Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 101
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 101

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 44 • 26. SEPTEMBER 2015 45 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen H ugsar tú um at byggja, byggja um, selja ella keypa hús, so eru bústaðarkvøldini hjá Eik avgjørt viðkomandi fyri teg. Eik fer nevniliga aftur í heyst at skipa fyri bústaðarkvøldum kring land­ið. Tey fyrstu kvøldini - tvey í hesi vik­uni og eitt hin 10. november - verða á deildunum í Saltangará, Klaks­vík og í Havn. Týskvøldið og hóskvøldið Kristine Ellingsgaard, rakstrarleiðari á deildini hjá Eik í Saltangará, sigur, at bústaðarkvøldið í Saltangará verður í annaðkvøld, týskvøldið 27. oktober, og kvøldið í deildini hjá Eik í Klaksvík verður hóskvøldið, 29. oktober. Hesi bæði bústaðarkvøldini, ávikavist í Sal­ tangará og í Klaksvík, byrja klokkan 19.30. Sambært skránni higartil er eis­ini greitt, at skipað verður fyri bústaðar­ kvøldið á deildini hjá Eik í Havn, týs­ kvøldið 10. november. Seinni verða eisini bústaðarkvøld í Vágum og í Suðuroy, og lýst verður seinni, nær hesi kvøld verða. Øll vælkomin Kristine Ellingsgaard sigur, at tiltøkini eru ókeypis og almenn, og øll eru hjartaliga vælkomin. Til ber at tekna luttøku um heimasíðuna hjá Eik - www.eik.fo, sigur hon. – Á bústaðarkvøldunum fer Eyðun Eliasen, arkitektur, at hava framløgu um bygging og grøna orku, eins og Eik, meklarafyritøkan INNI og Trygg­ ingar­felagið Føroyar fara at hava fram­løgur. Kristine Ellingsgaard vísir á, at skráin fyri bústaðarkvøldini er for­ vitnis­lig og áhugaverd - ikki minst fyri tey, sum ætla sær at byggja, byggja um, keypa ella selja hús. – Framløgurnar fevna vítt, og eg vil siga, at málbólkurin er almenningurin sum heild, ung sum tilkomin, sigur hon. Framløgurnar Eyðun Eliasen, arkitektur, fer at koma við sínum boði upp á, hvat tú eigur at hugsa um, tá tú planleggur tín fram­ tíðarbústað, og hann fer eisini at greiða frá, hvussu tú fært grøna orku við í tína verkætlan. – Eik fer at greiða frá fíggingar­ møgu­leikum við bygging og um­bygg­ ing, og Tryggingarfelagið Føroyar fer at vísa á, hvussu tú best tryggjar tín bústað. At enda á bústaðarkvøldunum fer meklarafyritøkan INNI at greiða frá møguleikum og avbjóðingum í sam­ band við keyp og sølu av sethúsum. – Høvi verður at fáa prát við arki­ tekt og ráðgevarar um tínar bú­staðar­ ætlanir, og eisini verður okkurt gott til góman, sigur rakstrarleiðarin á deild­ini hjá Eik í Saltangará, Kristine Ellings­gaard. – Framløgurnar, sum verða á ókeypis bústaðarkvøldunum, fevna vítt, og eg vil siga, at málbólkurin er almenningurin sum heild, ung sum tilkomin, sigur rakstrarleiðarin í Eiki í Saltangará, Kristine Ellingsgaard, og vísir á, at her verður høvi at fáa íblástur og góð ráð Bústaðarkvøld við Eik kring landið Eik fer aftur í heyst at skipa fyri bústaðarkvøldum. Tey fyrstu kvøldini - tvey í hesi vikuni og eitt hin 10. november - verða á deildunum í Saltangará (mynd), Klaksvík og í Havn Hugsar tú um at byggja, byggja um, selja ella keypa hús, so eru bústaðarkvøldini hjá Eik avgjørt viðkomandi fyri teg Eyðun Eliasen, arkitektur, fer at koma við sínum boði upp á, hvat tú eigur at hugsa um, tá tú planleggur tín framtíðarbústað