Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. oktober 2015 sosialurin 125 14 tema Barnsburðarfarloyvi barsilskipanin verið umstrídd frá byrjan av Hallur av Rana N úverandi barsilskipanin stavar frá 3. apríl 2001, tá løgtingið einmælt sam­ tykti uppskotið, ið tá­ver­ andi landsstýrismaðurin í Vinnu­mál­ um, Bjarni Djurholm, hevði lagt fyri tingi. Men longu í viðgerðina av upp­ skot­inum var stór ósemja um ymisk viðurskiftir í uppskotinum, og varð uppskotið bæði broytt í Vinnu­ nevndini og til triðju viðgerð. Broyt­ ingar­nar endaðu tó ikki har, tí í teim­ um fjúrtan árunum, ið lógin hevur verið í gildi, er hon broytt tólv ferðir­ nar, harav seinast 6. mai í ár. Hóast løgtingið harvið viðgjørdi, og broytti lógina einans tríggjar mán­ aðir áðrenn valið, so vóru allir flokkar í valstríðnum samdir um, at lógin ikki er nóg góð í verandi líki, og má broytast. Nýggja sam­gong­an hevur eisini lovað at fremja broytingar í barsils­skipanin, og í sam­gongu­skjal­ inum skriva Javnaðarflokkurin, Tjóð­ veldi og Framsókn, at: – Hartil skal barsilsskipanin gerast liðiligari og barnsburðarfarloyvið leingjast. Núverandi skipan Núverandi barsilsskipan kann býtast upp í trý tíðarskeið. Áðrenn barns­ burð, fyrstu 14 vikurnar aftaná barns­ burð og aftaná tær fyrstu 14 vikurnar. Áðrenn barnsburð hevur mamm­ an vanliga rætt til barnsburðarfarloyvi við løn fýra vikur áðrenn, hon er sett at eiga, meðan pápin einki fær. Hetta tíðarskeiðið kann verða longt til átta vikur, um mamman við læknaváttan kann prógva, at tað er vandamikið fyri hennara heilsu ella heilsuna hjá fostr­inum, at hon er til arbeiðis. Tá barnið er komi í verðina, hevur mamman rætt til barsilsfarloyvi við løn í 14 vikur. Í teimum fjúrtan vikunum, hevur pápin rætt til fýra vikur barsilsfarloyvi við løn. Av teim­ um fýra vikunum hjá pápanum, eru tvær tvungnar tilskilaðar til pápan, meðan hinar báðar vikur­nar kunnu gevast til mammuna. Tá tær fyrstu 14 vikurnar eftir barns­burð eru farnar, gert støðan tor­ skild­ari. Nú hava mamman og pápin rætt til 20 vikur barsilsfarloyvi við løn, ið tey kunnu býta millum sín. Um foreldrini avgera, at mamman tekur allar tær 20 vikurnar, pluss tær tvær vikurnar hjá pápanum, so kann ein mamma vera heima hjá barninum í 36 vikur við løn. Harumframt staðfestir lógin, at ein mamma hevur rætt at vera heima í eitt ár í barsilsfarloyvi. Hon fær tó í mesta lagi løn í 36 vikur við løn, meðan restin av tíðini er á egnu rokn­ing. Men lógin tryggjar, at ein ar­beiðs­gevari ikki kann siga eina mammu úr starvi, um hon ikki møtir til arbeiðis fyrsta árið eftir barnsburð. Sostatt hava foreldur aftaná barns­ burð tilsamans rætt til 38 vikur barsils­farloyvi við løn. Til ber eisini at býta vikurnar øðrvísi, so at pápin at barn­inum verður meira heima. Einstøk, ættleiðing og tvíburar Aftrat hesum døminum, so er hædd eisini tikið fyri øðrum familju­ mynstrum. Um eitt foreldur er einsamalt við ný­fødda barninum, so hevur við­ kom­andi rætt til allar vikurnar hjá mamm­uni og pápanum. Foreldur, ið fáa tvíburar ella fleiri børn undir sama barnsburði, fáa rætt til longri barsilsfarloyvi við løn. Tað er tíðar­skeiðið aftaná tær fyrstu 14 vik­ ur­nar, at foreldur at tvíburum fáa 4 eyka vikur av barsilsfarloyvi við løn. Um foreldur fáa eitt barn, ið er føtt áðrenn viku 32, verða átta vikur lagdar aftrat teimum 20 vikunum, ið for­eldur fáa at býta millum sín. Um eitt par ættleiðir eitt barn, so hava viðkomandi rætt til barsils­pen­ ing í tilsamans 42 vikur aftaná, at tey hava fingið barnið ella børnini. Fáa fimm eyka vikur Flestu flokkar lovaðu til løgtingsvalið, at mammur framyvir skuldu fáa barsils­farloyvi við løn í eitt heilt ár. Hóast broytingarnar hjá núverandi sam­gongu leingja um tíðarskeiðið, so er talan í fyrstu atløgu einans um fimm vikur, ið foreldrini fáa at býta mill­um sín. Á løgtingsfundi 21. oktober 2015 varð Henrik Old, landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, ið eisini var­ar av barsilsskipanini, spurdur av parta­ manni sínum, Jónleif Johanne­sen, um ætlanirnar hjá landsstýrinum at broyta barsilsskipanina. – Tað sum hevur verið uppi at venda, og tað sum er uppi at venda, og sum er úti til úttalilsi hjá ymiskum bólk­um, er at leingja tær tjúgu vikur­ nar, ið báðir partur kunnu býta síná­ mill­um. Eg haldi, tað er fimm vikur, segði Henrik Old frá løgtingsins røð­ ara­palli. Um broytingarnar verða sam­tykt­ ar, so fáa foreldur tilsamans 43 vikur barsils­farloyvi við løn, harav 25 teirra kunnu býtast millum for­eldr­ini. hallur@sosialurin.fo Núverandi barsils­skipan kann býtast upp í trý tíðarskeið. Áðrenn barns­ burð, fyrstu 14 vikur­nar aftaná barns­burð og aftaná tær fyrstu 14 vikurnar« Eftir galdandi lóg hava foreldur rætt til 42 vikur barsils­far­loyvi við løn, harav fýra eru áðrenn barnsburð, men lands­stýris­maðurin ynskir at leingja hana við 5 vikum aftrat Modellmynd