týsdagur 27. oktober 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. oktober 2015 · Nr. 124
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Aldurin
hevur ikki
so nógv
at siga
Á sínum 23 ára føðingardegi fekk lokali klaksvíkingurin, Agnar
Frederiksen, eina rimmar føðingardagsgávu, tá ið starvið sum
hjálparvenjari hjá hjartafelagi sínum, KÍ, stóð í boði. Ungi
venjarin fegnast um møguleikan og heldur tað ikki vera ein
trupulleika, at fleiri av leikarunum eru væl eldri enn hann
Neli Heldarskarð
Tað er mikukvøld 21. oktober.
Agnar Frederiksen, ið hevur
virkað sum ungdómsvenjari
í KÍ í heili sjey ár, fyllir 23 ár
hendan dagin. Hann hevur
tikið avgerð um at taka eitt
sabbatár eftir tey mongu
árini sum venjari. Hetta
kvøldið heldur Agnar ikki
beinleiðis nakran føðingar
dag, men er han heima hjá
ommu síni í Klaksvík.
Brádliga fær alt eina vend,
tá ið telefonin hjá Agnari
ringir. Í rørinum er ongin
annar enn Mikkjal Thomas
sen, sum er høvuðsvenjari
hjá KÍ.
– Telefonin ringdi, og
eg sá, at tað var eitt privat
nummar. Tá var tað Mikkjal
Thomassen,
sum
var
í
rørinum. Hann spurdi meg,
hvat eg helt um tankan at
blíva hjálparvenjari hjá KÍ.
Mikkjal greiddi eitt sindur
frá, hví hann vildi hava meg
til sessin, og spurdi meg, hvat
eg helt um tilboðið. Eg segði
beinanvegin við hann, at
hatta var eitt tilboð, ið eg ikki
kundi siga nei til. Fyri meg er
starvið sum hjálparvenjari
hjá KÍ tað næst besta venj
arastarvið í øllum Føroyum.
Leygarkvøldið skrivaði eg so
undir sáttmála, sigur Agnar
Frederiksen í samrøðu við
Sosialin.
Hava samstarvað
ígjøgnum árið
Agnar Frederiksen hevur
verið venjari hjá árgangi
2001 í KÍ síðani 2009. Úrslitini
hava verið góð seinnu árini,
og í ár gjørdist liðið, ið Agnar
hevði ábyrgd av, akkurát ov
stutt til stóru heiðrarnar.
Besta U14-liðið hjá KÍ endaði
á øðrum plássi í bæði lands
kappingini og steypakapp
ingini.
Mikkjal Thomassen byrj
aði sum venjari hjá KÍ undan
kappingarárinum
2015.
Ígjøgnum alt hetta árið hava
Mikkjal og Agnar samstarv
að væl og tosað nógv saman.
– Ofta hava vit vant sam
stundis sum Effoliðið. Okk
ara samstarv byrjaði við,
at stutt eftir, at Mikkjal var
komin til felagið, fingu vit
tað hugskot, at hann skuldi
halda ein lítlan fyrilestur fyri
U14-leikararnar, har hann
millum annað greiddi frá,
hvat skal til fyri at gerast ein
góður fótbóltsspælari. Vit
hava tosað væl saman alt
ár, og Mikkjal hevur fylgt
við gongdina hjá okkara liði
rættiliga væl. Mikkjal hevur
verið rættiliga bergtikin av
okkara U14-liði, og soleiðis er
hann eisini komin at kenna
meg
sum
venjara,
sigur
Agnar um góða samstarvið,
ið hann hevur vundið upp
við Mikkjali Thomassen í
2015.
Í KÍ er Agnar kendur sum
ein ófatiliga miðvísur og
álvarsligur venjari. Til fleiri
av dystunum hjá U14 hjá
KÍ hevur Agnar verið ílatin
klædningi, og ofta hava
umstøðurnar hjá U14-lið
num hjá KÍ verið rættiliga
»professionellar«.
Hugsar ikki
nógv um aldurin
Hóast Agnar hevur góð úrslit
at vísa á sum ungdómsvenj
ari, so man ongin ivi vera um,
at lopið frá at vera høvuðs
venjari hjá einum U14-liði
til at vera hjálparvenjari hjá
einum liði í Effodeildini er
sera stórt. Eisini er Agnar
bert 23 ára gamal, ið má
sigast at vera ein óvanliga
ungur venjaraaldur fyri ein
mann, ið partvíst skal stýra
einum liði í Effodeildini.
Agnar gleðist tó um stóru av
bjóðingina og sær ikki unga
aldurin sum nakra forðing.
– Eg hugsi ikki so nógv
um, at eg eri so ungur í mun
til starvið. Eg haldi eiheld
ur, at aldurin hevur nakað
serligt at siga, tá ið man er
hjálparvenjari. Tað er jú ei
heldur tað sama sum at
vera høvuðsvenjari, sigur
Agnar, og leggur hann síðani
afturat:
– At eg havi fingið hetta
starvið í boði er ein álitisvátt
an til mín, og tað vísir, at eg
nokk havi gjørt okkurt rætt
sum venjari seinastu árini.
Vit ynskja at klára okkum so
væl sum gjørligt, bæði sum
felag og sum lið. Eg eri eis
ini væl vitandi um, hvussu
svart/hvítur
fótbóltsheim
urin kann vera.
Agnar leggur eisini dent
á, at hann kennir fleiri av
leikarunum hjá KÍ sera væl,
og hava teir leikararnir, ið
hann hevur tosað við, tikið
væl ímóti tíðindunum um, at
Agnar skal vera hjálparvenj
ari hjá KÍ.
– Eg kenni teir flestu av
leikarunum rættiliga væl. Eg
havi ikki tosað við allar, síð
ani eg fekk starvið, men teir,
ið eg havi tosað við, vita væl,
at eg eri ein ógvuliga mið
vísur venjari. Stóra avbjóð
ingin hjá mær er, at aldurin
er hann, sum hann er, og
fleiri av leikarunum eru eldri
enn eg. Eg havi eisini spælt
saman við fleiri av leikar
unum, men tað síggi eg ikki
sum nakran trupulleika.
Hvussu skal 23 ára gamli
Agnar
Frederiksen,
sum
»bara« hevur verið væleydn
aður U14-venjari vinna virð
ingina frá royndum leikarum
sum Niels Paula Danielsen,
Pálli Klettskarð og Jonas
Flindt Rasmussen?
– Enn einaferð, har síggi
eg ikki nakran trupulleika.
Eg havi tað útgangspunktið,
sum eg havi, og tað fái eg
ikki broytt. Eg kenni leik
Agnar Frederiksen
Mynd: Jóhan Johannessen