hósdagur 29. oktober 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. oktober 2015
sosialurin 125
15
Spæla russiskt rulettuspæl við
sjálvvirðinum hjá smábørnum
– Tað er vandi fyri, at smábørnini kunnu uppliva sakn, einsemi og kanska enntá svik. Tey fara á ein stovn og uppliva, at tað
eru ov fá vaksin um tey. Kanska trýstir man tey til at klára seg meira sjálvi, og til at hava minni tørv á hjálp frá vaksnum.
Børnini kunnu møguliga missa okkurt grundleggjandi har, og tá spælir man russiskt rulletuspæl við sjálvvirðinum hjá børnum.
Tað heldur Ester Áarskarð, cand. pæd, sum metir, at børn eru klár at fara á stovn, tá tey eru um trý ella fýra ára aldur
Hallur av Rana
F
lestu foreldur kenna søguna,
ella hava sjálvi upplivað
fyrsta dagin hjá einum
barni í vøggustovu ella
barnagarði. Ta løtuna, tá foreldrini
skulu siga farvæl við teirra barn, ið
tey hava latið í hendurnar hjá einum
námsfrøðingi. Ein løta, har tey verða
gripin av órógvi ella stúran, um
hvussu barnið man fara at klára
seg, nú tey verða latin í hendurnar á
fremmandum.
Nógv foreldur hava stríðst móti
trongdini at venda við, og taka barnið
heim við sær, meðan onnur kanska
hava givið eftir fyri henni, og eru farin
aftur eftir barninum, fyri síðani at
royna aftur ein annan dag.
Tað er einki óvanligt í tí kensluni.
Tvørturímóti, um man spyr Ester
Áarskarð, ið júst er vorðin cand.pæd.
frá Aarhus Universitet, aftaná hon
gjørdist námsfrøðingur frá Fróð
skaparsetrinum í 2013. Hon heldur,
at talan er um eitt natúrligt instinkt
hjá foreldrum, ið liggur djúpt í menn
iskjanum.
– Foreldur siga, at tað er so
ræðuliga ringt at koyra børnini á
stovn fyrstu ferð. Tað er okkurt
instinkt í okkum, ið vit hava valt
ikki at lurta eftir. Men tað er eitt
instinkt, ið vit eiga at lurta eftir. Eitt
instinkt, ið vit hava í kroppinum, tí
bandið millum foreldur og barn er tað
sterkasta, ið finst. Tað ber ikki til at
lata sum um, at man ikki hoyrir tað
instinktið, heldur Ester.
Børn fara ov tíðliga á stovn
Ester Áarskarð hevur við tveimum
øðrum kvinnum bloggin Skimi.fo,
har greinar verða lagdar út um evnir,
ið eru fakliga viðkomandi fyri náms
frøðingar og lærarar.
Eitt av evnunum, ið Ester regluliga
hevur viðgjørt á blogginum, er spurn
ingurin, um tað er rætt, at børn verða
koyrd á stovn, tá tey eru undir trý ár.
Sjálv er hon ikki í iva um, at rættast
er at bíða til barnið verið trý ella fýra
ár, áðrenn tað verður koyrt á stovn.
Tað er ein nógv betri íløga politiskt og
samfelagsligt, at man letur foreldrini
vera heima tá børnini eru smá.
– Eg kann vísa á danskar kann
ingar um evnið, millum annað hjá
Ole Henrik Hansen, ið vísa, at tað er
ov tíðliga at koyra børnini á stovn, tá
tey einans eru eitt eitt ára gomul.
Tá tey eru 7-9 mánaðir, sigur
Daniel Stern, at tey eru í holt við at
finna út av, at mamman, ella primeri
umsorganarpersónurin, og barnið
sjálvt, er hvør sín persónur. Tí er tað
væl hugsandi, at man kvettur eina
sálarliga tilgongd, ella framskundar
hana, tá man koyrir tey á stovn so
tíðliga, heldur Ester
Kanningarnar hjá Ole Henrik vísa
millum annað, at børn ikki duga at
siga frá sínum tørvi, tá tey eru so ung.
Tí skulu tey helst hava ein málsligan
førleika, áðrenn tey fara út á ein
stovn.
– Hann vísir eisini á týdningin av
normering og tíð til hvørt einstakt
barn. Normeringin er størri í Føroyum
enn í Danmark, men smábørn hava
tørv á ein-til-ein samband. Tað verður
tað kortini ongantíð til í Føroyum,
greiður Ester frá.
Hava ikki tørv
á sosialum spæli
Tíðirnar eru nógv broyttar síðani tað
var vanligt, at børn vóru heima hjá
foreldrunum, og spældu við javn
aldrar í grannalagnum. Nú eru flestu
børn á onkrum stovni, og barnalát
urin í grannaløgum í býum og bygd
um kring Føroyar er av tí sama tagn
aður.
Tí verður mangan víst á, at tað er
gott fyri børn at fara á stovnar, tí har
mennast tey sosialt saman við øðrum
børnum.
Tað sjónarmiðið góðtekur Ester
ikki, men vísir á, at børn ikki hava
tørv á sosialum spæli, fyrr enn tey
eru um tvey til trý ára gomul.
– Magrethe Bruun Hansen, barna
psykologur, hevur víst á, at besta
tíðspunktið at koyra børn á stovn er
tá tey eru um trý til fýra ára gomul,
sigur Ester.
Áðrenn tað duga tey ikki at siga
frá sínum egna tørvi, og tað er eisini
fyrst tá, at tey hava tørv á tí sosiala
spælinum við onnur børn.
– Frá tí, at tey eru fødd, til tey eru
tvey ár, spæla tey bara parallelt ella
við seg sjálvi. Tey spæla ikki við onn
ur børn, og tey hava heldur ikki brúk
fyri at spæla við onnur børn, vísur
Ester á.
Børnini eru ikki inn
rættað til stovnarnar
Ester Áarskarð leggur dent á, at
trupulleikin ikki eru vøggustovurnar
ella barnagarðarnir men einans, at
børnini ikki eru klár til stovnarnar.
– Dagstovnar og vøggustovur eru
væl innrættaðar. Tað eru tilvitaðir
námsfrøðingar í Føroyum, ið arbeiða
við børnunum, og tey eru góð við
børnini. Alt er, sum tað skal vera, men
børnini eru ikki innrættaði til at fara
frá foreldrunum, heldur Ester.
Hon vísur á, at hetta ikki er nakað,
ið fer broytast í framtíðini. Tað ber
ikki til. Tað eru hesir persónarnir –
mamman og pápin – í lívinum hjá
barninum, ið eru so týdningarmiklir,
og fara altíð at vera nummar eitt.
– Um man kortini velur, at koyra
børnini á stovn, so skulu tey vera har
so lítið sum møguligt, heldur Ester.
Russiskt rulettuspæl
við sjálvvirðinum
Avleiðingarnar av at koyra børnini ov
tíðiliga á stovn eru, at børnini kunnu
fáa langtíðar sálarligt mein.
– Tær empatisku kenslurnar,
ið foreldur brúka at byrja við, eru
týdningarmiklar. Okkara empatisku
kenslur mennast, tá vit eru smá og
foreldrini lurta eftir og skilja tørvir
nar hjá barninum, heldur Ester.
Hesin grundarsteinurin fyri
empati er lagdur, tá vit eru smá, og
fylgir okkum alt lívið.
Tí er tað týdningarmikið, at for
eldur síggja tørvin hjá børnunum.
Men um tey mugu koyrast á stovn,
tí man noyðist til arbeiðis, so hevur
man ikki tíð at hyggja, um børnini
eru í einum viðbreknum sinnalagi
ella hava ein ringan dag.
Úrslitið er, at man spælir eitt sálar
ligt russiskt rulettuspæl við børn
unum.
– Tað er vandi fyri, at smábørnini
kunnu uppliva sakn, einsemi og
kanska enntá svik. Tey fara á ein
stovn og uppliva, at tað eru ov fá
vaksin um tey. Kanska trýstir man
tey til at klára seg meira sjálvi, og til at
hava minni tørv á hjálp frá vaksnum.
Børnini kunnu møguliga missa okk
urt grundleggjandi har, og tá spælir
man russiskt rulletuspæl við sjálv
virðinum hjá børnum, heldur Ester.
Og man veit ikki hvussu tað verð
ur. Tað fer serliga at ganga út yvir tey
børn, ið eru veik frammanundan.
Men kann man vita, hvørji børn eru
nóg sterk til at fara á stovn, tá tey eru
undir trý ár?
Rákið
Tey síðstu mongu árini er tað vorðið
alsamt vanligari, at foreldur koyra
børnini á stovn, og sjálvi arbeiða
fulla tíð. Men tað sær út til, at vend
er komið í.
– Rákið er um at venda. Kann
ingarnar, ið vísa, at tað er best hjá
børnum at vera heima fyrstu árini,
eru nýggjar, men tær hava gjørt, at
fleiri og fleiri foreldur raðfesta teirra
tíð øðrvísi.
Orsaka av, at tað eru fleiri, ið nú
gera vart við tørvin hjá børnunum at
vera heima, so eru tað fleiri foreldur,
ið føla seg trygg í valinum at vera
heima. Tey fáa stuðul fyri tað, ið tey
frammanundan onkursvegna hava
vitað.
– Áður hava tey verið møtt við
keðiligum spurningum sum: »Ert
tú bara heima hjá barninum hjá
tær?« Men tann hugburðurin byrjar
at broytast nú. Foreldur eru vorðin
meira trygg og tora at siga alment, um
tey eru heima ella arbeiða niðursetta
tíð, greiður Ester frá.
Spurningur um raðfestingar
Vanliga verður víst til, at fyri flestu
foreldur er talan um ein fíggjarligan
spurning. Høg húsalán og eitt høgt
kostnaðarstøði seta hørð krøv til fam
iljurnar, og krevja mangan, at bæði
foreldrini hava fulltíðar størv.
– Tað snýr seg um eina raðfesting
av øllum. Flestu familjur mugu rað
festa fíggjarliga, men eisini har, haldi
eg meg síggja eina broyting. Fleiri
foreldur velja heldur at búgva bílig
ari ella hava lægri lán, fyri at vera
longri heima ella arbeiða niðursetta
tíð. Foreldur í dag, gera tað tey kunnu,
fyri at vera hjá børnunum sum mest,
heldur Ester.
Tað er tó ikki fíggjarliga trýstið,
ið Ester metir er størsta avbjóðingin,
men sjálvsrealiseringin, ið stendur
so sterk í framkomna samfelagnum.
– Barnafamiljur hava altíð verið
líka sperdar. Eg læs onkrastaðni, at
um man hyggur at tretivuárunum, so
vóru lán og inntøkur tilsvarandi tað
sama sum í dag. So tað er ikki størsti
trupulleikin, men heldur er tað hetta
trýstið við sjálvrealisering, ið er ein
trupulleika í dag, sigur Ester. Hon
skilur væl tær mammur, sum í dag
hava skund at sleppa aftur á arbeiðs
marknaðin.
– Tær hava eitt trýst á sær frá
samfelagsins síðu um sjálvrealisering,
og at vera sjálvstøðugar, og alt tað
fantastiska, ið verður tosað um í dag.
Samfelagið hjá okkum er á onkran
hátt innrættað til tað, men børnini
eru enn tey somu, og tey eru ikki
innrættaði soleiðis. Mítt ynski er, at
foreldur kunnu vera trygg, tá tey siga,
at tey eru heima hjá teirra barni. Tað
skal man eisini kunna hugsa um sum
sjálvrealisering, og ikki bara, at man er
á arbeiðsmarknaðinum og realiserar
seg sjálva, sigur Ester at enda.
hallur@sosialurin.fo
– Foreldur eru vorðin
meira trygg og tora at siga
alment, um tey eru heima
ella arbeiða niðursetta tíð,
sigur Esther Áarskarð