hósdagur 29. oktober 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. oktober 2015
sosialurin 125
13
Temasíðurnar í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð
viðgera barnsburðarfarloyvi og teir fordómar,
sum føroyingar merkja á hesum øki.
Føroyskir pápar
setast ikki heima
Hagtøl benda á, at einans annarhvør føroyskur pápi fer í barsilfarloyvi,
og at teir sum fara, eru sjáldan longri enn tær fyrstu fýra vikurnar
Hallur av Rana
Í
verandi barsilsskipan trýtur
tað ikki við møguleikum hjá
pápum at nýføðingum at fara
í barsilfarloyvi. Men hóast um
støðurnar eru til tað, so benda hagtøl
ini á, at føroyskir pápar taka ikki av
møguleikanum.
Sambært galdandi lóg, so eru fýra
vikar av barsilsfarloyvi við løn settar
av til pápan. Pápin hevur tó møgu
leikan at geva mammuni tvær av
teimum vikunum, so at hon kann
verða longri hjá barninum við løn.
Harnæst, so fáa mamman og
pápin tjúgu vikur barsilsfarloyvið
við løn, ið tey kunnu býta millum sín,
sum tey nú einaferð ynskja.
Sostatt kann ein pápi fara í barsils
farloyvi í heilar 24 vikur.
Ikki longur enn fýra vikur
Hagtøl frá Taks, ið Miðlahúsið hevur
fingið innlit í, vísa tó eina rættiliga
greiða mynd. Pápar eru sjáldan longri
í barsilsfarloyvi enn fýra vikur.
Talva 1 er eitt yvirlit, ið vísur
hvussu leingi pápar hava verið í
barsilsfarloyvi seinastu fimm árini.
Hædd skal takast fyri, at tølini fyri
2015 einans dekka ein part av árinum.
Síðani 2010 hava flestu pápar, ið
eru farnir í barsilsfarloyvi, tikið mill
um tríggjar og fýra vikur frá arbeið
inum.
Eitt sindur færri velja at vera
heima í tvær vikur, og geva sostatt
mammuni hinar vikurnar.
Nakrir heilt fáir pápar fara í
barsilsfarloyvi longri enn tær fýra
vikur, ið eru tilskilaðar teimum, og
taka ein part av teimum tjúgu vik
unum, ið teir býta við mammuna.
Umleið helvtin
brúka sína kvotu
Um hugt verður eftir somu tølunum
í prosentum, so sæst, at av teimum
pápum, ið fara í barsilsfarloyvi, so
hevur tað seinastu árini verið gott
helvtin, ið eru á barsil í 15 til 28 dagar,
meðan talið av teimum, ið eru longri
í barsilsfarloyvi, liggur vanliga um
tíggju prosent og lægri.
Helmingurin
fer aldrin á barsil
Tølini hjá Taks taka tó ikki hædd
fyri, at tað ikki eru allir menn, ið fara
í barsilsfarloyvi. Orsøkirnar til tað
kunnu vera ymiskar, t.d. kann tað
hjá nøkrum foreldrum verða ein ov
stórur fíggjarligur missur, um bæði
foreldrini eru heima, meðan t.d. sjó
menn ikki hava somu møguleikar at
taka tvær vikur frí.
Tað hevur ikki eydnast at fingið
hagtølini fyri hvussu nógvir pápar
kunnu fara í barsilsfarloyvi, so í
staðin verða tølini hjá Hagstovu
Føroya yvir hvussu nógv børn vórðu
fødd í Føroyum seinastu árini brúkt.
Tølini geva eina nøkulunda mynd
yvir hvussu nógvir pápar kundu fari
í barsilsfarloyvi hesi árini.
Ymisk fyrivarni
Tað eru tó nakrir vansar við teimum
tølunum, ið hædd skal takast fyri.
Tølini endurspegla bara talið av
føddum børnum, og tekur til dømis
ikki hædd fyri, at nøkur børn eru
tvíburar, at ikki allar kvinnur upplýsa
hvør pápin er við barnsburð, og at
tølini hjá Taks írokna eisini tey for
eldur, ið fáa barsilspening, tá tey
ættleiða.
Talan er um faktorar, ið kunnu
ávirka báðar vegir, men eru so mikið
smáir, at tað ikki ger stóra munin í
heildarmyndini.
Gongur skeiva vegin:
Um hugt verður eftir talvu 3, so sæst,
at tað er meira enn helmingurin av
øllum pápum, ið slett ikki fara í
barsilsfarloyvi.
Seinastu fimm árini, var tað í 2010,
at flest pápar fóru í barsilsfarloyvi.
Síðani er talið minka til eini 45 pro
sent.
So sjálvt um helmingurin av
teimum pápum, ið taka barsilsfar
loyvi, brúka sínar fýra vikur, so benda
hagtølini eisini á, at helmingurin av
øllum pápum, lata vera við yvirhøvur
at fara í barsilsfarloyvi.
Tølini staðfesta eisini, at hóast
Javnstøðunevndin hevur roynt at
broytt hugburðin hjá pápum um
barsilsfarloyvi, so hevur tað enn ikki
eydnast at fingið fleiri pápar at fara í
barsilsfarloyvi.
hallur@sosialurin.fo
Hóast umstøðurnar eru
til tað, so benda hagtølini
á, at føroyskir pápar taka
ikki av møguleikanum, at
fara í barsilsfarloyvi
Modellmynd