týsdagur 27. oktober 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. oktober 2015 · Nr. 124
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Veðrið var av tí allar ringasta, tá
minnissteinurin yvir Anton M.
Olsen sunnudagin varð avdúkaður í
Rituvík. Bæði vindur og glopraregn.
Eftir avdúkingina var kvøldseta í
Løkshøll í Runavík.
At veðurgudarnir leikaðu í,
var tó ikki so løgið, helt Bergrtóra
Olsen, einkjan eftir Anton M. Olsen,
fyri, tá undirritaði tosaði við hana
aftaná.
– Ja hví heldur tú, at veðrið er so
ringt? Tað er tí, at Anton er í øðini
har uppi, tí hann vil ikki hava, at so
nógv hóvasták verður gjørt burtur
úr sær, segði hon bersøgin, men við
sínum eyðkenda skálkabrosi.
Orðini lýsa eisini væl lyndið
hjá Antoni M. Olsen, ið var sera
lítillátin maður, og sum aftaná
minniligu hendingina í 1975 ikki
hevði hug at tosa so nógv um hana,
og als ikki alment.
Anton M. Olsen doyði í 1996 og
er jarðaður í heimbygdini Rituvík.
Ræddust kommunistarnar
Tað var 2. mai 1975, at stóra danska
farmaskipið
Clara
Mærsk
við
Antoni M. Olsen sum skipara fór tí
nógv minna vietnamesiska coast
aranum Truong Xuan til hjálpar,
eftir at hetta skipið hevði sent út
neyðarkall.
Skipið
var
pinnpakkað
við
vietnamesiskum flóttafólkum, ið
vildu sleppa burtur úr landinum,
har kommunistarnir eftir kríggj
í áratíggjur loksins høvdu tikið
valdið. Suðurvietnamesiski høv
uðsstaðurin Saigon, sum í dag eitur
Ho Chi Minh-býurin, var fallin dag
in fyri.
Almennu tølini siga, at Clara
Mærsk bjargaði 3.628 flóttafólkum
av Truong Xuan, men aðrar keldur
siga, at rætta talið er 4.400.
Bókaframløga
Tríggjar vietnamesiskar systrar,
ið vóru millum tey bjargaðu av
Truong Xuan, vóru komnar til Før
oya at taka lut í hátíðarhaldunum
sunnudagin. Teirra familja var
millum tey, ið fingu friðskjól í Dan
mark, og har hava tey búð síðani.
Linh Nguyen, tann elsta av teim
um, sum var 19 ár, tá tey flýddu úr
Vietnam, hevur júst skrivað bók
um hendingina og lagnuna hjá
familjuni. Bókin eitur “Rejsen til
frihed, og Linh Nguyen hevði bóka
framløgu á kvøldsetuni í Løkshøll
sunnukvøldið.
Har helt hon eisini ein fyrilestur
og hevði ljósmyndasýning um
hendingina og lívið aftaná.
Ein yngri systir Le Nguyen helt
røðu við avdúkingina í Rituvík, og
yngsta systirin Lieu Bich segði frá
sínum lívi á kvøldsetuni í Løkshøll.
Anton og eksistensur
Lieu Bich, sum bara var fýra ár,
tá hon varð bjargað umborð á
Claru Mærsk, segði millum annað
frá, tá hon fyri stuttum fekk ein
spurning frá dóttur síni, ið gongur í
studentaskúla.
– Tey høvdu kjakast um hug
takið eksistens í skúlanum, og so
bað hon meg siga sær, hvussu eg
defineri eskistens. Eg visti als ikki,
hvussu eg skuldi svara hesum, til
eg fór at hugsa um mítt egna lív.
Tá ivaðist eg ikki, men svaraði, at
eksistensur fyri meg er tað sama
sum Anton Olsen. Tí uttan hansara
avgerð um at venda skipinum og
koma okkum til hjálpar, tá hann
fekk neyðarkallið frá Truong Xuan,
var mín eksistensur ikki til, segði
hon.
Eisini Tórbjørn Jacobsen, vara
borgarstjóri í Runavíkar Kommunu,
helt eina røðu, har hann setti Anton
M. Olsen og bjargingina av viet
namisisku flóttafólkunum inn í ein
søguligan samanhang.
Tað er Hans Tausen Olsen, ætt
aður úr Rituvík og skyldmaður við
Anton M. Olsen, sum hevur tik
ið stig til at gera og reisa minnis
steinin. Hans Tausen Olsen fekk tó
forfall vegna sjúku og kundi tí ikki
sjálvur taka lut í hátíðarhaldunum
sunnudagin.
Sunnudagin varð minnissteinurin yvir gitna skiparan Anton M. Olsen reistur í
Rituvík, og aftaná var hátíðarhald í Løkshøll. Sum skipari á Claru Mærsk stóð hann
á odda fyri bjargingini av fleiri túsund vietnamesiskum flóttafólkum á vári í 1975
Hetjan Anton Olsen he
MINNINGARHALD
Minnisvarðin yvir Anton M. Olsen tekur seg væl út, har hann stendur á
einum fríøki mitt í Rituvík. Á steininum er umframt sjónligu áskriftina
ein sonevnd QR-kota, sum kann avlesast við einari telefon ella teldli,
ið hevur neyðugu appina til tað. Nógv tilfar, sum hevur við Anton M.
Olsen og søguliga bjargingina í 1975 at gera, kann lesast av QR-kotuni.
Mynd: Tórbjørn Jacobsen
Tað er Hans Tausen Olsen, skyldmaður hjá Anton M. Olsen, ið hevur
tikið stig til at gera steinin og reisa hann í Rituvík.
Veðrið var sera ófantaligt í Rituvík sunnudagin, so tað kom væl við, at minnissteinurin
stendur soleiðis fyri í Rituvík, at Bergtóra Olsen, einkjan eftir Anton M. Olsen, kundi sita í
bilinum og fylgja við hátíðarhaldinum. Hóast ringu líkindini var nógv fólk komið saman til
avdúkingina. Vinstrumegin er myndin av Anton, sum eisini er á sjálvum steininum.
Mynd: Tórbjørn Jacobsen.