Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. oktober 2015 · Nr. 124 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Magnesium er ofta meira týðandi fyri eitt nú vøddar, nervar og beina­ grind og eisini móti høvuðpínu enn kalsium, sjálvt um bæði eru týðandi miniralir. Eitt veksandi tal av dønum – og føroyingum við – sum líða av afturvendandi høvuðpínu og migrenu, taka nú magnesium til tess at byrgja uppfyri og lekja pínu. Eisini donsk bløð og tíðindastovur hava greitt frá skjótt veksandi áhug­anum fyri magnesium, og tað eru eisini læknar, ið viðurkenna, at ein magnesium-blanding kann hava ein positivan virknað. Nakað er granskað í magnesium, og tað eru kanningar sum vísa, at evnið kann hjálpa móti høvuðpínu og migrenu. At hjálp er at heinta við hesum, hongur saman við, at evnið hevur eina ávirkan á vødda- og nervafunktiónirnar. Eisini hevur magnesium ein virknað sum kann lækka um blóðtrýstið, og tað kann eisini hava sín týdning. Móti sinadrátti Nógv taka magnesium móti aftur­ vendandi krampum í vøddum í tjúkkunum og aðrastaðni. Magnesium hevur eisini týdn­ing innan hjartafrøði, har evnið verð­ ur brúkt til at stabilisera hjarta­ rútmuna hjá fólki við rútmuórógvi í hjartavøddalagnum. Evropeiska Matvøru­trygdar­ráð­ ið (EFSA) hevur alment viðurkent, at magnesium viðvirkar til eina »normala« vødda-og nervafunktión. Leitar tú eftir vísundaligum prógv­um um fyribyrgjandi og lekj­ andi virknað við magnesium móti høvuðspínu og migrenu finnur tú nógvar kanningar sum staðfesta ein samanhang. Men, talan er tó ikki um haldgóð prógv í so máta. Leiðarin hjá Dansk Hovedpine­ center á Ríkissjúkrahúsinum og Glostrup Hospitali, professarin Rig­mor Jensen, segði herfyri við danska blaðið, Politiken: »Tað besta, sum kann sigast um evnið (magnesium) er, at tað ikki kann skaða at royna tað í eina tíð, tí evnið er ikki vandamikið. Tú fært næstan ikki ov nógv av evninum, tí tað hvørvur úr aftur likaminum…« Likamið upptekur tó ikki øll sløg av magnesium líka væl, og tað eru brúkararnir ofta ikki greiðir yvir. Skal aktiva evnið kunna gera nakra nyttu í likaminum, har tað fer inn í fleiri enn 300 ymiskar kveiki­gerðir, skal evnið kunna upptakast í sodningini. Nøkur sløg av magnesium hava víst seg at vera væl upploysilig, eitt nú sløgini, ið kallast magnesiumacetat og mag­ nesium­carbonat. Óalmenn vatnroynd Tað finst ein óalmenn »vatnglas­ roynd«, sum byggir á, at tú koyrir eina magnesium-tablett í eitt glas av vatni og bíðar í nakrar minuttir. Upploysist tablettin, er hugsandi, at likamið eisini upptekur hana. Um tablettin upploysist í vanligum vatni, er vist, at hon eisini upp­ loysist í magasýru. Hinvegin eru tað fleiri tablettir, sum sjálvt eftir tímar og dagar í vatnglasi ikki upp­loysast. Tú kanst ikki vænta tær nakað serligt úrslit av slíkum tablettum. – Magnesium er ein ógvuliga týdn­ingarmikil miniral, sum nógv fáa ov lítið av. Tað sigur ein av leiðandi mag­ nes­ium-serfrøðingunum, Jürg­en Vor­mann, sum er týskur føðslu­ gransk­ari og professari í biokemi. Sambært honum er magnesinum – undantikið D-vitaminir – tað føðslu­evni, sum serliga vantar okk­ um her í vesturheiminum. Hann heldur uppá, at umleið triði hvør týskari fær ov lítið av magnesium og heldur, at tølini fyri skandinavar helst eru á leið tey somu sum tey týsku, tí vit liva umleið á sama hátt. Jürgen vísir á tvær orsøkir til, at okkum vantar magnesium. Tann eina er, at vit eta ov lítið av nøtum, fullkorni, grønmeti og kjarnum. Hin er okkara stóra nýtsla av heili­vági, sum veksur um tørvin á mag­nesium í likaminum. Sløg av heili­vági, sum gera, at tørvurin á mag­nesium veksur, eru eitt nú heili­vágur fyri blóðtrýst og dia­ betes-heilivágur. Jürgen Vormann sigur, at mag­ nesium kanska er týdn­ingar­mikl­ asta miniral fyri kyknurnar. – Magnesium arbeiðir tætt saman við ATP, sum er løðandi kem­iska orkukeldan hjá kyknun­ um. Hetta merkir, at magnesium er blandað uppí alla ta tilgongd, sum er í kroppinum - og soleiðis eisini upp í vøddakrepping og nerva­ innskot, sigur Jürgen Vormann. Kelda: www.helse.dk – Tað besta, sum kann sigast um magnesium er, at tað ikki kann skaða nakað at royna tað í eina tíð, tí tað er ikki vandamikið. Tú fært næstan ikki ov nógv av evninum, tí tað hvørvur aftur úr likaminum, sigur professarin, Rigmor Jensen HEILSA Hvat er serstakt við magnesium? Ítøkilig mál - ella dreymar Hvat hevur tú, sum tú kanst vera errin av? Ikki hugsa um alt, tú ikki dugir og ikki eigur. Hugsa heldur um alt tað, tú dugir, alt tað, tú eigur og alt tað, tú kanst. At vera errin er avgerandi, um tú livur í javnvág við teg sjálvan og títt umhvørvi.
Hvør er tú um 10 ár? Brúka nakrar fáar minuttir at hugsa um, hvussu tú ynskir at liva um 10 ár. Hvar býr tú? Hvørju menniskju eru rundan um teg? Hvørji mál hevur tú nátt? Hvat hugsar tú um framtíðina - hugsar tú um dreymar ella ítøkilig mál? At ímynda sær, hvussu tingini fara at verða, ger tað nógv lættari fyri teg at gera ein dreym til veruleika. Kelda: www.fegin.fo – Magnesium er ein ógvuliga týdningarmikil miniral, sum nógv fáa ov lítið av. Tað sigur ein av leiðandi magnesium-serfrøðingunum, Jürgen Vormann, sum er týskur føðslugranskari og professari í biokemi