mánadagur 26. oktober 2015síða 51
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
November 2015 27
7
– Endamálið er ikki at endavenda føroyska seyðahaldinum. Hetta
kundi verið áhugavert hjá onkrum, sum hevur áhuga og tekur sær
tíðina til tess, at selja til matstovur og gistingarhús, sum durasøla
ella kanska agriturisma. Hetta kundi verið ein lítil nisjuvøra hjá
onkrum, sigur Mortan í Hamrabyrgi
Myndir: Finnur Justinussen / Fotostudio
MBM
Hyggið
heldur at
kjøtinum
Hákun Steingrímsson, stjóri á MBM,
væntar ikki, at seyðamjólk verður nakað
gullegg hjá føroyskum bóndum
Danjal av Rana
Hákun
Steingrímsson,
stjóra
á
Mjólkarvirki Búnaðarmanna, var eis
ini við á túrinum til Sardinia. Hann
greiðir frá, at hann var bjóðaður til
Sardinia av Mortani í Hamrabyrgi og
avgjørdi tá at skjóta upp, at vanligi
túrurin hjá limunum hjá MBM hesa
ferð fór til Sardinia.
– Vit skipa fyri einum slíkum
bóndatúri annað hvørt ár. Limirnir
hjá okkum eru fulltíðar bóndur, og
í nógvum førum hava teir ikki feriu
sum vanlig fólk. Hjá onkrum teirra
eru hesir túrarnir annað hvørt ár
einastu uttanlandstúrar teirra. So
leiðis sæð var ikki talan um ein reina
námsferð, men eitt bland av náms
ferð og summarferiu hjá bóndunum,
greiðir Hákun
Hann sigur, at tað var sera áhuga
vert at síggja, hvussu landbúnaðurin
í Sardinia er skipaður.
– Ætlanin við túrunum hjá MBM
er, at vit skulu fáa íblástur og nýggj
hugskot til at menna landbúnaðin
í Føroyum, og soleiðis sæð var tað
áhugavert at vitja í Sardinia, sigur
hann, men hann væntar tó ikki, at
MBM fer at gera stórvegis við at gera
ost úr føroyskari seyðamjólk.
– Nú eru limir okkara fyrst og
fremst bóndur, ið hava mjólkneyt
og er tað hendan mjólkin, ið er okk
ara fremsta vøra. At skula mjólka
óm krevur allarhelst eina størri um
legging frá verandi landbúnað í
Føroyum, sigur Hákun Steingríms
son, sum ivast í, um stórvegis fram
tíðar møguleikar eru fyri hesum.
– Eg fari so ikki at mjólka nakrari
ær, hvørki í dag ella í morgin, sigur
hann.
Hákun Steingrímsson vísir á, at
seyðahaldið í Sardinia og her heima
er heilt hvør sítt.
– Her í Føroyum ansa seyðirnir
seg sjálvar alt árið. Flestu seyðirnir
vita valla, hvat eitt fjós er. Har niðri
hava teir seyðin undir hond alla tíð
ina, og gevur tað teimum nógv betri
møguleikar. Skulu vit mjólka óm,
skulu sjálvandi ávísar íløgur gerast
fyri at fáa mjólkina til høldar, sigur
Hákun Steingrímsson.
Hann heldur tó, at tað er púra
beint, at føroyskir bóndur kanna,
hvussu teir kunnu gagnnýta tilfeingi
betur og fáa meiri virði burtur úr
hvørjari ær.
– Eg haldi tó, at tað hevði verið
skilabetri, at hugt at, hvat vit kunnu
gera, fyri at betra um útflutnings
fortreytirnar hjá føroyska kjøtinum.
dskar matstovur hoyra og tosa um
føroyskt lambskjøt og vilja smakka
tað, men tíverri er tað nærum ógjør
ligt at útflyta føroyskt lambskjøt
orsaka av teimum krøvum, ið vera
sett til útflutningsvørur í teimum
galdandi
handilsavtalunum,
vit
hava við onnur lond, sigur Hákun
Steingrímsson.