mánadagur 26. oktober 2015síða 78
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 44 • 26. OKTOBER 2015
22
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Hús&Heim
Jákup Mørk
E
ik hevur á heimasíðu sínari yvirlit
yvir sethúsaprísir í Føroyum sein
astu 20 árini. Prísir á sethúsum
valdast sjálvandi um fleiri ymisk viður
skifti, men í greiningum sínari hevur
Eik lagt dent á at sálda prísirnar. Hesir
fevna soleiðis fyrst og fremst fevna
um tað, sum av bankanum verður
roknað sum vanligir bústaðir.
Eitt nú verða hús á serliga smáum
ella serliga stórum grundøkjum ikki
roknað við. Keyp millum familjulimir
verður ikki roknað við, eins og handlar
til serliga høgar upphæddir ella ognir,
ið eru seldar á uppboðssølu ikki eru
roknaðar við.
Fleiri handlar
Tað er serliga í høvuðsstaðarøkinum,
at sethúsaprísurin er høgur. Prísurin
fór av álvara at økja í gylta búskapar
upplopinum, sum var í 2005 til 2007.
Í 2008 og 2009 fall prísurin nógv,
men síðani hevur hann stórt sæð
hildið sær, og enntá er hann kvink
aður nakað uppeftir. Ein trendur, sum
ikki minst er galdandi fyri høvuðs
staðarøkið, har meðalprísurin fyri eini
sethús var 2.128 tkr. í øðrum ársfjórð
ingini í 2015.
Roknað í meðaltølum fyri árið, er
prísurin nú tann hægsti síðani 2008.
Grafurin her á síðuni sýnir ikki talið
av handlum, men hetta sæst á øðrum
yvirlit hjá Eik. Her framgongur, at
talið av sethúsahandlum er økt nógv
seinasta hálvaannað árið. Ikki minst
í miðstaðarøkinum. Fyrra hálvár í ár
eru 70 handlar skrásettir í høvuðs
staðarøkinum. Til sammetingar var
samlaða talið av handlum 112 í fjør
og 107 í fyrraárið. Hetta talið er nógv
hægri enn tað, sum hevur verið van
ligt. Verður gongdin tann sama seinna
hálvár, verður samlaða talið av handl
um 140. Hægsta talið fyri handlar í
høvuðsstaðarøkinum seinastu 20
árini er annars 112, sum var totalurin
í bæði 2014 og í 2007.
Dýrkar mest í Havn
Seinastu ferðirnar, at Eik hevur gjørt
yvirlitið, hevur ein ábending verið um,
at prísmunurin millum Havnina og út
jaðaran minkar, men hetta tykist nú
vera broytt.
Sjálvandi er trupult at gera nakra
staðfesting út frá einum einstøkum
ársfjórðingini, men prísgongdin í høv
uðsstaðarøkinum tykist nú hækka
skjótari, enn hon ger í smærri býun
um og úti á bygd. Annan ársfjórð
ingin í ár er meðalprísurin fyri sethús
í størri bygdum og smærri býum 180
tkr. lægri, enn hann var tað í fyrsta
ársfjórðingi.
Um hetta er nøkur varandi gongd,
er tó ilt at siga. Hóast tølini eru sáldað
nakað, so vísa tey framvegis ikki eina
mynd av eitt nú meðal fermetraprísi,
hvørjum standi ognirnar eru í, um
grundøkið liggur serliga væl fyri ella
annað, sum eisini kann ávirka prísin.
Seinasta góða árið er talið av
handlum uttan fyri høvuðsstaðin eis
ini økt í stórum. Í fjør setti talið met
við 205 handlum uttan fyri høvuðs
staðin, men hóast hetta met neyvan
verður tikið í ár, so er samlaða talið
av handlum munandi størri, enn tað
hevur verið í árunum frá 2013 og
aftureftir.
Keypa hús sum
ongantíð fyrr
Ongantíð áður hevur talið av sethúsahandlum verið somikið høgt.
Samstundis er tendensurin, at prísirnir støðugt kvinka uppeftir
FAKTA
Tórshavn:
Tórshavn, Hoyvík
og Argir
Størri bygdir og býir:
Klaksvík, Runavík,
Glyvrar, Fuglafjørður,
Gøta, Kollafjørður,
Vágur, Tvøroyri, Froðba,
Trongisvágur, Miðvágur
og Vestmanna
Smærri bygdir:
Aðrar bygdir, ið ikki eru
nevndar omanfyri, eru
í bólkinum »smærri
bygdir«