hósdagur 29. oktober 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. oktober 2015
sosialurin 125
8
persónssøga
Men so var aftur galið. 5 dagar
seinni – tað vil siga 10 dagar eftir, at
Aron varð føddur – føldi Rini á sær,
at okkurt var áfatt.
Rini, Tórður og yngstu børnini
vóru heima og at vitjað var komin
abbin.
»Sær tað ikki út sum okkurt er
galið« spurdi Rini, sum helt sonin
síggja nakað gráan út í andlitinum.
Avrátt var, at best mundi vera at
fáa ein lækna at hyggja at Aroni, og
Rini og Tórður fóru aftur á Suðuroyar
Sjúkrahús. Hesaferð komu tey tó ikki
heim aftur í bræði.
– Læknarnir á Tvøroyri hildu, at
okkurt var galið við hjartanum. Og
vit fóru við tyrluni norður til Lands
sjúkrahúsið, minnist Rini aftur á.
Í Havn kom barnalæknin til tey
beinan vegin, og hugt varð at Aroni.
Læknarnir vóru í iva um, hvat mundi
vera galið. Ivaleyst var tað hjartað, men
mett var, at drongurin mátti til Keyp
mannahavnar á Ríkissjúkrahúsið.
Tað var her óvanliga langa sjúkra
legan hjá nýfødda dronginum byrjaði.
– Eg var bara í joggingbuksum og
stivlum, sigur Rini. – Og eg í sandal
um, minnist Tórður aftur á.
Tey bæði høvdu sagt við Adrian
og Sandru, at tey komu aftur beinan
vegin. Nú máttu tey til Keypmanna
havnar uttan klæðir, pengar ella
annað. Familjurnar rundan um tey
bæði vóru tó skjótar at syrgja fyri,
at Adrian og Sandra vórðu ansað og
at klæðir og annað varð sent norður
við Smyrli.
Eitt lítið flogfar kom eftir Rini,
Tórði og Aroni, og leiðin gekk til
Keypmannahavnar.
Kanska Jesus
hevur nóg mikið
Í Keypmannahavn møtti teimum
blíðsemi. Fólkini á sjúkrahúsinum
vóru blíð og vóru um tey, og tað var
sjónligt, at tey dugdu at fara við for
eldrum, sum sótu í slíkari støðu.
Fyrstu dagarnir á Ríkissjúkra
húsinum vóru teir ringastu. Rini og
Tórður sóu ikki lítla Aron, tí læknar
nir vóru um hann alla tíðina. Hann
varð kannaður aftur og fram, men tey
vistu ikki hvat feilti.
Rini og Tórður sótu á einum lítlum
kontóri í tríggjar dagar. Har kundu
tey sova á einari lítlari sofu og annars
bíða eftir boðum. Tey máttu ikki fara
frá barnadeildini, har Aron lá, tí um
okkurt bráðfeingis stakk seg upp, so
máttu tey vera har og vera klár at
skriva undir neyðugar váttanir.
Tað var ræðuligt, minnast tey
bæði.
– Vit ótu einki og svóvu einki. Vit
vistu ikki, hvat fór at henda og klár
aðu ikki at hugsa um nakað annað,
sigur Tórður.
Læknarnir hildu, at tað var hjarta
num, sum bagdi okkurt.
Men eftir nakrar dagar funnu
læknarnir fram til, at lítli Aron hevði
tríggjar blóðtøppar. Ein í nalvanum
og tveir í lærkrikunum báðum.
Og læknarnir vistu ikki síni livandi
ráð. Neyðugt var at fáa blóðtøpparnar
burtur, men blóðtynnandi heilivág til
ein nýføðing? Hvussu nógv mundi
hann tola og fóru hansara lítlu æðr
ar at megna fleiri prik?
Læknarnir vóru erligir við Tórð og
Rini og søgdu sum var. Teir vistu ikki
reiðiliga, hvussu teir skuldu bjarga
Aroni.
Funnið var eisini fram til, at Aroni
vantaði tað, tey kalla protein C. Tað
er eitt evni í okkara kroppi, sum vit
framleiða natúrliga og sum fyribyrgir,
at blóðið storknar.
Aron fekk blóðtynnadi heilivág, og
tað hjálpti. Lítlu føturnar, sum vóru
bláar áðrenn, fingu brádliga lit, og
greitt var, at tøpparnir hvurvu.
Men blóðtynnandi heilivágurin
viðførdi eisini, at lítli drongurin, sum
varð kannaður í odd í egg áðrenn, fór
at bløða.
– Tey ávaraðu okkum áðrenn. At
tað blóðtynnandi fór at viðføra, at
hann fór at bløða úr øllum prikunum,
har hann hevði fingið sproytu áðrenn.
Tað var ræðuligt. Tað var sum hann
hevði verið í kríggj. Blóðið fleyt um
allan kroppin, minnist Rini aftur á.
Heilivágurin tey rópa protein C var
tó ikki á goymslu í Keypmannahavn,
men læknarnir funnu fram til, at í
Svøríki áttu tey protein C. Heilivág
urin varð sprændur inn í æðrarnar á
lítla Aron, og eftir eina tíð í viðgerð
hendi tað ótrúliga, at lítli kroppurin
sjálvur fór at framleiða protein C, og
Aron gjørdist aftur frískari og sterk
ari.
At skriva undir upp á at prika lítlu,
tunnu æðrarnar við enn fleiri sproyt
um, var ein torfør avgerð at taka. Hon
var eisini lívshættislig, tað vistu tey.
– Eg vildi bara hava hann við heim
aftur. Læknin segði bart út, at hann
hevði bara hendan møguleikan at
geva okkum, og eg segði, eg taki tað
tú hevur, bara eg fái hann heim aftur
á lívi, greiðir Rini frá.
Á barnadeildini var hart at vera.
Meðan lítli Aron bardist fyri lívinum
doyðu børn rundan um Rini og Tórð
nærum alla tíðina. Rini minnist hon
hugsaði, kanska Jesus pápin hevur
fingið nóg mikið nú.
– Ein doyði, meðan vit bíðaðu eftir
at frætta, hvussu gekk. Eg hugsaði,
kanska tað ikki verður nú, tí nú hevur
Jesus fingið hatta barnið, so kanska
hann ikki hevur brúk fyri mínum,
minnist Rini aftur á.
Tarmarnir fóru
Blóðtøpparnir og vantandi protein C
vóru ikki einastu trupulleikarnir, hes
in lítli kroppur hevði at dragast við.
Eftir nakrar mánaðir í respirator og
við einum hørðum bardaga fyri lív
inum, byrjaði Aron at gerast sterkari,
og brádliga kundi hann aftur fáa van
ligan mat.
– Hann lá í respirator leingi og
vaknaði ongantíð. Vit sungu fyri
honum og fortaldi honum søgur, og
vit sóu, at tárini trillaði niður eftir
kjálkanum, hóast hann ikki fekk latið
eyguni upp. Tað var ræðuliga hart at
síggja hann, og ikki kunna troysta við
hann, greiður Tórður frá.
Í sjúkrahússtovuni vóru tvær
sjúkrasystrar, sum altíð vóru um
Aron. Men fyrstu longu tíðina megn
aðu Rini og Tórður ikki at fara út frá
honum. Tey sótu har alt døgnið, fyri
síðani inn ímillum at skiftast um at
sova.
– Eg tordi ikki at fara, tí hvat nú
um hann ikki var har, tá eg kom aftur,
minnist Rini.
Rini fekk tað til vana, at hvørja
ferð hon og Tórður høvdu verið úti
frá Aroni eina løtu, so lat hon Tórð
fara inn fyrst. Hon tordi ikki at vera
tann fremsta.
– So hugdi eg at Tórði fyri at vita,
um andlitið hjá honum avdúkaði
hvussu Aron hevði tað. Um Tórður
sá glaður ella bangin út, minnist hon.
Aftan á tveir mánaðir á Ríkis
sjúkrahúsinum sluppu tey bæði at
halda í Aroni aftur. Og tað var ein stór
løta. Men gleðin var stokkut. Tarmar
nir hjá Aroni vóru illa farnir, og hann
megnaði ikki at halda nøkrum mati
niðri, tá ið hann umsíðir gjørdist
nóg sterkur til aftur at vakna og eta.
Læknarnir funnu útav, at tað vóru
20 centimetrar av tarmunum, sum
vóru so illa farnir, at maturin ikki
slapp ígjøgnum.
Avrátt var, at Aron skuldi fáa
stundir at vaksa seg størri og sterkari
og síðani skuldu læknarnir leggja
hann undir skurð og taka burtur
sjúka partin av tarmunum.
14. apríl 2014 varð, tá seks mánaðir
gamli Aron, lagdur undir skurð. Tá
vigaði hann áleið 4700 gramm.
– Hann varð lagdur undir skurð
klokkan 9 tann morgunin. Vit vistu
ikki hvat og hvussu, men tað tók
so fýra tímar, tað minnist eg, sigur
Tórður.
– Bíðitíðin var tað ringasta, leggur
Rini aftrat.
Rini, Tórður og tey bæði eldru
børnini bíðaðu eftir boðum í Ronald
McDonald húsinum, sum var eitt
heim fyri sjúk børn og teirra familjur.
– Telefonin ringdi, men eg tordi
ikki at taka hana. Eg var bangin fyri
hvat tey fóru at siga, sigur Tórður.
Í horninum vóru tó gleðiboð at
frætta. Skurðviðgerðin hevði gingið
væl, og Rini, Tórður, Adrian og Sandra
fóru heim aftur á klettarnar ein
góðan mánað eftir við Aroni – tann
16. mai.
Alt gekk sum
tað skuldi
Á flogvøllinum í Vágum var øll
familjan hjá Rini og Tórð savnað. Tað
var ein góður dagur, tí nú var Aron
nóg frískur til at fara heim aftur til
Vágs.
– Eg minnist, eg hugsaði mangan
á Ronald McDonald heiminum, at øll
onnur sleppa heim uttan vit. Nær er
tað okkara túrur, hugsaði Rini.
Men nú var dagurin har. Tey
sluppu heim, og gerandisdagurin í
Vági kundi varliga taka skap.
Í Vági var gott at koma aftur.
Áðrenn Aron gjørdist sjúkur høvdu
Rini og Tórður rivið køkin niður, tí
Hann stardi bara
eftir mær, eg fekk
ikki samband við
hann«
Á Ronald McDonald húsinum
vóru javnan kendir danir á
gátt fyri at betra um dagin
hjá teimum avvarðandi.
Her er Rasmus Seabach,
sangari, á gátt saman við
familjuni Mørk Holm