Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. oktober 2015 sosialurin 125 12 tema Barnsburðarfarloyvi Barnsburðar­ farloyvi og fordómar Til løgtingsvalið seinast lov­aðu allir flokkar at leingja barns­ burðar­farloyvi, og nú frættist, at eitt uppskot er ávegis frá lands­stýrinum, sum skal koma í gildi 1. januar 2016. Júst barnsburðarfarloyvi og lógirnar rundan um hetta um­sorgar­arbeiðið hava stóran týdning millum annað fyri javn­støðu­spurningin í Føroyum. Tað er neyvan nakar ivi um, at lógin um barns­ burðar­farloyvi liggur til grund fyri hvussu vit upp­fata kvinnur og menn á arbeiðs­marknað­ inum, og í summum londum kring okkum hava tey tikið hædd fyri tí. Í Íslandi til dømis hava tey nýtt høvið at skipa lógina um barns­burðarfarloyvi við javn­ støðu fyri eyga. Har er tað so, at mamman og pápin hava hvør sínar tríggjar mánaðir í far­ loyvi, sum tey ikki kunnu býta mill­um sín, meðan tey síðani kunnu býta tríggjar eyka mán­ aðir sum teimum lystir. Á temasíðunum hesaferð sæst ein meiningakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Viku­skiftis Sosialin, og hon vísur ikki óvæntað, at stórur meiriluti er ímóti at lóg­geva fyri javnstøðu millum mamm­ur og pápar, tá ið umræður barns­burðar­ farloyvi. Ein grund­geving, sum mangan hevur verið nýtt er, at tað er meira umráðandi at tryggja frælsi hjá tí einstøku barnafamiljuni, heldur enn at tryggja javnstøðu millum mammur og pápar. Mangar kann­ingar og ritgerðir eru gjørdar um hetta evnið, og ein tendensur er, at tá ið lógin letur foreldrini sjálvi býta far­loyvi millum sín, so viðførir tað, at tað ikki er eins sosialt væl sæð, at menn fara heima í far­loyvi. Samstundis eru væl grund­ aðar avleiðingar so sum, at kvinnur fáa minni í pensjón, tí tær samanlagt eru styttri á arbeiðsmarknaðinum. Og at kvinnur í burðardyggum aldri verða mettar sum minni áhugaverd arbeiðskraft, tí tær iva­leyst skulu heim í farloyvi í nærmastu framtíð, og harvið vera burtur frá arbeiðs­markn­ aðinum í fleiri mánaðir. Hetta vita vit. Men tað eru eisini aðrir fordómar rund­ anum barnsburð, farloyvi og javnstøðu. Í temanum hesaferð síggja vit samrøðu við Guðri Oddmarsdóttir Larsen, sum merkir, at hennara val at vera heima við børnunum ikki verður væl sæð millum summi. For­dómarnir kring hennara val eru ikki teir einastu. Eisini kanst tú lesa um Magnus Gunnarsson, sum í 90'unum valdi at vera heima við trimum børnum. Hann hevur ongantíð lagt í hvat onnur halda, men iva­leyst eru eisini fordómar rundan um menn, sum velja arbeiði frá og fara heim við børn­unum. Í temasíðunum hesaferð kanst tú eisini lesa samrøðu við Ester Áarskarð, cand. pæd., sum ikki heldur tað vera rætt fyri børnini, at vit vaksnu skulu út á arbeiðsmarknaðin og har­við seta børnini á stovn alt ov tíðliga. Eftir hennara tykki skuldi barnsburðarfarloyvi verið longt munandi. Fordómarnir eru nógvir og týdningurin av eini barns­ burðarlóggávu stórur. Latið okkum vóna, at hetta kom­ pleksa evnið verður væl lýst og væl grundað í nýggju lóg­gáv­ uni, sum landsstýrið sigur seg arbeiða við. barbara@sosialurin.fo Nú longdin á barnsburðarfarloyvinum í Føroyum aftur er til almenna umrøða, er viðkomandi at venda torskilda evninum enn einaferð Barbara Holm Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum Vilja ikki lóggeva páparnar heim Spurnakanning Spurnakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Vikuskiftis Sosialin vísur, at stórur meiriluti av kvinnum og monnum eru á einum máli um, at landið ikki skal lóggeva páparnar heim í barnsburðarfarloyvi Barbara Holm 72% av spurdu kvinnunum, og 75% av spurdu monnunum halda ikki, at barnsburðarfarloyvið við lóg skal býtast javnt millum mammur og pápar. Samstundis er stórur meiriluti fyri, at foreldur skulu fáa møguleika fyri at vera longur heima. 94% av spurdu kvinnunum, og 82% av spurdu monnunum halda, at foreldur skuldu fingið møguleikan at verið longri heima við børnunum. Úrslitið á kanningini er grundað á svar frá 300 føroyingum kring alt landið, úr aldrinum 15 til 80 ár. barbara@sosialurin.fo