mánadagur 26. oktober 2015síða 50
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
November 2015
26
7
Danjal av Rana
Hvat
hava
ostar
sum
franski
Roquefort,
spanski
Manchego,
italski Pecorino og væl kendi grikski
feta-osturin til felags? Jú, teir eru
allir gjørdir úr seyðamjólk. Hetta er
nakað, sum eyðkennir londini rund
an um okkum, at alla staðni, har
seyður er, er ostur eisini. Líka undan
tikið í Føroyum.
Kanska er tó vend um at koma í.
Í septembur mánað vóru nevniliga
bóndur úr Mjólkarvirki Búnaðar
manna og Bóndafelagnum á ferð
í Sardinia, har teir millum annað
kunnaðu seg um, hvussu ein fram
leiðir ost úr seyðamjólk. Ferðaleiðari
var Mortan í Hamrabyrgi, mat-
afficionado.
– Á mínum ferðum havi eg
varnast júst hetta, at har, sum
seyður er, er eisini ostur. Tí fór
eg at spyrja meg sjálvan, um
tað ikki mundi vera gjørligt
at skipa ostaframleiðslu av
onkrum slag í Føroyum, sigur
hann, tí hann hevur saknað ein
føroyskan seyðaost.
Mortan í Hamrabyrgi hevur
vitjað Sardinia fleiri ferðir í
ár, og var eitt longri tíðarskeið har
í summar, har hann millum annað
hevur tosað við bóndur, um hvussu
seyðahaldið í Sardinia verður skipað,
og hvussu teir fáa javnvág millum
ostaframleiðslu og kjøtframleiðslu.
– Her í Føroyum framleiða vit
heimsins besta kjøt og eru fegin
um tað. Í Sardinia er mjólkin fremsta
rávøran, sum teir so gera hendan
Pecorino ostin úr, greiðir Mortan í
Hamrabyrgi frá.
Kunnu gagnnýta tilfeingi betri
Mortan í Hamrabyrgi vísir á, at før
oyski landbúnaðurin stendur á ein
um vegamóti og heldur, at hetta er
eitt gott høvi at kanna, um vit kunnu
fáa meiri burtur úr føroyska seyða
haldinum enn at heysta kjøtið og so
tað sindri, sum vit gera við ullina.
– Landbúnaðurin møtir nú fleiri
avbjóðingum. Ein spurningur er
ættarliðsskifti, umframt spurningurin
um, hvussu landbúnaðurin skal
skipast og stuðlast. Kortini verða
nú blandað av nýggjum og í hesum
høpi haldi eg tað vera áhugavert at
hyggja at, um vit kunnu fáa meiri
burtur úr seyðahaldinum. Hví skulu
vit ikki royna, hvat kann koma burtur
úr seyðamjólkini sum tilfeingi? Hví
ikki gera ein ost, spyr hann.
Mortan í Hamrabyrgi, Bónda
felagið og Mjólkarvirki Búnaðar
manna hava tí tikið seg saman og
arbeiða nú spakuliga við eini verk
ætlan at skipa fyri framleiðslu av
føroyskum seyðaosti. Mjólkarfram
leiðsla krevur tó ávísar tillagingar, tí
ilt er at hava bæði kjøt- og mjólkar
framleiðslu. Í Sardinia vera øll smá
lombini dripin og flett, longu ein, tveir
mánaðir gomul.
– Um mjólkin skal nýtast til osta
framleiðslu kann hon ikki nýtast til
gøðing. Tí má ein velja antin mjólkina
ella kjøtið, greiðir Mortan í Hamra
byrgi frá. Hann sigur, at teir tí um
hugsa, at royna fleiri møguleikar fyri,
nær lombini skulu takast.
– Um vit taka lombini beinan
vegin, fáa vit fekst lambskjøt longu
í juni, juli mánað. Hinvegin kunnu
vit eisini bíða til út móti ólavsøku
áðrenn vit taka lombini frá ærnum,
men tá eru lombini so mikið stór,
at ikki er neyðugt at fletta tey. Tí
kunnu bóndurnir á hendan hátt
fáa bæði mjólkina og kjøtið, sigur
Mortan í Hamrabyrgi. Hann vísir á, at
um føroysku ærnar geva líka nógva
mjólk sum tær í Sardinia, so kann
virði á mjólkini, hon gevur, vera um
leið 300 krónur um vikuna, tað hálva
árið, hon mjólkar. Tilsamans verður
virðið altso væl hægri enn á einum
flettingarlambi.
Verður neyvan
útflutningsvøra
Roquefort,
feta,
manchego
og
pecorino verða útfluttir um allan
heimin, so lítil ivi er um, at til ber at
gera sera góðan ost úr seyðamjólk.
Tó væntar Mortan í Hamrabyrgi ikki,
at talan verður um nakra nýggja út
flutningsvøru hjá føroyingum.
– Endamálið er ikki at endavenda
føroyska
seyðahaldinum.
Hetta
kundi verið áhugavert hjá onkrum,
sum hevur áhuga og tekur sær tíð
ina til tess, at selja til matstovur og
gistingarhús, sum durasøla ella
kanska agriturisma. Hetta kundi
verið ein lítil nisjuvøra hjá onkrum,
sigur Mortan í Hamrabyrgi.
Hann heldur als ikki, at hetta er
nakað, sum skal fíggjast við al
mennum stuðuli av allahanda
slag, men leggur dent á, at tað
skal vera hugurin, ið drívur
verki og at framleiðslan má
hvíla í sær sjálvari.
Sambært
Mortani
í
Hamrabyrgi hava fleiri bóndar
víst áhuga í verkætlanini, og tí
er gongd komin á arbeiðið.
– Ætlanin er at seta verk
ætlanina í gongd næsta ár.
Tá verður tað mest í kanningarhøpi
og als ikki við vinnuligum endamáli.
Vit mugu finna røttu skipanina
og tryggja, at hetta kann gerast á
tryggan hátt. Mjólk er sera viðbrekin,
og tí setur tað høg krøv til reinføri og
annað, sigur Mortan í Hamrabyrgi
og leggur aftur at, at Búnaðarstovan
og Mjólkarvirki Búnaðarmanna hava
játtað at hjálpa til við verkætlanini.
– Tað krevur vit og skil at ysta,
eins og tá vit ræsa kjøt, men sam
stundis er tað í veruleikanum sera
einfalt. Ætlanin er ikki, at osturin skal
framleiðast í einum industrikøki, men
at vit lata náttúrna gera verkið, eins
og við ræsingini. Tað er hon, ið kann
gera føroyska ostin til nakað serstakt,
tí hon kann ikki endurskapast aðra
staðni. Industriostar kunnu ger
ast allastaðni, enntá í einum køki á
mánanum, greiðir Mortan í Hamra
byrgi frá.
– Hetta skal vera serstakt og før
oyskt og eg eri til reiðar at taka fallið,
um tað ikki letur seg gera, sigur
Mortan í Hamrabyrgi.
danjal@sosialurin.fo
Seyðaostur
Latið náttúruna
gera arbeiðið
Mortan í Hamrabyrgi heldur, at føroyingar eiga at kanna, um til ber at gera
ein føroyskan ost úr seyðamjólk. – Hetta skal vera serstakt og føroyskt, og
eg eri til reiðar at taka fallið, um tað ikki letur seg gera sigur hann
Í Sardinia er mjólkin fremsta
rávøran, sum teir so gera
hendan Pecorino ostin úr
Myndir: Finnur Justinussen / Fotostudio