mánadagur 26. oktober 2015síða 100
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 44 • 26. OKTOBER 2015
44
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Bragd og Volunteer eru systirskip
Við útróðrinum fór
eisini egningin og
alt tað sosiala og
hugnaliga, sum var
í egningarskúrunum
kring um landið. Eldri
menn og ungdómar
hvørt um annað, sum
prátaðu og skemtaðu
um mangt millum
himmal og jørð
Vilmund Jacobsen
Ú
tróðrarbáturin Bragd er smíð
aður úr stáli á Rana Industri
service Grubhei í Noregi í 1978.
Í 1998 keyptu John Kári Jacobsen
og Alexandur Joensen 35,8 tons stóra
bátin úr Porkeri. Tað var annars Alfred
Olsen í Vestmanna, sum í 1978 læt
bátin smíða í Noregi.
Upprunaliga er Bragd systurskip við
línuskipið, Volunteer. Meðan Volunteer
er longdur og innilokaður, hevur Bragd
fingið kúlustevni, og hálvur annar
metur er bygdur upp í hekkuna.
Tað var tann tíð, tá egningarskúr
arnir á Stongunum í Klaksvík mundu
teljast millum størstu arbeiðspláss í
Føroyum. Í dag er øðrvísi, og sum heild
er rættiliga friðarligt á Stongunum
um dagarnar.
Men, soleiðis er ikki bara í Klaksvík.
Á øðrum útróðrarplássum er støð
an umleið hin sama. Útróður er at
kalla ein útdeyð vinna, og nógv skal
til, áðrenn hesin parturin - um enn
nakrantíð - aftur kemur at fáa tann
týdning, sum útróðurin í sínari tíð
hevði.
Við útróðrinum fór eisini egningin
og alt tað sosiala og hugnaliga, sum
var kring um í egningarskúrunum.
Eldri menn og ungdómar hvørt um
annað, sum prátaðu og skemtaðu um
mangt millum himmal og jørð.
Tá John Kári Jacobsen byrjaði at
rógva út av Stongunum í egnum báti í
1996, róðu einir 30 bátar yvir 20 tons
út haðani. Nú eru bara nakrir heilt fáir
útróðrarbátar eftir.
– Tá eg byrjaði, var eg millum teir
yngstu, og nú fleiri ár seinni eri eg
framvegis millum teir yngstu, hevur
John Kári áður tikið til.
Eingin tilgongd er av nýggjum
útróðrarmonnum og teir fáu, sum enn
eru eftir, fækkast í tali.
Upprunaliga er Bragd systurskip við línuskipið, Volunteer. Meðan Volunteer varð longdur og innilokaður,
fekk Bragd kúlustevni, og hálvur annar metur varð bygdur upp í hekkuna
Mynd: www.jn.fo
SKIPASØGA
Fakta um Bragd
Smíðiár: 1978
Heimstaður:
Klaksvík
Longd: 17 metrar
Breidd: 4,83 metrar
Maskina: Volvo
Penta (380 hk)
Myndin er tikin uttan fyri bilverkstaðin
hjá Frits Jensen í Gundadali (har sum
Effo-støðin er í dag) umleið 1960.
Bilurin er ein Ford Fairlane hýru
vognur árgang 1960 hjá Arna Berg,
svartur við hvítum taki. Aftan fyri
bilin stendur Naddoddur Jacobsen, og
maðurin sum pussar forrútin er Odmar
Rasmussen
Ein skutari við vindskermi er fremst
høgrumegin. Vinstru megin sæst ein
Fiat 2300 og ein russiskur Mockwitch.
Í baksýni síggjast Hvíldarheimið Naina
og húsini hjá Óla Arge.
Myndaeigari. Naddoddur
Jacobsen
Ford Fairlane í Gundadali
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
BILASØGA
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
BILASØGA