týsdagur 27. oktober 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. oktober 2015 · Nr. 124
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MINNINGARHALD
Ingolf Sólheim Olsen
Minnið er gott, og allir smálutirnir
renna fram fyri 89 ára gomlu
Bergtóru Olsen á Toftum, sum hon
situr og blaðar í gomlu myndunum,
postkortunum og brøvunum. Øll
hava tey sambandi við minniligu
hendingina í mai 1975, tá danska
farmaskipið Clara Mærsk bjargaði
fleiri
túsund
vietnamesiskum
flóttafólkum í Suðurkinesiska Hav
inum.
Bergtóra var nevniliga við henda
túrin. Sum so ofta fyrr, tí eftir at
børnini vóru komin undan, var
hon ein stóran part av tíðini saman
við manni sínum, Antoni M. Olsen,
skipsførara úr Rituvík, tá hann var
útmynstraður. Sjálv er hon ættað
av Norðskála.
Hansara útmynstringar plagdu
tá at vera seks mánaðir, og Bergtóra
plagdi at vera umborð í tveir, men
onkuntíð var hon úti í fýra mánaðir.
“Men fýra mánaðir var alt ov
leingi, tá bleiv tað keðiligt”, minnist
hon.
Myndirnar eru nógvar, og brøv
og kort frá teimum bjargaðu enn
fleiri. Bara ein lítil partur liggur á
borðinum frammanfyri Bergtóru.
»Hesa minnist eg væl, at eg
sjálv tók«, sigur hon um eina av
myndunum, sum er tikin av brúnni
á Claru Mærsk og niður á dekkið, ið
er avtakið við liggjandi, sitandi og
standandi vietnamesum í øllum
aldrum.
»Og hetta er hon, sum átti í sa
longini, við sínum nýføðingi«, sigur
hon um eina aðra.
Neyðarkall
Bergtóra varð vakt tíðliga um morg
unin fríggjadagin 2. mai 1975, tí
tey ringdu av brúnni eftir Antoni.
Skipið var ávegis til Hong Kong.
»Hetta var áðrenn klokkan 7, og
hann rann upp á brúnna, so eg visti,
at nú var okkurt áfatt. Tað kom tó
ikki so óvart á, tí eg visti, hvar vit
vóru. Dagin fyri, minnist eg, at
Anton segði mær, at nú var Saigon
fallið, og tá vit um middagsleitið
vóru har á leiðini, varð skotið eftir
okkum av landi. Clara Mærsk var
eitt gott og sterkt skip, so har hendi
ongin skaði«, greiðir hon frá.
Tað vóru tó ikki ófriðarkroppar
ella hernaðarlig álop, ið loyptu
hvøkk á henda morgunin. Clara
Mærsk hevði fingið eitt neyðarkall
frá einum skipi, stúgvandi fult
av vietnamesiskum flóttafólkum.
Skipið var um at søkka, og Anton
ivaðist ikki eitt sekund, men gav
beinanvegin boð um, at kós skuldi
setast ímóti neyðstadda skipinum.
5000 til døgverða
Stutt eftir, at Anton var farin á
brúnna, fór Bergtóra at fáa sær
morgunkaffi.
»Nú kemur hovmeistarin, og
hann spyr meg – klokkan 7 um
morgunin – um Anton var fullur.
Eg sigi nei og spyrji, hví hann spyr
soleiðis.? »Fordi han siger, at jeg
skal lave middagsmad til 5000
mennesker«, svaraði hovmeistarin
mær«, minnist hon flennandi.
Tá hevði hovmeistarin ikki frætt
um neyðstadda flóttafólkaskipið,
og tað er lítið at ivast í, at hann fekk
eina stóra uppgávu at loysa, tí Clara
Mærsk var bygd og útgjørd til eina
manning á 32 mans og ikki fleiri
túsund fólk.
Hóast hon ikki sá nógv til mann
in teir næstu tímarnar, kundi Berg
tóra fylgja væl við í tí, sum hendi:
»Kamarið hjá okkum lá beint
uppat telegrafistinum, so eg slapp
ikki undan at hoyra alt samskiftið.
Tí visti eg eisini beinanvegin, hvat
var á vási.«
Klokkan 11 var Clara Mærsk hjá
neyðstadda skipinum, ið kallaðist
Truong Xuan.
»Tað var undarligt at síggja
niður á hetta søkkandi skipið við
øllum hesum fólkunum, og tá net
varð koyrt út av síðuni, kluvu tey
sum apur upp eftir tí. Alt gekk tó
ógvuliga væl og skjótt fyri seg, og
2. mai 1975 stendur klárur í minninum hjá 89 ára gomlu Bergtóru Olsen, einkjuni eftir
Anton M. Olsen, skipsførara úr Rituvík. Hon var við minniliga túrin, tá Clara Mærsk
bjargaði fleiri túsund vietnamesiskum flóttafólkum í Suðurkinesiska Havinum
Bergtóra var við
4. mai 1975 kom Clara Mærsk til Hong Kong við flóttafólkunum