað fór at
gerast ov strevið hjá teim-
um somu at spæla hvørja
ferð, og tað fór at síggjast
aftur seinni í kappingar-
árinum, um summir ikki
høvdu
fingið
neyðugu
dystarvenjingina, meðan
aðrir fóru at verða moyrir
og kanska skaddir.
Nú verða dystirnir brád-
liga nógv færri. Tað vil við
øðrum orðum siga, at tað er
ikki neyðugt at skifta so
nógv út. Harvið kann hugs-
ast, at FCK skjótt fer at
lúka í hópinum. Hvørjir
fara at verða seldir, og
hvagar teir skulu seljast,
hevur einki enn verið at
hoyrt um.
Eingin svongd
Í FCK og ikki minst í
donsku pressuni rannsaka
teir avrikið ella rættari tað,
sum skuldi havt verið eitt
avrik, men sum gjørdist til
einki. FCKarnir stíddust
ikki, teir vóru ikki í nær-
dystum, teir vóru tungir í
verjuni, og á miðvøllinum
var eingin formaður, sum
kundi stýra og lyfta liðfe-
løgunum.
Todi Jónsson var ikki
millum teir fyrstu ellivu.
Hann kom á vøllin, tá ið ein
lítil hálvur tími var eftir, tá
ið Álvaro Santos noyddist
at taka seg aftur orsaka av
skaða. Hvørki undan ella
eftir, at Todi var komin á
vøllin, hevði FCK álopið
líkinda møguleikar at gera
mál.
FCK
venjarin,
Hans
Backe, og hansara menn
vórðu eyðmýktir. Annars
trúgvu áskoðararnir vendu
teimum baki og bríkslaðu
teir av vøllinum.
Eftir dystarlok staðfesti
venjarin, sum týsdagin
hevði peikifingurin á lofti
um, at uppgávan fór at
verða torfør og vandamikil,
at einki kemur av sær
sjálvum, og hann segði seg
ongantíð áður hava verið so
vónbrotnan í fótbólti:
– Okkara spælarar hava
seinastu árini vunnið nógv.
Tað ber tann vandan við
sær, at svongdin eftir at
vinna meiri og harvið
hugburðurin til at arbeiða
tað, sum krevst, ikki er so
stór. Soleiðis upplivdi eg
hetta, ásannaði venjarin.
Hann og spælararnir høvdu
nýtt nógva tíð og orku at
fyrireika seg, eftir at teir á
útivølli høvdu vunnið 2–1,
og harvið høvdu ella rættari
hildu seg hava annað beinið
í triðja umfarinum.
Pressan undrast yvir, at
botnstøðið hjá FCK vísti
seg at vera so lágt, sum tað
var mikukvøldið. Pressan
hevði eisini hug at klikkja
inn á venjaran og uppleggið
hjá honum. Slovenska liðið
er meistari í kontraspæli.
Tá ið FCK hevði fólkið
frammarlaga á vøllinum og
tóktist leggja lítið í verju-
partin, var tað matur fyri
slovenararnar, og teir tóku
av. Fimm ferðir fingu teir
mál, og teir kundu havt
skorað
uppaftur
fleiri
ferðir.
Í gjár hittust teir í FCK
aftur. Tá fóru teir undir
fyrireikingarnar til lands-
kappingardystin
leygar-
dagin ímóti Viborg. Sárini
eru nógv, og brekkan er
brøtt
og
harvið
tung,
áðrenn FCK aftur hevur
møguleika at royna seg í
altjóða høpi.
Dystirnir í 3. umfari av
Champions League
NK Gorica, Slovenia - Monaco, Frakland.
Graz AK, Eysturríki - Liverpool, Ongland.
Juventus, Italiia - Djurgården, Svøríki.
Ferencvaros, Ungarn - Sparta Prag, Kekkia.
Rosenborg, Noreg - Maccabi Haifa, Ísrael.
Bayer Leverkusen,Týskland - Banik Ostrava, Kekkia.
CSKA Moskva, Russland - Rangers FC, Skotland.
Shakhtar Donetsk, Ukraina - Club Brügge, Belgia.
Dynamo Kijev, Ukraina - Trabzonspor,Turkaland.
Røde Stjerne Beograd, Serbia og Montenegro - PSV
Eindhoven, Holland.
Dinamo Bukarest, Rumenia - Manchester United,
Ongland.
Basel, Sveiss - Inter, Italia.
Benfica, Portugal - Anderlecht, Belgia.
Deportivo La Coruna, Spania - Shelbourne, Írland.
PAOK Salonika, Grikkaland - Maccabi Tel Aviv, Ísrael.
Wisla Krakow, Polen - Real Madrid, Spania.
Fyrru dystirnir verða leiktir 10. ella 11. august, og
seinni dysturin verður antin 24. ella 25. august.
Trúgva áskoðarafjøldin hjá
FCK, sum her heiðrar Toda
Jónsson og liðfeløgum
hansara á Ráðhúsplássinum,
vendi mikukvøldið sínum
monnnum bakið og bríkslaði
teir av vøllinum eftir
lemjandi 0-5 ósigurin fyri
slovenska NK Gorica
savnsmynd
Ov nógvir spælarar í FCK
C
M
Y
K
20