Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. oktober 2015 · Nr. 124 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Politikkurin skal broyta ikki journalistikkurin Nývaldi tingmaðurin hjá Tjóðveldi. Ingolf S. Olsen, hevur valt at fara uppí politikki fyri at fremja broytingar í samfelagnum – tað skal journalistikkurin ikki brúkast til Árni Gregersen Hann hevur mangan sett teir skørpu spurningarnar til politikk­ararnar í Degi og Viku, men nú er hann sjálv­ur farin yvir um borðið og hev­ ur tikið sæti á tingi. Ingolf S. Olsen, journalist­ ur, stillaði fyri aðru ferð upp til seinasta løgtingsval fyri Tjóð­veldi. Hann royndi seg á val­ inum 2011 og fekk tá 146 atkvøður. Hesaferð fekk hann 154 atkvøður, og eftir at sam­gongan var skip­að, lands­ stýrið mannað og fólkatings­ sess­urin mannaður, kom glyvra­maðurin sum býr í Sørvági, í Løgtingið. – Ja, eg havi valt at fara uppí politikk, tí tað er í politikki, at ein skal gera broyt­ingar í samfelagnum, um tað er tað, ein ætlar. Í journalistikki skal ein fortelja um, hvussu sam­ felagið virkar, men journa­ listikk­urin er ikki eitt amboð at fremja broytingar við eftir persónligum ysnkjum, sigur Ingolf S. Olsen. Ingfolf S. Olsen er út­ búgv­in journalistur og hevur í fleiri ár arbeitt í Danmark og í Føroyum. Í 2010 fór han í farloyvi úr starvi sínum í Kringvarpi Føroya, og seinni segði hann upp. Síðani tá hevur hann arbeitt sum fiskimaður, sum frí­yrkis­journalistur og síðani feb­ruar sum parttíðar settur skrivari í Føroya Fiski­ manna­felag. – Mín áhugi fyri politikki kemur heimanífrá. Heima hjá okkum var politikkur dag­ligur partur av kjakinum. Serliga pápi var ivrigur tjóð­ veldis­maður og tað hevur fylgt mær, sigur hann. Hann leggur tó dent á, at politiska tilvitskan av álv­ara vaknaði, tá ið hann fór til Danmarkar at lesa. Fyrst á lærdum háskúla og seinni á Danmarks Journa­ listhøjskole. – Tá ið eg kom í praktikk í Danmark og seinni fór at arbeiða har, kom eg í nøkur faklig umhvørvi, sum hava sett sín dám á nógvar av mín­ um holdningum, sigur Ingolf S. Olsen. Hjartamálini Nú er Ingolf S. Olsen ting­ mað­ur fyri Tjóðveldi. – Vilt tú gera broytingar í sam­felagnum, so er neyðugt at fara uppí politikk. Í veru­ leik­anum er politikkur at fordeila tey virðir, sum eru í sam­felag­num, og tað vil eg fegin verða ein partur av, sigur hann. Fiskivinnan hevur hans­ ara stóran áhuga. Hann hevur sjálvur verið nógv til skips, umframt at pápi hansara eisini var fiski­maður alt lívið. Tí er hann nú eisini ein partur av teim­um, sum kunnu ávirka tær broytingar, sum verða gjørdar í fiskivinnuni. – Tilfeingisrentan í fiski­ vinn­uni, haldi eg skal koma okk­um øllum og øllum sam­felag­num til góðar. Til­ feingis­rentan, sum jú er tann eyka vinningurin, ið stav­ar frá framíhjárættinum at fiska, skal so ella so takast úr vinn­uni. Eg haldi tó ikki, at vit skulu innkassera allan vinn­ingin, tí vit eiga fram­ vegis at stuðla undir veiðu­ mentan­ina, sum okkara fiski­ menn hava, og sum er allur dynamikkurin í fiskivinnuni, sigur Ingfolf S. Olsen. Hann heldur annars, at tað alt ov nógv verður kjak­ ast um, hvørju amboð skulu brúkast at fordeila virðini, sum stava frá fiskivinnuni – heldur enn um hvat vit vilja hava, at fiskivinnan skal kunna og gera. Ingolf S. Olsen er samdur við teimum, sum siga, at fáa summi serrættindir at brúka firðir til aling, sum onnur ikki sleppa framat – ella fáa summi fiskikvotur, sum onn­ur ikki fáa, so skulu tey gjalda fyri hesi rættindi. – Fyrst og fremst haldi eg, at vit eiga at siga, hvussu vit vilja hava okkara fiskivinnu at fungera. Síðani ber sjálv­ andi til at finna allar møgu­ ligar tekniskar loysnir upp á, hvussu vit koma til málið. Arbeiðsmarknaðurin Ein annar partur, sum hev­ ur stóran áhuga hjá ný­valda tingmanninum, eru arbeiðs­ marknaðarmál. Sum journalistur hevur hann havt stóran áhuga fyri arbeiðsumhvørvinum hjá sær sjálvum og starvs­feløg­ unum, men hesi seinnu árini hevur hann eisini arbeitt nógv fyri fleiri fakfeløg. – Eg veit væl, at vit sum politikkarar ikki skulu blanda okkum í lønarmál á arbeiðsmarknaðinum, men har er so ómetalgia nógv ann­að, sum kann gerast betri enn tað sum er nú, sigur hann. Hann vísir á fleiri ósemjur, sum hava verið á arbeiðs­ marknaðinum. Nógvar av teimum høvdu ikki tikið seg upp, um so var, at lógirnar kring arbeiðsmarknaðin vóru gjørdar til lítar. Eitt annað, sum liggur hon­um nógv á hjarta er sam­ haldsfesti. At vit eiga at skipa okkara samfelag soleiðis, at vit hjálpa teimum veikastu og hava samhaldsfesti sum eitt grundprinsipp. Mál og tjóðskapur Ingolf S. Olsen er tjóð­veldis­ maður og hevur altíð verið tað. Hann er ein av teimum, sum heldur, at vit eiga at fjálga um føroyska mat­ ment­an, mál og mentan og alt annað serføroyskt. Altso føroyska samleikan. – Tað er ein grund til at vit búgva her. Okkum dám­ ar ræstan fisk, og vit eta grind og seyð. Brúktu vit bert okkara logiska sans og hugdu eftir veðrinum, so var í veru­leikanum ikki nøkur grund til at búgva her. – Vit eru føroyingar, fødd­ ir her. Tað er tí vit vilja búgva her, sigur hann. – Hinvegin so vita vit eis­ ini, at tá ið vit hava valt at búgva her, so vita vit eisini, Tað er ein grund til at vit búgva her. Okkum dámar ræstan fisk, og vit eta grind og seyð. Brúktu vit bert okkara logiska sans og hugdu eftir veðrinum, so var í veurleikanum ikki nøkur grund til at búgva her Ingolf S. Olsen