Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. oktober 2015 · Nr. 124 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen Tað var greitt, tá hon varð til­ nevnd at gerast ársins fiska- og skeljadjóramatstova í konga­ríkinum, tá Den Danske Spise­guide undir ein­um galla­døgurða á Skods­ borgs Kurhotel, tilnevndi mat­stovum heiður í ymsum bólk­um. Tað var fiskamatstovan Rudolf Mathis í Kerteminde, sum fór við heiðrinum – og hinar fýra, teirra millum Barbara Fish House í Havn, kunnu so frøast um at verða millum tær bestu fimm. Tað er the grand old man inn­an matstovuummæli í Dan­mark, Bent Christensen, sum stovnaði Den Danske Spiseguide í 1978. Síðani tá hevur Spiseguidin á hvørjum ári heiðrað tær bestu mat­ stovurnar. Fyri tveimum árum síðani var Koks tilnevnd heiðurin sum ársins matstovua hjá Den Danske Spiseguide. Ta ferðina vann Hotel d'Angle­ terre heiðurin. Men í fjør vann Koks ein størri heiður, tá matstovan varð kosin besta matstova í Norðurlondum, »Best Restau­rant in the Nordic Coun­tries«, sum the Nordic Prize letur. Bent Christensen segði við útvarpið, at tað er ein stór­ur heiður hjá Bar­baru bara at verða til­nevnd mill­ um tær bestu fimm mat­stov­ urnar í kong­aríkinum. – Tær matstovur, sum verða tilnevndar, eru tær, sum gjøgnum seinasta árið hava víst tað allar besta innan fisk og skeljadjór, og sum gera tað til eina stóra fragd at eta matin, og at rættirnir eru gjørdir soleiðis, at rávøran verður framúr, segði Bent Christensen. Hann segði víðari, at tey hyggja eisini eftir, at tekniska vitanin í køkinum er á høgum støði. – Soleiðis fært tú bæði eina sansaliga gleði fyri eyg­ uni og fyri smakkin, segði Bent Christensen, sum ikki ivast í, at føroyska matstovan Barbara er í serflokki. Hann segði, at í veru­leik­ anum er einki annað øki í kongaríkinum, har rávør­ur­ nar bara eru 10 minuttir frá øllum matstovum – og tað er rættiliga einastandandi, heldur hann. Hann heldur, at tað hava fólk ikki givið sær nóg nógv far um. – Har sóust nakrir møgu­ leikar, um onkur hevði hug. Og tað er júst tað, sum er hent, segði Bent Christ­en­ sen, sum helt, at heið­urin hjá Barbaru er minst líka stórur, sum tá før­oyska fót­ bóltslandsliðið vinn­ur sigrar á stórum fót­bólts­tjóð­um. AV BESTU FISKA­ MATSTOVUM Í RÍKINUM Matstovan Barbara, í Gongini í Havn, er millum tær fimm bestu fiskamatstovurnar í kongaríkinum Palli og Anne Marie í Gallerie Focus Fríggjadagin 30. oktober kl. 16 - 18 letur ein framsýning við verkum hjá J. P. Gre­gor­ius­sen & Anne Marie Gøricke upp í Galerie Focus í Lamba­gerði 1 í Havn. Framsýningin er opin til 12. november: týsdag til fríggj­a­dag kl. 15 til 18, leygar­ dag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu. Anne Marie Gøricke er fødd í 1948 í Ringsted. Um verkini hjá henni á fram­ sýn­ing­ini í Galerie Focus er at siga, at eftir herviliga, lívs­hótt­andi sjúku, er hon fram­vegis í fyri­byrgj­andi við­gerð. Hesi viður­skifti, sam­an við hend­ing­um á lívs­ leiðini, hevur leitt til, at hon brád­liga aftur tók mál­ara­ kynstr­ið upp­aftur, sum ein greið avbjóðing mót sjúk­uni, sum als ikki skuldi vinna á henni. Málað er við stór­um mátti og dirvi, móti sjúkra­ hóttan, hetta end­ur­spegl­ast í myndunum. Hon er øðrum til fyrimyndar, sum stríðast við hóttandi sjúku. Hon dittar sær tí til, og nógv hava eggja hana til at lata hesa framsýning upp í Galerie Focus. Myndatilfarið er alt vorði til seinastu tvey árini. Anne Marie Gøricke hev­ur sýnt fram í Norðoya Spari­ kassa (saman við Lydiu Peter­ sen) 1999. Á Norð­oya­stevnu 2000. Galerie Focus 2012 og 2014. J. P. Gregoriussen er fødd­ ur í 1932 í Havn. Hann er út­ búgvin arkitektur í 1960 og stovn­aði saman við øðrum Arki­tektafelag Før­oya í 1981. Hann hevur sett sín ser­liga dám á byggi­listina í Før­oy­um, bæði set­hús, skúlar og nógvar aðrar spen­n­andi bygn­ingar til dømis Lista­skál­an í Havn. Hann hevur sýnt fram sínar tekn­ing­ar síðan 1962, millum ann­að ferðatekningar úr út­ heim­inum. Palli hevur al­tíð ver­ið sera góður við sín føði­ bý, Tórs­havn, og mangan tekn­að Havn­ina. Palli hevur eisini út­givið bøkur við egnum tekn­ing­um, serliga kendar eru bøk­ur­nar um kirkj­ur­nar í Før­oyu­m. Jákup Sumberg er høvuðskokkur á Barbaru Nils Malmros, leikstjóri, hevur latið Barbaru búmerkið frá filminum Barbara