Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. oktober 2015 sosialurin 125 10 Endamál Berans er, at geva børnum og ungum, ið hava mist foreldur og ella systkin við deyða, eitt forum, har tey kunnu møtast og práta við javnlík. Higartil hava umleið 600 børn/ung og vaksin, úr øllum Føroyum, gingið í sorgarbólkinum hjá Beranum 600 føroyingar hava fingið hjálp frá Beranum persónssøga Barbara Holm S orgarbólkarnir hjá Beranum hava verið ein vinur í neyðini hjá familjuni Mørk Holm í Vági. Sambært heimasíðuni hjá Beranum skulu sorgarbólkarnir virka fyri, at børnini og tey ungu, sum frálíður, gerast betur før fyri at hand­fara sorgina yvir mista foreldrið/ systkini. Á tann hátt hava tey størri møgu­ leika fyri aftur at fáa eitt gott og inni­ haldsríkt lív, har tey kunnu menn­ast og liva við missinum. Børnini og tey ungu møtast til regluligar fundir, har tey møta sínum javnlíkum. Við serkønari hjálp og vegleiðing, práta tey saman um felags upp­livingar, kenslur og tankar. Søgan hjá Beranum byrjar í 2002. Tað vóru Anna Dalsgaard og Jóngerð Poulsen, sum stovnaðu sorgar­bólkarnar fyrst í 2003. Í dagliga arbeið­inum sóu tær tørvin á tiltøkum fyri børn, ið høvdu mist foreldur við deyða. Tær mettu, at útbúgvingar teirra, góvu teimum førleika til at stovna sorgar­bólkarnar. Anna er út­ búgvin lærari og hevur síðani tikið pædagog­iska diplomútbúgving í Dan­ marks Lærerhøjskole í Keyp­manna­ havn. Jóngerð er heilsufrøðingur og hevur síðani tikið prógv sum fam­ilju­ terapeutur á Kempler instituttinum. Tørvurin, at taka hond um børnini og tey ungu, vísti seg rættiliga skjótt at vera stórur. Longu sama ár, sum fyrstu bólkarnir fóru í gongd, var tørv­ur á einum bólkaleiðara afturat og í august 2003 byrjaði Oddvør Poulsen, námsfrøðingur, sum bólka­ leið­ari. Síðani 2006 hava fýra bólka­ leið­arar støðugt verið knýttir at barna- og ungdómsbólkunum og ein­støkum bólkum fyri vaksin. Alisa Hammer, námfrøðingur, hevur verið bólkaleiðari síðan 2010. Har­um­framt hevur Katrina L. Joensen, sálar­frøð­ ingur, havt bólkar frá 2006-2007 fyri foreldur, ið hava mist barn/børn. Berin er ein landssumfatandi felags­skapur, samansettur av einum tvør­fakligum toymi, við viðkomandi út­búgvinum og førleikum. Í løtuni eru yvir 30 børn og ung í aldrinum 7 ár til fyrst í 20´unum knýtt at aldurs­ býttum bólkum í Beranum. Berin veitur vegleiðig og ráðgeving til av­ varð­andi og fakfólk, umvegis teldu­ post, telefon og persónligar viðtalur. Sí meira á berin.fo barbara@sosialurin.fo