Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 28. oktober 2015 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rætta myndin Í Sosialinum mikudagin 21. oktober 2015 hevði Hjalgrim Davidsen minningarorð um Thomas Juul Askham. Vit komu av misgáum bert at nýta helvtina av myndini, har Thomas Juul var á men avtalan var at øll myndin skuldi í blaðið. Her er so myndin av Thomas Juul Askham og Hjalgrim Davidsen. Thomas Juul við dóttrini Rúnu og Hjalgrim við dóttrini Mirjam. Familjurnar komu nógv saman. Vit biðja orska mistakið. NØVN Svensson & Svensson framsýning í Assens Leygardagin 31. oktober let­ur ein heldur øðrvísi máln­inga­ framsýning upp í gallarínum Kunst i Assens, sum er í bý­ num Assens á Fyn. Hetta er fyrstu ferð, at Kári Svensson sýnir fram á hesum gallarínum og fyrstu ferð at dótturin sýnir fram í Dan­mark. Kári bleiv biðum um at hava eina framsýning og helt tað verða áhugavert at taka dóttrina við, sum nú eftir hondini hevur málað í mong ár. Ásla Rannvá var ikki í iva um at siga ja til hesa fram­sýning, tí fyri hana er tað ótrúliga stórt bara tað at hava eina framsýning sam­an við pápa sínum og so í Dan­ mark. Framsýningin er hongd upp, og longu nú eru stórur áhugi fyri framsýnigini. Ferni­seringin verdur 31. ok­ tob­er kl 14.00-17.00. Tøkk Hjartans tøkk til tykkum øll, ið gjørdu okkara brúdleypsdag tann 27.06.2015 til ein so sera stuttligan, hugnaligan og ógloymandi dag. Takk fyri gávur, heilsanir, góðar talur, sangir og gott undirhald. Eisini ein serlig tøkk til tykkum, sum hjálptu til á ymsan hátt. Marin og Meinhard Gårdlykke Okkara kæri pápi, bróðir, abbi og langabbi Eirikur Justinussen Leirvík andaðist  á Giljagarði, 91 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Hebron, leygardagin 31. okt kl. 12.00, Børnini við familjum Tey, sum vilja minnast pápa við blómum, kunnu í staðin geva Hebron í Leirvík eina gávu. Konta í peningastovninum. eblaðið sos.fo www.gevidblod.fo Felagið Blóðgevi Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum J.C. Svabos gøta 43 100 Tórshavn Telefon: 30 45 22 Teldupostur: bbank@lsh.fo Blóðgevarar í Suðuroy Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi Sjúkrahúsbrekka 19 800 Tvøroyri Telefon: 34 32 70 Teldupostadressa: lab@ssh.fo Klaksvíkar Blóðdonorlið Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sniðgøta 1 700 Klaksvík Telefon: 45 45 45 Teldupostadressa: labblod@ks.fo