týsdagur 27. oktober 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. oktober 2015 · Nr. 124
20
Sosialurin
KJAK
Heri Mohr
Í 2008 – sama
árið, sum tann
íslendski fíggj
a rh e i m u r i n
fór
á
húsa
gang
–
gav
Eik Grunnurin út minnisrit
– Eikirøtur 1832-2007 – um
Færø Amts Sparekassi, sum
var stovnaður 1832. Í 1963
broytti umsjónarráðið við
dómaranum Jens Koch á
odda navnið Færø Amts
Sparekasse til Føroya Spari
kassi. Í 2002 varð sparikassin
broyttur til P/f Eik Banki.
Av tí at Eik Banki og Eik
Grunnur fóru á heysin nøkur
fá ár, eftir at minnisritið kom
á marknaðin, fekk tað ein
aktualitet, sum eingin hevði
roknað við.
Hesin aldargamli spari
kassin hevði livað sítt stilla
og trygga sparikassalív, sum í
øldir var tað fíggjarliga álitið
hjá ungum sum gomlum.
Sparikassin hevði eina aura
av tryggleika og skynsemi og
varsemi og sparsemi.
Adam var í paradísinum,
til hann lat seg lokka. Og so
hvarv paradísið.
Á sama hátt var Føroya
Sparikassi lokkaður. Og so
hvarv hann. Øll samanspar
ingin í 175 ár hvarv. Allur
partapeningurin fór sama
veg.
Ørskapsin
kavalkada
byrjaði 8. mai 2000.
Nevnda dag kom virðis
brævameklarin Kaupthing í
Íslandi inn á pallin og seldi
Eik Banka 49% av teirra egnu
partabrøvum. Við hesum
varð P/f Virðisbrævamark
naður Føroya veruleiki.
Í 2002 gjørdist Føroya
Landsstýri medeigari. Sam
bært metingum fór Virðis
marknaður Føroya at hava
hall tey fyrstu árini. Tessvega
setti Føroya Landsstýri og
Landsbanki Føroya, hvørs
stjóri var nevndarlimur og
stjóri í VMF, 8 milliónir í
partapeningi í VMF. Í 2003
varð farið til verka, sam
stundis sum landstýrið læt
tríggjar
lansbrævarøðir
skráseta í íslendska fons
børsinum til eitt samlað
marknaðarvirði upp á 1,5
milliardir DKK. Um hetta
hevur samljóð við okkara
stýrisskipanarlóg, ella um
landsstýrislimur/ir
o.o.
hava framt álvarslig brot
á nevndu lóg, er ein spurn
ingur, sum einans óheft lóg
køn kunnu avgera.
Føroya Banki var av teirri
áskoðan, at ”grundarlagið
fyri børsskráseting av og
handli við føroyskum virðis
brøvum var so lítil, at tað
kundi klárast við einum
rokniarki. Neyðugt var ikki
við nøkrum marknaði.” Hes
um var Eik Banki ósamdur
í. Ísland var jú ein góð fyri
mynd.
Dag um dag bólgnaði Eik
Banki við nýggjum íløgum
og nýggjum nøvnum. Bankin
gjørdist eitt konglomerat, ein
skurvblandingur við keypi
av bankum og stóríløgum í
Danmark og Føroyum. Tað
rapaði úr skjáttuni: Eik Bank
Danmark A/S, SkandiaBank
A/S, Kaupting Bank, Notio,
Investa, Sprong Danmark
A/S, FinansNedtbank o.s.fr.
Ein óføroyskur, finan
siellur labyrintur uppstóð
í Føroyum við einum upp
blástum
skrivstovuveldi.
Serfrøðingar trutu ikki.
Tað stóð ikki á við tí pen
ingaliga: Tvær glæstriborgir
Yviri við Strond. Ein til
høvuðssætið og ein at taka
til, tá ið ekspansiónin kravdi
meira pláss. Ein onnur, nýggj
borg við Tinghúsvegin, með
an tað gamla gróthúsið í
miðbýnum varð degraderað
til undirdeild. Ein í Klaksvík.
Og so framvegis.
Minnisritið Eikirøtur er
áhugavert, søguligt skjal.
Seinasti
parturin
av
minnisritinum eitur Lokaorð
[?], hvussu tað so skal skiljast.
Har lesa vit: ”Eik Banki
hevur verið virkin í føroyska
samfelagnum í 175 ár. Enda
mál hansara var frá fyrstan
tíð at nútímansgera føroyska
samfelagið. Tí virkaðu hann
og teir menn, sum mannaðu
garð um hann, fyri at bróta
niður
tey
stongsl,
sum
kongaligi einahandilin hevði
hildið føroyska fólkið inn
anfyri.” Júmen, er hetta ikki
ørvitistos? Eik Banki var
stovnaður 2002, og kongaligi
einahandilin var niðurlagdur
í 1856.
Minnisritið sigur eisini,
at ”tað, Eik Bankin hevur
gjørt, er at koma upp í tað
virksemi, sum hevur gjørt
oynna Man til eitt av teimum
ríkastu londunum í Europa.”
”Tað er at vóna, at aðrir
bankar í Føroyum fara at
fylgja hesi leið.”
”Nú kunnu teir sita uppi
í sínum himmali og fegnast
um, at alt tað, teir høvdu í
hyggju, er vorðið veruleiki
og væl tað.”
Nøkur fá ár gingu – minn
isritið kom um somu tíð
– so slitnaði ringurin um
gullkálvadansin eystanfyri
Skansan. Alt gullið hvarv.
Alt um somu tíð fór ein
makabur dansur fram úti
í Tinganesi: Gullið í lands
kassanum,
oyramerkt
til
heilsuverkið og almanna
verkið og skúlaverkið, varð
blakað á bláman.
Nøkur ár seinri játtaði
løgtingið pening fyri at vita,
hví tað gekk so syndarliga
við Eik Banka. Fyri nøkr
um
døgum
síðani
varð
kunngjørt, at løgtingið nú
hevur beint eikbankamálið í
eina løgtingsnevnd.
Hvat fer so at henda?
Eikirøtur
LÝSINGARTORGIÐ
Leys størv á
Landssjúkrahúsinum
Tænastudepilin
• 2 Arbeiðsfólk til Landssjúkrahúsið/
Tænastudepilin
Umsóknarfreistin er 3. november 2015,
kl. 12.00.
• Kostrøktarstarvsfólk til køkin
Umsóknarfreistin er 11. november 2015,
kl. 12.00.
Diagnostiski depilin
• 2 yvirlæknar við sergrein í radiologi
til Røntgendeildina
Umsóknarfreistin er 9. november 2015,
kl. 12.00
Skurðdepilin
• Ljósmóður til føðideildina/A2
Umsóknarfreistin 11. november 2015,
kl. 12.00
• Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktari
Umsóknarfreistin er 11. november 2015,
kl. 12.00
Umsókn við CV og prógvum skal sendast við
telduposti til: umsokn@ls.fo
Sí størri lýsing á www.ls.fo
Arbeiði
timburarbeiði
smávegis timburarbeiði verður
gjørt norðanfjørðs.
723177
MÁLARAARBEIÐI
Hevur tú málara uppgávur inni
til veturin ? á veita.fo hevur tú
møguleika at fáa fleiri tilboð
uppá tína uppgávu. Kontak
554400 - info@veita.fo
554410
Alt timburarbeiði
Hevur tú inni arbeiði/uppgávu í
skal gerast í vetur ? Á veita.fo
eru yvir 200 veitarar Kontakt.
554400 - info@veita.fo
554410
Bøkur
Bøkur ynskjast
J. Símun Hansen: Havið og vit
bind 1og 2 Louis Zachariassen:
Páll fangi og Úr Føroya søgu
um 1700
213536
Býli í Føroyum
Hús í Vagi til sølu
Húsini
Bøgøta 30 í Vági til sølu um
nøktandi boð fæst
Telefon 262315
Íbúð søkist
Maður 66 ár ynskir lítla íbúð í
Havn ella kamar við atgongd til
køk -vaskimaskinu. Prísur 3000-
5000 kr um mdr.
506486
Goymsluhøli til leigu i Hoyvik
Goymsluholi til leigu 28 m2
stor hurd 42 m2 vanlih hurd
Tekning av flottum 2 plans husi
til solu. Mala, smida, stoypa,
flitigos, flutning
224910
ÍBÚÐ
vit eru eitt tilkomi par sum søkja
Íbúð/hús til leigu vit fara vøl um
og gjalda til tíðina
268856
SETHÚSAOGN Í
KLAKSVÍK TIL SØLU SUM
HANDVERKARATILBOÐ
Torvgøta 20, sethús við 2
íbúðum, verður seld, um
nøktandi boð fæst. asa@
gaasedal.com ella tlf. 0045 60
55 96 37 (DK)
40559637
íbúð ynskist
33 ára gamal maður, ynskir íbúð
í Tórshavn, fyri í mesta lagi 5000
kr. Hvørki royki ella drekki, og
gjaldi til tíðina.
226272
Tríggjar íbúðir til leigu
Ein íbúð ca. 70 kvm. við
trimun kømrum, stovu/køk,
bað við vaskimaskinu, liggur
í Vilhelmsgøtu Kostn. 6.500
kr við hita uttan ljós. Ein íbúð
ca. 100 kvm. við fýra kømrun,
stova/køk, bað. Kostna 8.800 kr
við hita og ljós.
Tlf 213303
Innbúgv
Innbúgv til sølu
1. lýtið seingjarborð er nýtt
tilsølu fyri 150. kr. 2 træ
klappstólar 80 kr. 4 stk.
spísiborðs stólar í ljósum viði til
sølu fyri 110 kr. stk.
597669
Matur
Seyðarhøvd til sølu
Seyðarhøvd til sølu, 20kr. fyri
hvørt.
215232
Ymiskt
MARKNAÐARDAGUR
Árligi Marknaðardagurin hjá
NSÌ, verður í Ítrótarhøllini í
Runavík 28.11.2015. Tey íð
ynskja borð, kunnu ringja til Jónu
504761-Ragnhild 222545 NSÍ
Marknardagur
Marknardagur verður í
Bygdarhúsinum á Strondum
Sunnudagin 15 nov Tilmelding
á Telefon 221670 ella
mainhild.h@gmail.com
221670