týsdagur 27. oktober 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 28. oktober 2015 · Nr. 124
ítróttur
fótbóltur
ararnar rættiliga væl, og eg
veit, at teir hava ein góðan
mentalitet. Eg veit eisini, at
teir hava álit á Mikkjali, og
tá ið Mikkjal síðani velur at
vísa mær slíkt álit, so fái eg
onkursvegna eisini okkurt
slag av áliti frá leikar-
unum.
– Tað verður ein avbjóðing
at geva leiðbeinandi boð til
royndar leikarar, sum hava
spælt í felagnum í fleiri ár,
men tað nyttar ikki at leggja
nógv í tað. Men hinvegin
kann eg ikki tosa við Effo
leikararnar hjá KÍ á sama
hátt, sum eg havi tosað við
U14-leikararnar. Fleiri av leik
arunum hava verið við leingi,
og hava teir tískil tilognað
sær eitt gott taktiskt skil.
Tískil má eg eisini lurta eftir
teimum.
Er KÍ’ari um ein háls
Ongin ivi skal vera um, at
nýggi hjálparvenjarin hjá KÍ
er ein, sum veruliga brennir
fyri felagnum.
– Eg havi altíð búð í Klaks
vík, og eg havi altíð fylgt væl
við gongdini hjá KÍ. Mítt
fyrsta klára minni sum fjepp
ari var í 1999, tá ið KÍ vann
3-1 á B36 í steypafinaluni. Tá
havi eg verið seks ára gamal.
Meg minnist, at Smyril sigldi
úr Klaksvík, tí at tað vóru
so nógvir klaksvíkingar, ið
skuldu hyggja eftir dyst
inum. Eg havi altíð verið
øgiliga bitin av fótbólti, og
sjálvur havi eg eisini spælt
nógv ígjøgnum árini. Hjartað
bankar veruliga fyri KÍ. At
fáa møguleikan at verða
hjálparvenjari hjá mínum
hjartafelagi sum bert 23 ára
gamal er heilt ótrúliga stórt
fyri meg, sigur Agnar av
gjørdur við yvirritaða.
Ofta verður tikið til, at
klaksvíkingar eru eyka eld
hugaðir í felag sítt í mun til
aðrastaðni í landinum. Agnar
er eisini væl vitandi um stóra
trýstið, ið altíð fylgir venj
arunum í KÍ.
– Eg veit, hvussu stórt
venjaratrýstið er í KÍ. Inntil
nú havi eg verið ímillum
fjeppararnar í skýlinum, og
satt at siga er tað helst størri
trýst á venjarunum í KÍ enn
aðrastaðni. Bara tað at missa
stig verður ofta mett sum ein
vanlukka í Klaksvík.
– Eg vóni tó, at fjepparar
nir minnast til, at vit mugu
síggja veruleikan í eyguni. KÍ
hevur ikki vunnið medalju
síðani 2002 og hevur ikki
spælt evropeiskan fótbólti
síðani 2007. Beint nú fara
vit ígjøgnum eina tilgongd,
og higartil hevur tað sæð út
til, at tað hevur gingið rætta
vegin, sigur Agnar um venj
aratrýstið í einum av Føroya
størsta feløgum. Ávísingar
nar til árstølini vísa, at Agnar
er væl kunnaður um alt, ið
snýr seg um KÍ.
Kann læra nógv
av Mikkjali
Mikkjal Thomassen, høvuðs
venjari hjá KÍ, er kendur fyri
at vera ein av teimum meira
illsintu venjarunum, tá ið
hann ikki er nøgdur við sín
ar leikarar. Mikkjal hevur tó
eisini ognað sær nógvar venj
araroyndir seinastu árini, og
Agnar Frederiksen væntar,
at hann kann læra nógv av
Mikkjali.
– Eg haldi, at Mikkjal
og eg hava nakrar líkleikir.
Júst sum Mikkjal eri eg sera
virkin á síðulinjuni, men
við árunum eri eg blivin
eitt sindur meira róligur. Eg
haldi, at Mikkjal og eg rigga
væl saman, tí at vit eru báðir
ógvuliga miðvísir, og vit
krevja nógv av okkara leik
arum. Stóri munurin ímillum
okkum er sjálvandi tann, at
Mikkjal hevur nógv fleiri
royndir enn eg, men eg veit,
at eg kann og fari at læra
sera nógv frá honum.
Nær
verður
Agnar
Frederiksen
høvuðsvenjari
hjá KÍ?
– Tað veit eg ikki, men tað
er avgjørt ein dreymur hjá
mær. Tó eri eg bara 23 ára
gamal, og tað tekur fleiri ár,
áðrenn eg yvirhøvur kann
koma í uppskot sum venjari
hjá KÍ. Eg havi nógv at læra
enn, og vit skulu eisini hava
í huga, at mín sáttmáli sum
hjálparvenjari hjá KÍ bara
fevnir um eitt ár.
Afturboðanirnar
hava verið jaligar
Sum áður skrivað í greinini
eru klaksvíkingar ómetaliga
áhugaðir í, hvat gongur fyri
seg í felagnum. Tá ið Agnar
skrivaði undir leygarkvøldið
hevði
hann
væntað,
at
summi fóru at vera eitt
sindur ivandi um, at ein so
blaðungur
venjari
skuldi
fáa
hjálparvenjarakjansin
hjá sjálvum flaggskipinum í
norðuroyggjum. Men aftur
boðanirnar hava satt at siga
verið nógv meira jaligar, enn
Agnar hevði væntað framm
anundan.
– Nógv hava ynskt mær til
lukku umvegis Facebook, og
eisini hava fleiri ynskt mær
til lukku meira persónliga.
Tað fegnist eg sjálvandi um.
Eg eri í roynd og veru bilsin
av, hvussu jaligar reaktiónir
nar hava verið. Eg hevði
kanska væntað, at har vóru
fleiri, sum vóru meira ivandi
um, at ein so ungur maður
skal vera hjálparvenjari hjá
KÍ. Men samanumtikið leggi
eg ikki so nógv í tey nógvu
góðynskini og atfinningar
nar, ið fylgja við, tí at tað
týdningarmesta fyri meg
er, at Mikkjal og nevndin
vildi hava meg, og at eg fái
arbeitt væl við leikarunum.
So kunnu fólk satt at siga og
halda tað, ið tey vilja, sigur
Agnar Frederiksen avgjørdur
á málinum.
At enda ynskti Agnar eis
ini at takka venjarunum, ið
hann hevur havt og arbeitt
saman við ígjøgnum árini.
Her nevndi hann menn
sum Jóan Paula Jacobsen,
ið hevur verið ungdóms
mennari í KÍ frá 2009-2015,
Eyðun Klakstein, sum hevur
vant Agnar, tá ið hann var
yngri og lært hann nógv um
venjarayrkið, og so eisini
Hera Ósá og Aksel Bjartalíð
Danielsen, sum saman við
Agnar hava havt ábyrgdina
av árgangi 2001 hjá KÍ sein
astu árini. Eisini vildi Agnar
takka øllum teimum leikar
unum, ið hava spælt undir
honum ígjøgnum hansara ár
sum ungdómsvenjari.
Spennandi
verður
at
fylgja gongdini hjá bert 23
ára gamla Agnari Frederik
sen, sum av álvara hevur
sett síni venjaraevnir á eina
stóra roynd. Spurningurin er
so, um hann megnar at hand
fara tað risastóra lopið frá
U14-fótbólti til Effofótbólt.
neli@sosialrin.fo
Fakta
Agnar Frederiksen
Føðingardagur: 21-10-1992
Venjarakarriera: 2009-15:
KÍ árg. 2001 (Frá U10-U14)
Sum leikari hevur hann spælt
tveir dystir fyri næstbesta
liðið hjá KÍ.
Myndir: Álvur Haraldsen
Telefonin ringdi, og
eg sá, at tað var eitt
privat nummar. Tá var
tað Mikkjal Thomassen,
sum var í rørinum
Tað verður ein avbjóðing at
geva leiðbeinandi boð til royndar
leikarar, sum hava spælt í felagnum
í fleiri ár, men tað nyttar ikki at
leggja nógv í tað