Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 28. oktober 2015 · Nr. 124 meldurin at vit ikki fáa tað sama, sum um vit høvdu búð í Danmark til dømis. Nógv er dýrari og tænasturnar eru ikki tær somu, sum borgarar fáa í øðr­ um parti av ríkinum, sigur hann. Til dømis er tað soleiðis, at flestallar vørur eru dýrari í Føroyum. – Vit eur so fá, at vit noyð­ ast at gjalda eitt sindur meira fyri tað mesta enn tey, sum búgva í einum størri landi. Soleiðis er tað, sigur hann. Ingfolf S. Olsen sigur eis­ ini, at vit í framtíðini eiga at gera meira fyri ikki bert at taka danskar ella aðrar norður­lendskar loysnir og smoyggja tær niðuryvir okk­ ara lítla samfelag. – Vit noyðast at finna loysn­ir, sum hóska til okkara sam­felag. Hetta samfelagið hóskar ikki til allar tær stóru skipan­irnar, sum onnur lond hava, tí vit eru ikki so nógv í tali. Í staðin mugu vit læra okk­um at finna føroyskar loysnir, sum hóska til okkara, sigur hann. Gleðir seg Nývaldi politikarin, sum áður var politiskur journalistur í Kringvarpinum, gleðir seg til av álvara at sleppa at arbeiða við politikki. Enn hava ikki verið so nógv­ir løgtingsfundir, men tíðin, har øll orka verður løgd í politikk, nærkast. Fíggjarlógin verður skapt nú, og tað er í veruleikanum gjøgnum fíggjarlógina, at karmarnir fyri, hvussu vit liva í 2016 verða gjørdir. – Fiskivinnan er eitt stórt mál, men sjálvandi eru eis­ ini nógv onnur mál at taka støðu til. Samgongan hev­ ur nógvar uppgávur fyri framm­an, skal gongdin hjá før­oyska samfelagnum koma á rætta leið, sigur Ingolf S. Olsen. arnig@sosialurin.fo Sosialurin Glyvramaðurin í Sørvági er sloppin á Løgting, har hann kann gera mun Árni Gregersen 52-ára gamli journalist­ urin, Ingolf S. Olsen, valdi politikkin, tí tað eru har broyt­ingarnar í samfelag­ num verða gjørdar. Síðani 1994 hevur hann arbeitt sum útbúgvin journa­listur, men nú hevur hann valt politisku yrkis­ leiðina. – Eg komi úr einum heimi, har politikkur altíð var eitt heitt kjakevni, so áhugin hevur altíð verið har, sigur Ingolf S. Olsen. Sum ungur var hann burtur, men fór so til Gøtu at taka HF-prógv. Síðani gekk leiðin á Lærdda Háskúlan í Århus, har hann byrjaði at lesa matematikk og fysikk. – Tað gjørdist mær tó skjótt greitt, at hetta ikki var tað rætta fyri meg. Eg var ofta heima og arbeiddi með­an eg las, men tók tó nakrar royndir, sigur hann. Í 1990 valdi hann tí at skifta spor og søkti inn á Danmarks Journalist­ højskole í Århus. Hann var í praktikk í Herning – fyrst hjá komm­ un­uni har og síðani á Herning Folkablad. Tá ið hann var liðug­ ur við skúlan, fekk hann starv á sama blað, har hann arbeiddi í trý ár. Senni var hann eis­ini nøkur á á Jydske Vest­kystan í Varde, áðrenn hann í 2001 kom heim­aftur til Føroyar. – Eg byrjaði á Dimma­ lætt­ing, har eg hevði nøkur stak góð ár, áðrenn eg fór víðari og byrjaði Sjón­varpi Føroya 1. februar 2004, sigur hann. Har var hann til 2010, tá ið hann fór í farloyvi. Hann var til skips, men ar­ beiddi eisini sum frí­yrkis­ journalistur. Seinastu árini hevur hann arbeitt eins tóran part av tíðini fyri Føroya Fiskimannafelag, men hann hevur eisini loyst upp­gávur fyri onnur fak­ feløg og Samtak. Hann hevur eisini loyst aðrar fríyrkisuppgávur. – Grundfatanin í míni yrkisleið er, at journa­ listikk­urin skal brúkast til at lýsa samfelagið, og siga hvussu samfelagið virkar – og ofta, hvussu tað ikki virkar. Journalistikkurin skal hjálpa fólki at taka egna støðu til politisk mál og aðrar samfelagsligar spurn­ingar, men vilt tú gera broyt­ingar, so skalt tú fara upp í politikk og ikki brúka journalistikkin til tað. Samhaldsfesti, javn­ rætt­indi, fiskivinnan, ar­ beiðs­marknaðurin, tjóð­ ar­samleikin og onnur mál hava hansara áhuga. – Stutt sagt alt, sum hevur við okkara ger­ andis­dag at gera, hevur mín størsta áhuga. Og tað haldi eg er grundarlagið fyri at hava áhuganum fyri politiskum arbeiði, sigur Ingolf S. Olsen. arnig@sosialurin.fo Journalisturin sum valdi politikkin – Mín áhugi fyri politikki kemur heimanífrá. Heima hjá okkum var politikkur dag­ligur partur av kjak­ inum. Serliga pápi var ivrigur tjóð­veldis­maður og tað hevur fylgt mær, sigur Ingolf S. Olsen Myndir: Álvur Haraldsen