Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 52

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum November 2015 28 7 Eirikur Lindenskov Herfyri vóru umboð fyri matstovuna Áarstovu í Havn á kanningarferð í Orknoyggjum. Endamálið var at vitja oynna »North Ronaldsay«, sum er kend fyri seyð, ið bert livir av at eta tara. Tað er Johan Mortensen í Havn, sum hevur fyrireikað ferðina. Hann hevur í nógv ár havt stóran áhuga fyri Orknoyggjum og hevur vitjað har fleiri ferðir: – Orknoyggjar hava eina 6.000 ára gamla søgu, og tey meta, at seyðaslagið, sum livir har, er 5.000 ára gamalt. Tað kom í sínari tíð á onkran hátt úr Russlandi gjøgnum Skandinavia til Orknoyggjar, sigur Johan Mortensen. Tað bar til at kanna beinagrind av gomlum seyði, tá tey funnu fornminnið »Scarabrae«, sum er ein 5.000 ára gomul bygd, sigur Johan Mortensen, sum leggur afturat, at tað helst er sama seyðaslag, sum var í Føroyum í gomlum døgum. Seyðin út og neytini inn Tað var í 1832, at menn á North Ronaldsay avráddu at taka seyðin av og at hava neyt á oynni í staðin. Tí var seyðurin tikin av bønum, og grótgarður laðaður kring alla oynna. Seyðurin varð hildin uttan­fyri og hevði bara fjøruna. Hetta tiltakið eyndaðist væl, og seyðurin á oynni, sum bara livir av at eta tara, hevur ment seg til nakað heilt serligt. – Kjøtið er nógv myrkari, enn van­ ligt seyðakjøt. Og tað luktar øðrvísi – minnir ikki sørt um svartfugl, sigur Johan Joensen, kokkur á Áarstovu, sum eisini var við í ferðalagnum í Orknoyggjum. – Bóndin á oynni segði okkum, at tey hava um 2.500 seyðir á oynni, tá lombini eru íroknað. Slaktið liggur um 300-350 um árið, sigur hann. Teir fara at reka, tá seyðurin er umbiðin. Síðani verður hann fluttur av oynni til Kirkwall, har hann verður flettur á góðkendum sláturhúsi. – Orknoyggjar eru í ES, so tað eru nógv ár síðani, at teir góvust at fletta á North Rolandsay, tí tað verður ikki góðkent til sølu, og tað er ikki hugs­ingur um hjá teimum at byggja slátur­hús á North Rolandsay, sum er ein lítil oyggj við 55 íbúgvum. Ein ær eitt lamb Sermerkti seyðurin á North Ronaldsay veksur ikki so skjótt, sum vanligur seyður, og ærnar klára heldur ikki at hava fleiri lomb. – Tí verða lombini tikin og dripin, um ærnar fáa fleiri lomb, sigur Johan Joensen. Tær sleppa bara at hava eitt lamb í part, tí tær klára ikki at føða fleiri. Tað var soleiðis av tilvild, at tey funnu út av tí serliga við hesum kjøt­ inum av taraseyðnum. – Hóast seyður í Føroyum eisini av og á etur tara, so tolir okkara seyður ikki taran. Tað hevði ikki borið til, at okkara seyður bara livdi av tara, sigur hann. Annars hevur danska matstovan Noma í Keypmannahavn, sum fleiri ferðir hevur vunnið heitið sum heims­ins besta matstova, eisini roynt at fáa fatur á hesum sermerkta kjøtið. – René Retzepi, kokkur á Noma, hevði tosað við bóndan, vit hittu, um at fáa fasta veiting av kjøti til Noma. Men náttúrligu viðurskiftini eru so óhøglig, at tað er ikki hugsingur um at lova fasta veiting, so tann ætlanin varð slept, sigur Johan Joensen. Sama seyður sum í Føroyum Johan Mortensen hevur eina teori um, at talan er um sama seyð, sum var í Føroyum. – Vit hava altíð hoyrt, at tann gamli føroyski seyðurin var vargur og ringur at hava við at gera. – Tann síðsti av slagnum í Føroyum varð skotin av tí gitna Johan Mortensen á Tvøroyri úti í Lítlu Dímun fyri út við tveimum øldum síðani, greiðir Johan Mortensen frá. Námsferðin til Orkoyggjar hevur havt stóran áhuga í Føroyum. Og fleiri hava vent sær til Johan Mortensen og víst á, at tað eitt nú er vanligt í Fámjin, at seyðurin gongur í fjøruni og etur tara stóran part av vetr­inum. Keyptu 35 krov Hóast seyðurin á North Ronaldsay hevur gingið í fjøruni og etið tær í næstan 200 ár, so er tað ikki fyrr enn fyri nøkrum fáum árum síðani, at fólk góvu sær far um eyð­ kenda seyðakjøtið, og tað síð­ ani vorðið ein nógv umbiðin vøra á fínum matstovum í Edinburg og í London. – Seinastu 10 árini er kjøtið marknaðarført sum nakað heilt serligt, og gravgangurin eftir tí er stórur – serliga millum indisku matstovurnar, sigur Johan Mortensen. Á ferðini í Orknoyggjum bílegði Áarstova 35 krov, sum í næstum verða send á meginlandið til flett­ ingar og send til Føroya. – Ætlanin er at ræsa og turka fyri at gera royndir, sigur Johan Mortensen. Ætlanin er so at hava hetta kjøtið á á matarlepanum allan jólamánaðin, tá fólk so bæði kunnu royna ser­ merkta kjøtið av taraseyðinum í Orkn­oyggj­um og føroyskt kjøt. eirikur@sosialurin.fo Áarstova Kjøt av seyði sum bara hevur etið tara Í nærum 200 ár hevur seyðurin á North Ronaldsay í Orknoyggjum livað í fjøruni og bara etið tara. Til jóla kann sermerkta kjøtið roynast á matstovu í Føroyum Kjøtið er nógv myrkari, enn vanligt seyðakjøt. Og tað luktar øðrvísi – minnir ikki sørt um svartfugl Jensina og Johan Mortensen, stigtakari, John Mikkelsen, matstovu­ leiðari og Johan Joensen, kokkur á Áarstovu, framman fyri Scapa wisky distillaríið í Orknoyggjum