hósdagur 29. oktober 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. oktober 2015
sosialurin 125
9
hann skuldi byggjast av nýggjum.
Men tey náddu ikki so frætt. Tíbetur
komu tey heim til eitt nýrenoverað
hús. Familjurnar høvdu bygt upp
aftur, og sum heild var stuðulin úr
nærumhvørvinum í Vági ógvuliga
góður. Peningur var savnaður inn til
familjuna fyri at lætta um. Tað gjørdi
góðan mun.
Aron vaks seg størri og sterkari
og byrjaði so smátt at innheinta sín
ar javnaldrar úr Vági. Hann var glaður
og altíð væl nøgdur, og varliga byrj
aði lítla familjan úr Vági at kenna seg
trygga við heilsustøðuna hjá nýggj
asta familjuliminum.
...Inntil 10. januar í ár.
Helt tað var spýggisjúkan
Aron skuldi byrja í barnagarði í januar
í ár. Jólini vóru farin framvið og vóru
framúr, og gullbrúdleyp hevði verið í
familjuni. Nógv var á skránni, og sum
mangan er, gekk spýggisjúkan í Vági
um hetta mundið. Og Aron gjørdist
sjúkur. Hann spýði og spýði leygar
morgunin 10. januar. Tórður skuldi
til arbeiðis klokkan 9.00, og tey bæði
vóru stúrin, tí Aron hevði spýð illa.
Tey valdu at vita, hvussu dagurin leið,
men tað kvøldið, um 22.00 tíðina, fóru
tey á Suðuroyar Sjúkrahús við Aroni.
– Hann var glaður tann dagin.
Hann flenti og spældi við eitt svørð
hann hevði fingið í jólagávu í bilinum
á veg norður, minnist Tórður.
Men bæði Rini og Tórður kendu
væl son sín. Tey vistu, at hann helst
hevði ov lítið av vætu í kroppinum,
tí tað sóu tey í eygunum á honum.
Onkrar kanningar vóru gjørdar
á Suðuroyar Sjúkrahúsi og læknin
metti, at morgunin eftir - sunnu
morgunin 11. januar - skuldu tey fara
til Havnar á Landssjúkrahúsið við
dronginum.
Aron fekk drop á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, sum hann var liðugur við
um klokkan 5 tann morgunin.
Tey løgdu seg at sova á sjúkrahús
inum, og klokkan 7 kom sjúkrasyst
urin í stovuna við morgunmati. Rini
helt fyri, at best var, um hon át fyrst
og síðani vakti Aron, sum svav í henn
ara ørmum.
– Eg royndi at vakja hann beint
aftaná. Eg segði »her er okkurt galið,
hann andar so løgið«, minnist Rini
aftur á, meðan tárini falla. Hetta er
hart hjá familjuni at minnast aftur á,
hóast tey so mangan hava endurupp
livað hesa løtu í minninum.
– Hann stardi bara eftir mær, eg
fekk ikki samband við hann, sigur
Rini.
Hon reageraði sum tey flestu í
slíkum støðum. Hon risti í Aron og
sló hann varliga á kjálkarnar, meðan
sjúkrasysturin rann eftir læknanum.
»Legg hann á tína øksl«, segði læknin.
Men tá steðgaði Aron at anda.
Læknin skundaði sær at taka
dreingin og fór avstað við honum.
Tað var síðstu ferð, at Tórður og Rini
sóu Aron á lívi.
Læknarnir royndu í tveir tímar
at fáa lív í hann aftur. Klokkan beint
yvir 9 tann morgunin var Aron stað
festur deyður.
Tað vísti seg eftirfylgjandi, at lítlu
tarmarnir høvdu fingið smá hol, og
vóru farnir at leka. Tað var hetta, sum
at enda tók lívið av Aroni.
– Vit sluppu inn at halda honum
og siga bei við hann. Og so máttu vit
fara eftir størri børnunum og siga
teimum hvat var hent, minnist Rini
aftur á.
Dagin fyri hevði sonurin Adrian
spurt foreldrini, hvat nú fór at henda.
»Mamma, koma tit aftur hesaferð«,
spurdi hann. Seinast foreldrini fóru
á Suðuroyar Sjúkrahús við Aroni
endaði tað við 8 mánaðum í Keyp
mannahavn. »Ja góði, mamma, babba
og Aron koma aftur seinni«. Men so
skuldi ikki vera.
Tá Rini og Tórður komu inn til
systur Tórður, sum var barnagenta
hesa náttina, spurdu systkini eftir
Aroni. Tey tungu boðini vóru givin,
og Adrian, Sandra, Barbara, Elin og
Tórunn fóru aftur á sjúkrahúsið, so
systkini kundu siga farvæl við lítla
beiggjan.
– Tá vit komu úr Keypmannahavn
hildu vit, nú var sloppið, nú hevur
hann tað gott. Men tað skuldi ikki
vera so, sigur Rini.
Myndir: Privat
N
áttina fyri jarðarferð
ina svav Aron eina
síðstu nátt heima í
Kálhaganum í Vági.
– Eg gloymi ongantíð tað nátt
ina. Tað var so deiligt, at hava
hann har aftur. Eg hevði tað gott
við, at hann var inni hjá okkum
aftur, sigur Tórður.
Hendan dagin tók Rini heilivág
fyri at koma ígjøgnum dagin. Men
tað var hart, og ein dagur, sum
ongantíð verður gloymdur, og
sum hevur sett síni spor.
Lítlu kistuna bóru Tórður og
vaksnu døtrar hansara Barbara,
Elin og Tórunn.
Fyrr í hesum mánaði – tann 14.
oktober – hevði Aron fylt tvey ár.
Hesin dagurin var ein harður og
hugnaligur dagur heima hjá Rini
og Tórði. Tey hildu ein lítlan føð
ingardag, og fóru øll yvir í kirkju
garðin at vitja gravsteinin. Sandra
hevði bakað eina kaku við tveim
um ljósum í, sum hon sjálv blásti
á fyri lítla beiggjan.
Og tey bæði – Sandra og Adrian
– eru sanniliga merkt av, at hava
mist lítla Aron. Tað sæst týðiliga
hendan dagin, at Sandra er errin
av lítla beiggjanum og vil fegin
minnast hann. Øll hava tey hvør
sítt hylki til fartelefonirnar við
mynd av Aroni á. Og Sandra er
tann, sum í dag stríðist mest sjón
ligt. Hon hevur fingið angist og er
javnan bangin fyri at doyggja. Hon
vil ikki sleppa mammu síni, men
vil vera nær henni – serstakliga
um kvøldið.
Adrian er meira harður á at
lýta. Hann hevur ikki verið eins
opin um saknin, men nú er broyt
ing at hóma. Adrian gerst alsamt
raskari at seta orð á sínar kenslur
saman við Beranum og saman við
pápa sínum. Ein dagin var hann
farin einsamallur í kirkjugarðin
at vitja Aron, tí hann saknaði lítla
beiggjan.
– Eg segði hann skuldi bara fara
tá hann vildi, men tað var so synd,
at hann skuldi fara einsamallur,
sigur Rini.
Jólini eru fyri framman, og tað
vera fyrstu jólini hjá Mørk Holm
familjuni í Vági, síðan Aron fór.
Rini, Tórður, Adrian og Sandra
vóna, at jólini fara at vera hugna
lig, hóast saknurin eftir lítla prins
inum ivaleyst verður eyka harður
hesar dagar.
– Eg kundi sjálvandi lagt meg í
songina fyri vell, men eg má vera
har fyri tey størri børnini. So eg
vóni bara, at vit klára at fáa eina
hugnalig jól saman hóast alt, sigur
Rini, sum nú fer við børnunum
til sorgarbólkin hjá Beranum. Ein
bólkur, sum í dag er ein stór troyst
í sorgini.
barbara@sosialurin.fo
Fríggjadagin aftan á ræðuleikan á Suðuroyar
Sjúkrahúsi fór Aron til jarðar. Í kistuna
fekk hann bræv frá systrum sínum. Hann
fekk eisini leikur við frá beiggjanum, og
ein fótbólt. Honum dámdi væl at spæla
við bóltin saman við stóra beiggja
Søgdu endaligt
farvæl 16. januar
Jarðarferðin