mánadagur 26. oktober 2015síða 68
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 44 • 26. OKTOBER 2015
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Hús&Heim
T
að eru fleiri góðar
orsøkir til at minka
um el-nýtsluna í
húsarhaldinum. Tvær tær
fremstu eru uttan iva tín
egni pengapungur og
umhvørvið.
Kanningar
uttan
lands vísa, at flestu húsarhald kunnu
kvetta eini 10% av el-nýtsluni burtur,
um tey bert vísa nýtsluni ans. Tað
ræður bara um at fáa sær nakrar
góðar vanar.
Nu flestu føroysku brúkarar hava
málara til fjaravlestur ber eisini til
at fylgja við dagligu el-nýtsluni, og
tað man ikki gera tað minni
hugaligt at spara,
tá soleiðis kanst
síggja mun dag
um dag, heldur enn
at bíða til næsta jan
uar-mánað fyri at vita, hvør
veruliga nýtslan nú einaferð var
Nýtslumynstrið hjá einstaka húsar
haldinum er nógv broytt seinnu árini,
tá tosað verður um el. Vit hava ikki
neyv tøl í Føroyum, men í Danmark
verður sagt, at nýtslan er í meðal er
hendan:
Undirhald
39%
Vask
20%
Ljós
12%
Køling
12%
Matgerð
10%
Hiti
6%
Annað
1%
Minka um
el-rokningina
Flestu húsarhaldini nýta alt ov nógvan streym. Her eru 10
góð ráð um, hvussu tú minkar um el-rokningina
10
góð ráð
1 Kanna orkumerkingina,
tá tú keypir lutir og tól.
Ansa eftir, at hvítvørur eru
merktar A ella A við +’um.
2 Kanna eftir, at vørurnar
eru merktar við orkumerk
inum hjá danska Energi
sparefonden
3 Fá ljósfølarar í ymsu rúmini
heima. So er ljósið bert
tendrað, tá rúmini verða
nýtt.
4 Ansa eftir, at húsarhaldstól
v.m. ikki eru tendrað, tá tey
ikki verða nýtt.
5 Fyll vaskimaskinu, tá vaskað
verður. Vaskað klæðini
rein við 40 ella 60 stigum.
Og nýt snórin heldur enn
turkitrumluna
6 Tak løðarar úr stikkinum, tá
hesir ikki verða nýttir.
7 Hugsa teg um, tá matgerð
er á skránni. Nýt breyð
ristarar og grýtu heldur enn
ovnin, tá hetta er gjørligt.
8 Syrg fyri at nýta allan allan
hitan, tá tú nýtir ovnin.
Steik og baka í senn, tá tað
ber til, og nýt bæði undan-
og eftirhita.
9 Ansa eftir, at frystiboksin/
skápið ikki er stillað kaldari
enn -18 stig. Køliskápið
skal ikki vera kaldari enn +5
stig.
10 Skal nakað kókast á kom
fýrinum, er skilabetri at
kóka vatni í el-ketlinum,
áðrenn tað verður latið í
grýtuna.
Undirhaldstólini eru
tey, sum brúka mesta
streymin í vanliga
húsarhaldinum í dag.
Nógv kann sparast við
at ansa eftir el-nýtsluni