týsdagur 27. oktober 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 28. oktober 2015 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MINNINGARHALD
ongin panikkur var«, minnist Berg
tóra.
Ein hægri makt
Veðrið var av tí fagrasta, so tað var
ongin trupulleiki hjá teimum flestu
at vera á dekkinum á Claru Mærsk,
tá skipið helt leiðina fram til Hong
Kong.
»Tað var so løgið, tí Clara Mærsk
og øll tey skipini rullaðu altíð illa,
eisini í góðum veðri. Tey høvdu ong
ar stabilisatorar ella sovorðið. Men
hon rørdi seg ikki, tá vit løgdu upp
at síðuni á søkkandi skipinum og
hesar dagarnar, vit sigldu til Hong
Kong við øllum flóttafólkunum
umborð. Vanligar dagar høvdu vit
ikki kunnað lagt upp at síðuni á
nøkrum øðrum skipi. Tað tosaðu
vit ofta um, at tað var undarligt;
ein hægri makt man hava verið við
okkum«, sigur Bergtóra frá.
Frá øðrum keldum vita vit, at
hon gjørdi eitt stórt arbeiði umborð
á Claru Mærsk á ferðini til Hong
Kong við øllum flóttafólkunum.
Men lítillátin sum hon er, ger Berg
tóra lítið burturúr sínum egna leik
luti.
»Sjálvandi hjálpti man til, tá
brúk var fyri tí. Eg hevði fingið eina
lítla smágentu upp á kamarið, sum
græt so øgiliga illa. Hovmeistarin
kom við henni. Henda gentan fekk
navnið Clara, uppkallað eftir skip
inum, og eg gjørdi henni klæði burt
ur úr einum laki.«
»Eg vildi so geva henni sukur
vatn og fór niður í kabússuna at
gera hetta. So bleiv eg forvitin og
hugdi inn í offiersmessuna. Har
sat ein kona, og eg sá, at hon skuldi
hava barn. Og so átti hon bara
knappliga. Sovorðnar hendingar
minnist man serliga væl«, sigur
hon.
Ring støða
Áðrenn Clara Mærsk kom til hjálp
ar, hevði panikkur verið umborð á
Truong Xuan. Skipið var ovfylt av
fólki og søkkandi, støðan var sera
ring, og onkur fólk vóru í ótta og
máttloysi lopin í havið og druknað.
Men ongin doyði ella bleiv álv
arsliga sjúkur, eftir at flóttafólkini
vóru komin umborð á Claru Mærsk.
»Onkur var eitt sindur ússalig
ur, men onki at tosa um, og ikki
meira, enn hvat Anton og yvir
stýrimaðurin sjálvir kundu taka
sær av«, sigur Bergtóra.
Ferðin til Hong Kong tók hálvt
triðja samdøgur, og flóttafólkini
fingu rís og eitt sindur av suppu at
eta.
»Tað var ríkiligt av rísi umborð,
tí ein stórur partur av manningini
var asiatar, ið fyri tað mesta eta rís.
Tað gekk alt gott og friðarliga fyri
seg, og flóttafólk stóðu sjálv fyri at
býta matin út, sum hovmeistarin
hevði gjørt.«
Og tað sum fer niður, skal eisini
út aftur so ella so, men reinførið var
ongantíð nakar trupulleiki.
»Eg gangi út frá, at tey gjørdu
tað, sum gerast skuldi, á dekkinum,
og tí lá spulislangan eisini alla
tíðina eftir dekkinum. Men tey
vóru ógvuliga reinfør. Tað var ikki
til at síggja, at so nógv fólk høvdu
verið umborð, tá eg aftaná sá sa
longina. Hon hevði sæð verri út
enn hetta eftir okkurt gildið í New
York«, flennir Bergtóra.
Stórfingin móttøka
Clara Mærsk kom til Hong Kong
við flóttafólkunum sunnukvøldið
4. mai, og móttøkan var stórfingin.
»Sjálvt hægsti leiðarin har kom
umborð, og áhugin hjá pressuni var
stórur. Anton var eisini í sjónvarp
inum og greiddi frá allari hend
ingini«, sigur Bergtóra.
Aftaná hava ymiskar meiningar
verið um, hvussu nógv flóttafólk
vórðu bjargað av Truong Xuan og
umborð á Claru Mærsk.
Almenna talið, sum myndugleik
arnir í Hong Kong góvu upp, eftir at
flóttafólkini vóru komin í land har,
var 3.628 vietnamesisk flóttafólk.
Men tey vóru fleiri, er Bergtóra
sannførd um.
»Manningin á Claru Mærsk taldi
tey, tá tey fóru í land. Eg var sjálv
á brúnni, tá yvirstýrimaðurin kom
upp og segði við Anton, at nú vóru
øll farin í land, og at tey vóru 4.400
fólk tilsamans«, sigur Bergtóra.
Róligur og líttilátin
Clara Mærsk helt síðani fram á
ætlaðu rutuni, og tá skipið 10. juni
aftur kom til New York, vóru skip
ari og manning av álvara hátíðar
hildin, bæði av reiðaríi og donsku
myndugleikunum.
Tá fekk Anton millum annað
handaðan tignarliga »Dannebrogs
ordenen« frá Margrethu drotning.
Stillførur, róligur og líttillátin,
sum hann var, gjørd Anton sjálvur
tó ongantíð nakað hóvasták burtur
úr bragdinum. Tvørturímóti.
»Hann segði, at hatta var yvir
staðið, og so var tað yvirstaðið.
Hann stillaði upp og greiddi frá
hendingini beint aftaná, sum hann
helst hevur hildið seg havt skyldu
til, men síðani tímdi hann ikki at
tosa meira við pressuna um tað.
Hann svaraði heldur ikki teimum
nógvu brøvunum, hann fekk frá
takksomum flóttafólkum, ið vóru
bjargað. Ikki tí, at hann ikki hevði
virðing fyri teimum, men tí, at
tað var yvirstaðið, og at hann ikki
hevði havt tíð til annað, um hann
fyrst byrjaði at svara brøvum og
kortum«, greiðir Bergtóra frá um
mann sín.
Fleiri bjargingar
Stutt eftir fór hann umborð á And
ers Mærsk sum skipari, og eisini
við tí skipinum steðgaði hann fleiri
ferðir á at taka flóttafólk, ið róku á
havinum.
»Anders Mærsk sigldi eina rutu
frá Hong Kong til Singapore, og
einastaðni var eitt, teir kallaðu fyri
stoppistaðið. Hvønn sunnudag um
døgverðatíð vóru flóttafólk har
í smáum bátum. Anton tók fleiri
teirra upp, tað vóru eisini viet
namesar, ikki so nógvar í senn, men
upp í eini 30 kundu tey vera. Tað var
ikki bara hann, sum tók flóttafólk
upp har, men fleiri skiparar gjørdu
tað sama.«
»Anton hevði sjálvandi við síni
útbúgving lært, at hann hevði
skyldu at hjálpa fólki, sum vóru
neyðstødd á havinum. Men hann
ivaðist heldur onga løtu í at bjarga
teimum, tí sum hann segði, at um
hann einaferð kom í somu støðu
sum tey, so væntaði hann eisini at
verða hjálptur«, sigur Bergtóra.
Aftur samband
Sjálv hevði Bergtóra umvegis jóla
kort samband við fleiri av teimum
bjargaðu í nógv ár eftir hendingina.
120 av flóttafólkunum fingu frið
skjól í Danmark, har Bergtóra og
Anton búðu, men hon hitti ongan
tíð nakran av teimum.
Við árunum fjaraði eisini við
jólakortunum,
men
nú
hevur
nýggja samskiftistøknin gjørt, at
samband aftur er.
Fyri nakað síðani vendi ein
kvinna sær til Runavíkar Komm
unu, sum aftur setti seg í samband
við verdóttir Bergtóru. Verdóttirin
hevur so svarað flóttafólkunum, tá
tey hava vent sær til hennara, og
síðani hava onkur verið í Føroyum
og vitjað Bergtóru og hennara
familju á Toftum og eisini verið á
grøvini hjá Antoni í heimbygdini
Rituvík.
Búsettust á Toftum
Tá Anton í 1947 fór at sigla í danska
handilsflotanum, fluttu tey til Dan
markar at búgva. Hann fór í land í
1985, og í 1995 fluttu tey heim aftur
til Føroya, eftir at Anton var vorðin
sjúkur av eini heilabløðing seint
árið fyri.
Tey búsettust á Toftum, har
dótturin Susan og tann eini son
urin, Jógvan, búðu. Hin sonurin,
Andreas, býr í Svøríki. Bæði Susan
og Jógvan eru síðani deyð.
Anton var føddur 14. mars 1921
og doyði 16. mars 1996, tveir dagar
eftir sín 75 ára føðingardag. Stutt
eftir tað flutti Bergtóra niður aftur
til Danmarkar. Men í 2002 flutti
hon heim aftur, og hevur síðani búð
á Toftum.
Bergtóra er fødd 26. september
1926.
Bergtóra Olsen er 89 ár, men minninum feilar onki
Vietnamesiski coastarin Truong Xuan var í so ringum standi, longu tá tað fóru úr Saigon, at maskinan
skjótt gekk fyri – helst var hon saboterað. Skipið rak á land og mátti sleipast til havs